hesum uppskoti so mikið tyngjandi, at tað at kalla verður ómøguligt hjá mongum at byrja eitt nýtt lív eftir sundurlesing. Tað sigst ganga betur við handilsjavnanum. Tað eru tó óivað mong, ið enn ikki hava [...] børnunum, tí tey hava ikki goldið skatt av uppihaldspeninginum kortini ? til hetta er upphæddin ov lítil. Men kortini. Í flestu førum er tað pápin, ið letur henda uppihaldspening, og fyri hansara viðkomandi er [...] nevnt, at endurgjald fyri goldnan uppihaldspening verður strikað. Samstundis verður uppihaldspeningur til børn og hjúnafelaga gjørdur skattafríur. Eftir meting landsstýrismannsins kemur hetta ikki at hava
einstakur fær nakrar krónur meira, men tað kemur langt frá til 98.148,- kr. Viðmerkjast skal tó, at inntøku- og eftirlønarviðurskifti ávirka pensiónina. Og tað er tað sum vit ganga út frá, at tygum fáa, men [...] fólkapensión. Taðer kanska býtt at svara tygum aftur uppá tey ósannindi, ið tygum bera fram hvat fólkapensión viðvíkur. Tygum skrivaðu í Dimmalætting 10. desember 1998, at pensionistar høvdu tað ongantíð so [...] so gott sum nú. Tí teir (ein pensionistur) fáa 98.148,00 kr. um árið. Hetta er beinleiðis ósatt. Tí eini hjún, har bæði eru yvir 67 ár og sum fáa fulla grundupphædd og pensiónsviðbót og útgjald úr Arb
uppskot til loysn, og vónandi verður tað tikið til eftirtektar. Lagt verður eisini upp til, at kommunala nýtslan av skattapeninginum gerst meira effektiv. Nevndin hevur arbeitt við uppskoti til eina kommunala [...] Hinvegin er ikki líkt til, at bygnaðarbroytingarnar hava tey mongu viðhaldsfólkini uttan fyri ta almennu umsitingina. Men tað er í tøkum tíma, at spurningurin verður tikin upp til almenna politiska viðgerð [...] hevur tíverri onki greitt boð, og tað sær ikki mætari út, enn at hildið verður, at bara tú leggur uppgávurnar út til kommunurnar, so kemur restin av sær sjálvum. Eitt gott dømi er trúgvin uppá, at nýggju
»megafeitur«, og tað er »ótrúligt«, at tað er lukkast at fáa hendur á honum. Kortini verður tað aldrin borið upp á tungu, hvør hesin einastandandi filmurin er! Børn hava lyndi til at brúka orðið gott í staðin [...] vilja vera heima: »Tað ljóðar væl!« Hví »gott« skal kroystast burtur á øllum økjum, veit eg ikki, men úrslitið gerst brongl av hesum slagi. Tað næsta verður, at tú skalt siga teg hava tað væl og ikki ynskja [...] bara inn í eitt enn verri myrkur enn tað í titlinum. Aftan á ynskir hann, at tað var hann, sum varð avbukaður: »So hevði eg ikki havt hesa lemjandi kensluna av hatri til mín sjálvan. So hevði eg í staðin
so nógv av brandskaða. Nógv sót var á andlitunum og tað bar ikki til at turka tað burtur, tí so loysnaði húðin av. Pápin royndi, men tað bar ikki til. Mamman vildi ikki síggja dóttrina aftur, og so fóru [...] r sjálvar leggja til rættis alla jarðarferðina. Tað er nógv betri fyri tey. - Eg mæli altíð til, at kistan er opin soleiðis at tey avvarðandi kunnu síggja tann deyða og somuleiðis til, at foreldrini gera [...] syrgiligt, men eg royni at fáa tað besta burturúr. Tað er jú eisini gamalt føroyskt at hjálpa teimum, sum ikki hava tað so gott. Alt hetta havi eg lært meg heimanifrá. Tá ið eg misti mínar dreingir slapp eg ikki
