Jutta lættir sálarpínuna hjá syrgjandi foreldrum

- Sorgin er neyðug fyri at foreldur kunnu fata og viðurkenna, at barn teirra er deytt. Tað hevur eisini stóran týdning, at foreldur fyrireika alt í sambandi við jarðarferðina og ervið og at tey, familjan annars og vinirnir siga ordiliga farvæl, áðrenn tey sleppa barninum, sigur Jutta Kjærbech, sjúkrasystir og jarðarmóðir, sum er heimskend fyri arbeiði sítt við foreldrum, ið hava mist tað kærasta tey eiga. Í sambandi við ræðuliga eldsbrunan í Gøteborg herfyri, ið kostaði 63 ungfólkum lívið, hevur hon hjálpt foreldrum í sorgini.

- Og foreldrini læra meg nakað nýtt hvørja einastu ferð, sigur Jutta, ið kennir deyðan, sorgina og saknin í sínum egna barmi. Hon hevur sjálv mist tveir synir.

Turið Kjølbro


Tað er hjartanemandi, rørandi og samstundis lívsjáttandi at hoyra Juttu Kjærbeck av Tvøroyri greiða frá. Hesa kvinnuna, sum síðani hon misti fyrsta barnið, hevur arbeitt við at lætt sorgina hjá øðrum foreldrum og síðani hevur vígt lívið til hetta arbeiðið og at loysa gátuna um vøggudeyðan. Í samrøðuni greiðir hon frá arbeiði sínum í Gøteborg, haðan hon hevur búð seinastu 30 árini, við avvarðandi at deyðum børnum, hvussu sorgin verður arbeidd og hvussu tey avvarðandi royna at koma á føtur aftur. Fyri fimm árum síðani tók Jutta stig til at stovna felagið ?Vit sum hava mist eitt barn?, og hon eigur eisini heiðurin av sokallaða ?Gøteborgskamodellið?, ið er vorðið heimskent. Tað er ein mannagongd, ið starvsfólk á sjúkrahúsi arbeiða eftir, tá ið foreldur missa børn av sjúku ella vanlukku.

Fyri fýra vikum síðani hendi ein tann størsta vanlukkan í nýggjari tíð í Svøríki. Ein eldsbruni í einum dansihøli í Gøteborg, ið kostaði 63 ungfólkum í aldrinum 12-18 ár lívið, 49 børn hjá innflytarum og 14 svensk børn. Vanlukkan hevur sett djúp sár í svenska samfelagið og nú fýra vikur eru farnar merkja jarðarferðir og minnisgudstænastur framvegis gerandisdagin í býnum. Á plássinum har ólukkan hendi er ætlanin at reisa ein minnisvarða, har liggja framvegis blómur og ljós brenna hvønn dag meðan kenningar hjá teimum deyðu ganga framvið. Sálarringing hevur verið í kirkjunum í býnum fyri øllum teim deyðu, kirkjuklokkurnar ringdu, tað var pinna stilt og øll høvdu høvi at tendra eitt ljós fyri teirra kæru.

- Hetta er so ræðuligt, sum eingin kann ímynda sær. Eg kenni eina familju, ið hevur mist dóttrina, sum var 14 ár. Tey eiga eisini ein sjey ára gamlan son. Foreldrini tordu ikki at siga sannleikan fyri soninum, tí tey vistu ikki, hvat hann fór at siga. Hjá mær hevur tað altíð verið týdningarmikið at siga akkurát sum tað er. Eg kom so á vitjan hjá hesum fólkum, sat og tosaði við dreingin og hevði tikið bókina hjá Astrid Lindgren um Brøðurnar Leyvuhjarta við, sum sigur ikki so lítið um deyðan. Eg gjørdi so av, at sonurin skuldi við at síggja systrina á sjúkrahúsinum.

- Í mínum arbeiði havi eg altíð roynt at fingið foreldrini og onnur avvarðandi at sæð tann deyða. Í hesi vanlukkuni doyðu tey flestu av roykskaða, ikki so nógv av brandskaða. Nógv sót var á andlitunum og tað bar ikki til at turka tað burtur, tí so loysnaði húðin av. Pápin royndi, men tað bar ikki til. Mamman vildi ikki síggja dóttrina aftur, og so fóru vit á sjúkrahúsið við soninum og 23 av vinunum hjá gentuni. Ein og ein fór fram til gentuna og segði eitt seinasta farvæl. Aftaná máttu vit seta okkum niður og tosa um hetta, tí hjá flestu teirra var tað at síggja deyðan fyri fyrstu ferð.

