Taptu ein og vunnu ein

Genturnar á føroyska U18-landsliðnum í hondbólti løgdu til brots í European Open í gjár.

Føroyska U18-landsliðið í kvinnuhondbólti luttekur í hesum døgum í kappingini European Open, sum verður hildin í Göteborg. Kappingin byrjaði í gjár, tá ið føroysku genturnar spældu heili tveir dystir sama dag.

 

Fyrri dysturin hjá Føroyum var ímóti stórtjóðini Spania. Tað gekk onki serligt hjá føroyingunum í hesum dystinum, tí at Spania vann ein trivaligan sigur áljóðandi 19-12.

 

Dysturin ímóti Spania byrjaði klokkan 12.30, men longu klokkan 17 skuldu føroysku genturnar vera klárar og úthvíldar aftur til nýggjan dyst. Tá var tað Kekkia, sum var mótstøðuliðið.

 

Og í hesum dysti lá væl betur fyri hjá Føroyum. Talan gjørdist um ein sannan gysara, sum føroysku genturnar tó at enda vunnu 12-11.

 

Triði dysturin í bólkaspælinum í European Open verður spældur í dag. Tá er tað ein stór avbjóðing, ið bíðar Føroyum, tí at mótstøðuliðið er Russland, ið telist ímillum heilt sterku londini í Evropa. Í fjør var russiska U17-landsliðið og vitjaði í Føroyum í samband við EM-undankappingina, sum varð spæld í høllini á Hálsi í mars 2015. Tá vann Russland 23-15 ímóti Føroyum.

 

Dysturin ímóti Russlandi byrjar klokkan 14.

 

Føroysku málskjúttarnir í dystunum í gjár vóru hesir:

 

Føroyar-Spania 12-19

 

Føroyar: Rannvá Dahl Hanusson 3, Súna Krossteig Hansen 2, Fríða á Dunga 1, Beinta Bárðardóttir 1, Siw Matras 1, Tóra Eliasen 1, Marianna Geirsdóttir Eystberg 1, Magna Tórðardóttir 1, Maria Halsdóttir Weyhe 1, 

 

Føroyar-Kekkia 12-11

 

Føroyar: Marianna Geirsdóttir Eystberg 4, Tóra Eliasen 3, Siw Matras 3, Magna Tórðardóttir 1, Maria Halsdóttir Weyhe 1.