orðaskiftið kann aftur vera so nógv. Tað kann vera samrøðan millum tvey ella fleiri fólk. Tað kann vera lesarabrøvini, viðmerkingarnar, sjónarmiðini í bløðunum, tað kann vera viðgerðin á tingi ella fundir [...] Thomassen og Gesti Hovgaard. Teir hava her gjørt eitt slóðbrótandi arbeiði, og tað er okkara vón, at hesar greinar elva til eitt gott og breitt orðaskifti. [...] Endamálið við honum er at byggja upp nakað positivt og skilagott. At bøta um nakað, sum ikki er nóg gott. At stinga út í kortið nakað heilt nýtt tvs. at leggja lunnar fyri komandi ættarlið - at byggja brýr
hugsa um, at tað eru so nógv onnur, sum eisini gera jólaprýði og selja. Tað er ringt at kappast við hini, men tað sum vit gera fæst onga aðra staðni. Alt er hondgjørt. Inntøkan av søluni røkkur til tilfarið [...] brúka vanliga januar og februar til jólaprýði og so fara vit undir at gera okkurt til páskirnar. Tá ið tað er liðugt eru jólini aftur á skránni og eftir summarsteðgin tekur tað dik á seg, sigur Hedvig Reinert [...] Lítluvík at keypa jólaprýði, gávulutir og mangt annað. Tað er Verkstaðið Vón, ið stílar fyri. Sølan byrjaði hósdagin í farnu viku og hon heldur fram til og við mikudagin kl. 16.00. Nógv fólk hava verið inni
Suðuroynni, áðrenn hann fer til til Havnar, varð hildin í Vágs Kirkju fyrsta sunnudag í advent. Og fjøldin, ið var samankomin til hesa fráfaringarguðstænastu var ikki lítil. Tað vóru eini 400 fólk í kikju [...] kirkjutænarar, sum á allan hátt hava verið við til at fyrireika guðstænasturnar og gjørt sítt til, at tað hevur gingið so væl. Takk fyri gott samarbeiði og hugnaligar løtur í kirkjuni. Takk fyri innstillingina [...] tykkum. -Tað er við blandaðum kenslum, at vit nú fara higani, tó eg lovi at koma aftur til føstuguðstænastu og, um Guð vil, onkran sunnudag eisini, tí bondini higar eru tað strek. -Hóast vit flyta til Havnar
við sær, at spenningurin heldur sær longur, og tað er ikki nøkur katastrofa, um eitt lið tapir ? tað kann vinnast inn aftur í endaspælinum. Hinvegin ger tað, at kappingin í grundspælinum verður nakað »bleyt« [...] hondbólturin er í framgongd. Tað gongur uppeftir, men tað er alneyðugt, at dómarastøðið fylgir við leikliga støðinum, tí annars kann hondbólturin ikki menna seg meir enn til eitt víst. Tá føroysk lið so [...] ósamdur í, men tað er løgið, at eingin annar er togaður upp við. Svarið skal helst finnast í, at tað at vera hondbóltsdómari er, eins og í øllum øðrum ítróttargreinum, ein ótakksom uppgáva, og tað eru ikki nógv
framleitt gass til brennievni, verða vanliga nýttir til orkuframleiðslu, men kunnu eisini nýtast til at sigla skipið við. Tað er ikki so vanligt, at framleiðsluskipini sigla sjálvi, men tað kann Petrojarl [...] Hava vit Føroyar í huganum, og tað hevur man mest sum alla tíðina, tí tú er so nær markinum, so liggur tað bert fáar fjórðingar frá fiskimarkinum, so tað er ikki so langt til lands í Føroyum heldur. Hóast [...] og so stórbart, so er talan um eitt gamalt skip. Tað er eitt umbygt russiskt móðurskip til undirvatnsbátar, so hvør veit, tað hevur kanska verið við til at føða og tæna teimum mongu russisku undirvatnsbátunum