Nýtt videolag frá BUBU

Klovnurin, ið segði seg vera farnan í summarferiu fyri fáum døgum síðani, hevur útgivið nýggjan sang í dag.

Fyri fáum døgum síðani skrivaði vælkendi klovnurin, ið hevur undirhildið mangt føroyskt mansbarn, BUBU, at hann fór í summarfrí. Hetta var tó bluff, tí at í dag er prógvað, at BUBU er kortini ikki farin heilt í summarfrí enn.

 

Í tíðindaskrivi upplýsir BUBU nevniliga, at hann letur úr hondum nýtt videolag - lagið eitur Indianarar.

 

Trúgvi hjálparin hjá BUBU, Eyðbjørn Jacobsen, sum frammanundan hevur skrivað fleiri av løgunum hjá BUBU, hevur gjørt orð og lag.

 

Upptøkurnar til videolagið er gjørt við Toftavatn, ljóðið er upptikið hjá Simda Studio í Klaksvík, og tað er

OneOne films, ið hevur latið videolagið úr hondum, verður skrivað í tíðindaskrivinum.

 

Tað eru børn úr tveimum barnagørðum í Klaksvík, sum luttaka í videolagnum.

 

Videolagið sæst ovast í greinini.