- Jarðarferðin var leygardagin, góða viku aftaná og tað var tann vakrasta jarðarferðin eg nakrantíð havi upplivað. Tey ungu settu sín dám á, tey høvdu miksað saman tónleik, sum gentuni dámdi so væl. Ein av vinkonunum byrjaði við at syngja ein serligan sang fyri gentuni, onnur lósu yrkingar. Løgreglan sperraði gøturnar av fyri allari ferðslu soleiðis at vit kundu ganga omaná kirkjugarðin aftaná líkfylgi-num og tað er fyrstu ferð eg veit um alla mína tíð í Gøteborg, greiðir Jutta Kjærbeck frá.


Altíð arbeitt við børnum

Jutta veit, hvat hon tosar um. Hon eigur fimm synir, tveir doyðu sum smáir. Annar sum 10 mánaðir gamal og hin undir sjálvari føðingini. Tað eru nógv ár síðani, teir høvdu verið ávikavist 25 og 16 ára gamlir í dag. Tá Jutta kom út fyri stóru sorgini at missa var einki gjørt burtur úr foreldrum sum missa. Hon var einsamøll í sorgini.

Jutta Kjærbeck er fødd og uppvaksin á Tvøroyri. Haðani fór hon í 1960 til Keypmannahavnar at læra til sjúkrasystur. Eftir lokna útbúgving arbeiddi hon í fimm ár við psykiatriskum sjúklingum í Keypmannahavn og í 1969 flutti hon til Gøteborg, har hon síðani hevur starvast sum sjúkrasystir. Eftir at hon misti seinna sonin tók hon útbúgving sum jarðarmóðir, men hevur aldri arbeitt í yrkinum.

Seinastu gott og væl 20 árini hevur Jutta arbeitt við børnum, serliga pinkubørnum og øll árini hevur áhugi hennara serliga verið vendur ímóti pinkubarna- og smábarnadeyða, ein gáta, sum hon stríðist fyri at loysa. Jutta var deildarsjúkrasystir á eini barnadeild, men tá ið eitt barnasjúkrahús í Gøteborg varð niðurlagt varð alt hetta virksemið lagt saman í eitt.

- Tá gjørdi eg av, at eg ikki vildi vera deildarsjúkrasystir longur og tí arbeiði eg hálva tíð, har eg taki mær av foreldrum sum missa børn og hálva tíð undirvísi eg starvsfólki á sjúkrahúsum í at taka sær av avvarðandi, tá ið ein ólukka hendir. Tað hevur tikið mær 9 ár at byggja upp sokallaða ?Gøteborgskamodellið?, sigur Jutta Kjærbeck.

Sum nevnt er ?Gøteborgskamodellið? ein mannagongd, sum verður fylgd, tá ið børn og ung doyggja. Starvsfólkini á sjúkrahúsinum, ið taka sær av tí deyða barninum arbeiða eftir eini ætlan, ið dregur tey avvarðandi við. Jutta hevur eisini fingið í lag, at foreldur, ið missa barn av ólukku, fáa høvi til at tosa við løgreglumenninar, sum vóru á staðnum, sjúkrabilafólkini og starvsfólkini á skaðastovuni. Vanliga minnast foreldrini einki aftur til tað, sum varð sagt, tá óhappið hendi, tí tey eru so skelkað. Tá er tað stór hjálp at kunna fara aftur og tosa við tey, sum vóru á staðnum, so tey sleppa undan gitingum.

Jutta er altíð til taks. Sjúkrahúsið setir seg í samband við hana allar tímar á døgninum, um eitt barn doyr ella um eitt barn liggur fyri deyðanum at taka sær av teim avvarðandi. Og flestu sviar kenna Juttu frá sjónvarpinum og útvarpinum, fyrilestrum og samrøðum í bløðum. Kvøldið eftir stóra eldsbrunan var Jutta í svenska sjónvarpinum har hon saman við einum presti, sálarfrøðingi, og eini kvinnu, sum hevur mist mann og tvey børn í eini flogvanlukku, tosaði um sorg og hvussu fólk syrgja.

- Eg havi verið á fleiri ráðstevnum um hesi viðurskifti og næsta ár ætli eg mær á eina altjóða ráðstevnu í New Zealandi, ið er um vøggudeyða.

Jutta hevur tikið ymisk eftirútbúgvingarskeið, sum hava givið henni førleika at granska innan vøggudeyða. Hon savnar saman tilfar um hetta fyribrigdið og ætlar ikki at gevast á hendur fyrr enn gátan um pinkubarnadeyðan er loyst.


Orð eru ikki neyðug

Ikki øll fólk hava yvirskot at seta seg í samband við nakran ella at biða um hjálp, tá ið ein so stór sorg rakar. Jutta setir seg sjálv í samband við foreldur, ið missa, og hon hjálpir teimum ávegis.

