Aftur henda sunnudagin skifti ovasta plássið í 1. deild hjá monnum hendur, tá Kyndil vann á KÍF og sendi H71 niður aftur á silvurplássið.
Við í kappingini hjá monnum eru eisini føroyameistararnir VÍF og Neistin, sum endiliga sær út til at vera komið fyri seg aftur eftir nøkur ár við oyðimarkargongd. Og StÍF-liðið er enn ikki afturúrsiglt, eins og KÍF meir enn einaferð hevur víst, at teir kunnu taka tey sterkaru liðini á bóli.
Hjá kvinnunum eru tey bæði havnarliðini sum væntað við í toppinum, men eisini Stjørnan og VÍF bjóða seg til í oddastríðnum, og nú sær StÍF eisini út til at hava fingið ferð á, betri seint enn ongantíð.
Alt hetta ger bara kappingina meira spennandi og meira áhugaverda. Áskoðararnir, sum fyri nøkrum árum síðani hildu seg burtur, eru komnir aftur, og eisini tað ger tað stuttligari bæði at spæla og at hyggja at hondbólti.
Nøkur feløg hava roynt at havt frásøgufólk undir dystinum, og tónleikur hevur verið, tá steðgir eru í dystinum.
Jú, hondbóltskappingin er »shinað« upp, og tað er gott og ikki minst tiltrongt.
Seinastu árini hevur verið avgjørt at býta kappingina í 1. deild hjá monnum og kvinnum upp í eitt grundspæl og eitt endaspæl, har stigini, sum liðini hava vunnið sær í grundspælinum, verða skorin niður í helvt. Hetta hevur við sær, at spenningurin heldur sær longur, og tað er ikki nøkur katastrofa, um eitt lið tapir ? tað kann vinnast inn aftur í endaspælinum.
Hinvegin ger tað, at kappingin í grundspælinum verður nakað »bleyt«. Tey flestu feløgini munnu hugsa sum so, at veruliga kappingin byrjar ikki fyrr enn aftan á ársskiftið, tá endaspælið fer í gongd. Um vit taka kappingina hjá monnum, hevur Kyndil í løtuni 12 stig, meðan StÍF hevur seks. Kyndil hevur vunnið seks dystir, meðan StÍF hevur vunnið tríggjar. Um hetta var støðan, tá grundspælið endaði, hevði Kyndil farið inn í endaspælið við seks stigum, meðan StÍF hevði trý. Og so skuldi StÍF bert vunnið á Kyndli og so vónað, at Kyndil snávaði einaferð afturat ? so sum H71 gjørdi móti KÍF ? og so var StÍF knappliga nummar eitt!
Hetta er eitt sindur løgið og ger, at tað illa ber til at tosa nakað veruligt um, hvør verður føroyameistari, fyrr enn eina ferð í 1999.
Hví ikki bara koyra kappingina sum eina langa samanhangandi kapping, har hvør sigur gevur tvey stig og ikki sum nú bert eitt stig, sum hann í veruleikanum ger?
VÍF ongar dómarar
Døming og dómarar hava verið nógv til umrøðu í seinastuni, og aftur hetta vikuskiftið vóru dómararnir í andglettinum, hesaferð á Skála, har Neistin klagar dómararnar, tí mett varð, at teir høvdu avgerandi ávirkan á úrslitið.
Nakað annað er, at dómararnir, sum dømdu á Skála sunnudagin, als ikki skuldu døma teir dystirnar. Í kappingarskipanini er VÍF sett at døma teir dystirnar, men tað frættist, at VÍF hevur tikið sínar dómarar aftur.
Tað ljóðar ógvuliga løgið, at eitt so stórt felag sum VÍF, sum ongantíð hevur havt trupulleikar av at manna eitt hondbóltslið, ikki fær mannað eitt dómarapar, sum bert telir tveir mans (ella kvinnur!), tá felagið altíð hevur fingið mannað eitt heilt lið, sum telir sjey ella meir.
Er eingin í Vestmanna, sum er førur fyri at døma ein 1. deildardyst, ella?? Sum nú er, eru tað so at siga bert havnarfeløgini, sum hava dómarar. StÍF hevur eisini, og teir døma eisini væl. Men fyri tað mesta er hetta alt spælarar, sum sjálvir spæla við í somu kapping, teir døma í! Hvar eru allir teir spælararnir, sum spældu fyri tíggju-fimtan árum síðani? Teir kunnu ikki allir vera venjarar, ella?? Nógvir av teimum sita í høllunum hvønn sunnudag, har teir finnast at dømingini úti á vøllinum, men hví døma teir ikki sjálvir?
Noyðast at samanbera
Føroyski hondbólturin er í framgongd. Tað gongur uppeftir, men tað er alneyðugt, at dómarastøðið fylgir við leikliga støðinum, tí annars kann hondbólturin ikki menna seg meir enn til eitt víst.
Tá føroysk lið so koma uttanlands, sum tey ivaleyst øll fegin kundu hugsað sær, eru tey illa fyri beinanvegin, tí tey her møta »veruligum« dómarum, sum døma fyri ymiskt, sum spælararnir ongantíð hava upplivað fyrr.
Tá tú skalt tosa um framgongd, noyðist tú at samanbera við onnur lond (hóast tað er torført í Føroyum, tí vit so at siga ongantíð spæla móti útlendingum), og meðan VÍF so seint sum í fjør vísti, at eitt føroyskt lið veruliga kann fáa góð úrslit í stórum altjóða kappingum, so er føroyska dómarastøðið sum heild væl lægri enn aðrastaðni. Seinastu mongu árini hava vit havt eitt dómarapar, sum í dag bert gongur undir heitinum »Hjalmar og Kristian«, og teir hava í fleiri ár verið altjóða dómarar. Men hví hevur hetta ikki smittað av upp á aðrar dómarar?
At Hjalmar Petersen og Kristian Johansen eru okkara bestu dómarar, man eingin vera ósamdur í, men tað er løgið, at eingin annar er togaður upp við. Svarið skal helst finnast í, at tað at vera hondbóltsdómari er, eins og í øllum øðrum ítróttargreinum, ein ótakksom uppgáva, og tað eru ikki nógv, sum halda seg til. Tí ræður eisini um at stuðla dómarunum heldur enn bert at finnast at, tí tað er sum oftast lítið uppbyggjandi.
Hondbóltskappingin er betri nú, enn hon hevur verið. Tí hevur tað eisini týdning at gera dómararnar betri, so kappingin kann blíva enn betri. Tí hon kann væl ongantíð gerast ov góð.