Hava aldrin suffað so illa sum í ár

Støðan í Føroyum er verri enn í Norðurkorea

 

Lærarafelagið hevur ongantíð áður fingið so nógvar fyrispurningar og hjartasuff frá skúlaleiðslum sum í ár.


Tað staðfestir Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, í eini grein í Skúlablaðnum

 

Hann staðfeastir, at hóast virksemið í fólkaskúlanum alsamt veksur, er ikki politiskur vilji til at hækka játtanina til skúlan, so at hon samsvarar við virksemið.

 

- Hetta merkja skúlaleiðslur í ólukkumát, nú næsta skúlaár skal leggjast til rættis.

 

Herálvur Jacobsen vísir á, at í Mentamálaráðnum hava tey gjørt leist at luta tímarnar eftir. Tímarnir verða tillutaðir niður í minsta smálut, so nógv til tær einstøku lærugreinarnar, so nógv til fríkorter, so nógv til at ansa næmingum í matarsteðginum, so nógv til seturskúla o.s.fr.

 

- Leisturin er so nágreinaður, at hann neyvan finnur sín líka í heiminum, heldur ikki í Norðurkorea, sigur formaðurin í Lærarafelagnum.

 

Hann sigur, at í Mentamálaráðnum hava tey ført fram, at tað stendur skúlastjórum frítt at flyta tímar ímillum tær ymisku uppgávurnar, tímar eru tillutaðir til.

 

- Hetta ljóðar gott, men veruleikin í skúlanum er ein annar, sigur Herálvur Jacobsen.

 

Hann staðfestir, at skúlarnir fáa so fáar tímar, at tey einstøku virkisøkini fáa absolutt minstamark fyri tí, ið krevst - ella minni.

 

- Her er einki at flyta við og einki rásarúm, leggur hann afturat.

 

Hann sigur, at orsøkin til tað, sum kann tykjast at vera ein súklig trongd í Mentamálaráðnum, at hava eftirlit, er heilt einfalt, at játtanin á fíggjarlógini til fólkaskúlan ikki røkkur.

 

- Politiska hugsanin rúmar ikki tankanum, at dygdargott arbeiði kostar, og skuldi ivi stungið seg upp, ber til at sissa seg við, at rationaliseringar og effektiviseringar loysa trupulleikan.

 

- Men broytta búsetingarmynstrið, flytanin av smábygdunum til størru plássini, hevur longu framt tær effektiviseringar, sum eru, so har er ikki so nógv meira at heinta.

 

- Játtanin til fólkaskúlan er heilt einfalt ov lág, og tað er lítil uggi, at fólkaskúlin ikki er einasta almenna tænastan, sum stendur fyri hóttafalli, sigur formaðurin í Lærarafelagnum.

 

Hann sigur, at skúlaleiðslur standa í tvístøðuni at ganga lættliga um krøvini í fólkaskúlalógini, ella at lumpa lærarar til at átaka sær uppgávur, hóast eingin løn fylgir við.

 

- At trároyna arbeiðsmegi er ikki ókent, men er tað dygd og góðska, vit vilja hava, so er tað ikki rætti framferðarhátturin.

 

Ein lærari, ið ongar eyka uppgávur hevur í skúlanum, undirvísir eini 45 prosent av arbeiðstíðinim og restin verður so brúkt til fyrireiking, ráðlegging, foreldrasamstarv, ansing og tiltøk saman við næmingunum.

 

- Tað er ein ovurhugur í Mentamálaráðnum at noyða lærarar at undirvísa størri part av arbeiðstíðini, fyri at kunna minka um lærarahópin.

 

- Men bara hugsanin at hækka tímatalið, sum skal brúkasr til undirvísing, og sostatt at lækka um tíðina til fyrireiking og fleirtáttaða arbeiðið við trivnaði, ber prógv um, at fíggjarligu atlitini verða tikin fram um dygd og góðsku, og tað er at harmast um, sigur Herálvur Jacobsen við Skúlablaðið.