Hvussu kann ein hjálpa fólki, ið syrgja?

- Fyri tað fyrsta við at seta seg í samband við tey og tosa við tey. Síðani fari eg á vitjan og tey kunnu altíð ringja til mín. Fyrstu dagarnar eru altíð nógv fólk um tey næstu, familja og vinir, men tá ið jarðarferðin er av og gerandisdagurin byrjar aftur er stilli og tómt. Vikuna aftaná fari eg á vitjan og tá taki eg læknan, sum var á staðnum, við. Síðani kunnu foreldrini seta seg í samband við meg. Vit tosa um alt og nú tað stundar til jóla stúra nógv foreldur fyri, hvussu tað fer at vera. Tí øll eru glað og gera nógv burtur úr jólastákinum, men tey hava ikki orku at gera nakað. Fyrstu jólini eru altíð ring at koma ígjøgnum, tá ið tú hevur mist, tí jólini eru fyri allar familjulimirnar.

- Tað er so lítið ein kann siga, oftast er óneyðugt at siga nakað. Eg royni at hjálpa teimum at fara í gongd við at hugsa um jarðarferð og slíkt, gevi teimum hugskot og nøvn á fólkum, tey kunnu seta seg í samband við. Í Svøríki eru fyritøkur, sum taka sær av øllum, ið sambandi við jarðarferðir soleiðis at tey avvarðandi ikki nýtast at hugsa um nakað. Men eg havi gjørt ein lista yvir alt og so kunnu familjurnar sjálvar leggja til rættis alla jarðarferðina. Tað er nógv betri fyri tey.

- Eg mæli altíð til, at kistan er opin soleiðis at tey avvarðandi kunnu síggja tann deyða og somuleiðis til, at foreldrini gera barnið klárt sjálv, lata tað í teirra egnu klæði og leggja tað í kistuna. Ofta er jarðarferðin ikki fyrr enn tvær vikur aftaná. Skilið sigur teimum at barnið er deytt, men kenslurnar taka yvir og vilja ikki sleppa. Tí er eisini av týdningi, at ommurnar, abbarnir, systkin, vinir og onnur eru við. Serliga systkini, tí lítil børn skilja ikki deyðan. Vit taka hópin av svørt-hvítum myndum av tí deyða soleiðis at tey smáu systkini, sum ikki hava møguleika at minnast, kunnu taka myndina fram aftur og minnast á systkinið, tá nøkur ár eru farin og so tosa um tað.

- Tað hevur sera stóran týdning at siga við foreldrini, at mamman og pápan syrgja ymiskt. Maðurin sigur ikki nógv, hann hugsar meðan kvinnan vil tosa um tað alla tíðina. Um tey ikki vita, at tað er ymiskt, hvussu fólk syrgja, kann hjúnalagið fara at ridla. Tað hevur verið sera vanligt, at hjún eru farin frá hvørjum øðrum eftir at hava mist eitt barn, men nú vit gera nógv burtur úr at greiða frá, at tað er vanligt at syrgja ymiskt, er talið á hjúnaskilnaðum minkað heilt fitt.

- Fólk hava ongantíð tosað um deyðan. Nú er tað meiri vanligt. Á teim allar flestu jarðarferðunum eru kistirnar opnar, tað hevur týdning serliga um tað eru ungfólk, tí so kunnu vinirnir siga ordiligt farvæl. So verða tey ikki so bangin fyri deyðanum. Ofta halda fólk, at deyðin er vandamikil, men tað er hann ikki.

Er tað ikki hugtungt at hava slíkt arbeiði?

- Nei, tað haldi ikki, tí familjurnar eg komi í samband við gerast mínir vinir. Tey læra meg nakað nýtt hvørja ferð. Sjálvandi er tað tungt og syrgiligt, men eg royni at fáa tað besta burturúr. Tað er jú eisini gamalt føroyskt at hjálpa teimum, sum ikki hava tað so gott. Alt hetta havi eg lært meg heimanifrá. Tá ið eg misti mínar dreingir slapp eg ikki at síggja teir aftaná og tað kann eg aldri gloyma. Man noyðist at síggja børnini fyri at skilja at tað er satt, at tey eru deyð.

- Dreingirnir hjá mær hava altíð vitað øll hesi árini síðani eg fór í hetta arbeiðið, at knappliga kann ein seðil liggja á borðinum sum sigur, at ein ólukka er hend og eg má hjálpa til. Tað skilja synirnir hjá mær, sigur Jutta Kjærbeck.


