Vanlig fólkapensión. Taðer kanska býtt at svara tygum aftur uppá tey ósannindi, ið tygum bera fram hvat fólkapensión viðvíkur. Tygum skrivaðu í Dimmalætting 10. desember 1998, at pensionistar høvdu tað ongantíð so gott sum nú. Tí teir (ein pensionistur) fáa 98.148,00 kr. um árið. Hetta er beinleiðis ósatt. Tí eini hjún, har bæði eru yvir 67 ár og sum fáa fulla grundupphædd og pensiónsviðbót og útgjald úr Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum, fáa tilsamans um árið kr. 102.552,00, t.v.s. 51.275 kr. í part.
Ein einstakur fær nakrar krónur meira, men tað kemur langt frá til 98.148,- kr.
Viðmerkjast skal tó, at inntøku- og eftirlønarviðurskifti ávirka pensiónina. Og tað er tað sum vit ganga út frá, at tygum fáa, men tá skulu tygum bestemt ikki kalla tygum vanligan pensionist, men inntøku- og eftirlønarpensionist, t.v.s. ríkmann.
Vinarlig heilsan,
Landsfelag
Pensionistanna