Sorgin er eins

- Tú kemur aldri yvir sorgina at missa eitt barn, men tú lærir at liva við henni og koma víðari. Tú lærir at virða og seta prís á onnur virði. Fyrr var tað so øgiliga umráðandi at gera reint fríggjadag, men tað hevur einki at siga. Tað sum hevur týdning er at geva degnum ans og brúka hann, hjálpa fólki, at siga søgur fyri børnum, at spæla við tey ella bara at sita og nana teimum.

- Sorgin er tann sama uttan mun til húðalið, átrúna, bakgrund og mál. Hesi viðurskifti hava einki at siga, tí øll syrgja eins. Innflytararnir hava teirra egnu tradisjón, tá ið onkur teirra doyr. 40 dagar aftaná deyðan hava tey eina minnisstund aftur og mamman vísir seg ikki millum fólk hesa tíðina. Tey hava eitt tættari tilknýti sínámillum og eitt nógv betri sosialt net enn sviar hava. Vit blanda okkum ikki uppí, hvussu tey gera, men virða teirra siðir og hava tey brúk fyri hjálp at arbeiða sorgina ígjøgnum kunnu tey altíð venda sær til okkum.

- Tey avvarðandi hjá børnunum, ið doyðu í eldsbrunanum, fingu 20.000 krónur í part frá tí almenna. Tað er ikki nógv, men tað hevur kortini loypt øði í onnur, sum hava mist børn frammanundan. Og tað skilji eg als ikki, tí pengarnir koma sera væl við hjá innflytarunum, sum ikki hava nakra trygging og sum ikki hava ráð at geva børnunum eina hátíðarliga og góða jarðarferð, sigur Jutta.


Vit sum hava mist

Í 1993 tók Jutta eftir áheitan stig til at stovna felagið ?Vit sum hava mist eitt barn?. Um tað mundið hevði hon tríggjar familjur í samrøðu, sum allar høvdu mist børn í somu vanlukku. Hesar vildu fegin hittast og tær spurdu Juttu um hon vildi stovna felagið.

- Tað vildi eg fegin og eftir eitt lítið ár tóku foreldrini sjálv við leiðsluni í felagnum. Seinasta mánakvøld gjørdi felagið av at bjóða teimum avvarðandi hjá børnunum, ið doyðu í eldsbrunanum í Gøteborg, um at koma við í felagið. Soleiðis kunnu fólk finna hvønn annan.

- Uttan mun til, um tað eru 63 ungfólk sum doyggja ella eitt so kenna tey avvarðandi seg ógvuliga einsamøll í sorgini. Tá ið tey møta øðrum í somu støðu síggja tey, at lívið gongur víðari. Eg verði altíð uppringd av barnasjúkrahúsinum, tá ið eitt barn kemur deytt inn. Tær nýtist ikki at siga so nógv, tá ið tú heilsar uppá foreldrini. Tá ið læknin sigur við tey, at barn teirra er deytt siga foreldrini altíð, at hetta yvirliva tey aldri. Men tá ið eg so sigi við tey, at sjálv havi eg mist tvey børn og tá ið tú upplivir slíkt verður ein ein positivur persónur. Í august mánaða kom eg í samband við eini foreldur, sum mistu barn teirra í eini traktorvanlukku og so hugsaði eg, at hesi skuldu hitta eini onnur foreldur, sum eisini mistu eitt barn í eini traktorvanlukku. Tá hava tey nakað, sum bindur tey saman. Tey tora at koma fram við sínum kenslum, tey møta fólki, sum hava upplivað tað sama og sum hava kent eins svára sorg og tey. Tað gevur teimum styrki at koma víðari í lívinum.

- Tað hevur ótrúliga nógv at siga, at onkur tekur sær av teimum í sorgini. Fyri nøkrum árum síðani doyði eitt fimm mánaðar gamalt barn í føvninginum hjá mammuni, meðan hon gav bróst. Henda mamman var við barn tá og sjey mánaðir seinni átti hon eina dóttur. Tá kom hon at vitja meg á deildini, har eg arbeiddi, har hon vegna seg og mannin takkaði fyri hjálpina tey fingu tá dótturin doyði. Og so spurdi hon um tey kundu fáa loyvi at kalla dóttrina Jutta. Tað fløvar.

- Nógvar stórar ólukkur eru hendar í Svøríki í summar, har børn eru deyð og fýra av hesum foreldrunum, sum mistu, ringdu beinanvegin til mín, nú henda stóra ólukkan hendi og bjóðaðu seg til at hjálpa. At gera mat og hjálpa til annars. Tey vilja øll geva okkurt afturfyri hjálpina tey fingu, sigur Jutta Kjærbech í viðtali.