viðgekk at hava gjørt eitt mistak, so átti møguliga at verið kutað yvir í eitt yvirlit av gomlum gølum og møguliga eitt prát við okkurt fakfólk. Og at enda kundi óhepni politikarin fingið loyvi til at síggja [...] hyggja eftir Degi og Viku fyri at fáa nakað at vita, og ikki bara tí at sendingin er føroysk! Sum miðlabrúkari her í landinum hevur man tó av og á hug at spyrja, um landið er ov lítið til eina atfinnandi [...] eitast at vera loyst frá hesi jagstranini eftir tíðindum, ið kunnu metast eftir søluvirðinum, tí hvørt húsarhald í landinum er við til at fíggja hesar stovnar, umframt at teir hava rætt til at senda lýsingar
menniskju, sum standa honum nær. Hetta er ikki tí, at hann er sjálvglaður, men tí at hann vil læra seg sjálvan og harvið menniskjað at kenna. Eg haldi, at hann átti at hugt meira djúpt inn í sína sál og fingið [...] læri eg sum oftast at kenna. Tað er klárt, at tað er lættari at modellera fólk, man kennir, men tað er ein stór avbjóðing at modellera fólk, man ikki kennir, og tað er ein partur av tí at vera professionellur [...] gert eitt portrett? ? Tað er spennandi at modellerað eitt portrett. Eitt er, at tú ikki skal hava eitt hugskot, einans royna at fanga persónin. Er tað munur á at gera eitt portrett av einum fólki, man
Hevur tú nakrantíð droymt um at gerast tónleikari? - Ja, hvør hevur ikki tað? Eg doymdi um at vera David Byron (upprunaligi sangarin í Uriah Heep). Hvat hevur tónleikur at siga fyri teg? - Rættiliga nógv [...] fyrsti sangurin, sum tú minnist teg dáma? - Cotton Fields hjá Creedence ella Hey Jude hjá The Beatles. Eg minnist ikki hvør kom fyrst. Hvønn sang ert tú fegnast um at hava verið við til at gjørt ella spælt inn [...] ljóðføri? - Ja, við klaveri. Vit fingu tað gott nokk ikki fyrr enn eg var stórur smádrongur og búgvin at sendast til undirvísing hjá Rigmor Restorff. Spælir tú nakað ljóðføri? - Klaver til húsbrúk og eitt
føroyingar at síggja seinastu politisku glepsini frá tjóðveldis-verkstaðnum á Christiansborg, skrivað av júst SS, sum harra Skaale so rámandi sjálvur plagar at kalla seg í bløðunum. Fyri at vísa, at hann er [...] kontekstini, leypir SS bara um! ? Slíkt er at fuska við keldutilfari ? tað er stutt sagt propaganda! Fyri at taka okkurt dømi úr rúgvuni. Jú, SS royndi at billa dønum inn, at skúlin ikki gjørdist føroyskur fyrr [...] bara formellan týdning. Hetta eigur eisini at koma við hjá samvitskufullum keldumanni. Keldu-falsan av politisku forfylgingini SS visti eisini at siga dønum frá, at tað hevði aldri verið yvirgangur ella harðskapur
skyldfólk teirra gjørdu av at boða løgregluni frá. Expressen veit eisini at siga, at tann 24 ára gamli hevði greitt mammuni frá, hvussu hann var rýmdur av morðstaðnum, og at hann hevði leigað ein hýruvogn [...] tá tær komu í bløðini og sjónvarpið. Tá sonurin so gjørdi av at raka alt hárið av høvdinum, skilti hon, at hon, at hann mundi hava sagt satt. Hon greiddi nøkrum skyldfólkum frá tí, sum sonurin hevði sagt [...] løgregluni, at tað var hann, sum leyp á og stakk Onnu Lindh, uttanríkisráðharra í NK-handlinum í Stockholm tann 10. september. Sambært blaðnum Expressen skal maðurin hava sagt mammu síni, at hann hevði
teimum sonevndu ekspertunum at siga, at venjingin var skeiv og soleiðis. - Eg skal ikki siga, at júst hetta var orsøkin, men í øllum førum hevur tað so víst seg, at vit hava megnað at hildið eitt hampuliga javnt [...] eftir kappingini Eftir at hava fingið fest í sigarettina er venjarin til reiðar at práta um árið, sum hesa løtuna náddi sínum klimaks. Skytte hevur ofta havt orð fyri at siga tingini á sín egna hátt. [...] ígjøgnum hjá. - Hetta hevur so eisini nakað at gera við, at vit alla tíðina hava arbeitt miðvíst við at eleminera tey mistøk, sum eru gjørd í dystum. Millum annað eftir at vit seinast leiktu móti B36. Tá spæla
ger, at naivir politikarar, ið halda at EU og øll lond annars eru rættvís og handla eftir marknaðartreytum, koma at gera meira skaða enn gagn. Hvat loysnin í rækjuvinnuni er, er ov tíðliga at siga, men [...] landskassin eigur at eftirgeva skuld til skip undir fremmandum flaggi. Væl er raksturin undir føroyskum flaggi dýrur, men har fylgja eisini nøkur frammihjárættindi við. At flagga út má merkja, at sersømdir frá [...] flota. Føroyingar hava fyrr roynt at riðið á tveimum hestum. Hvør minnist ikki loynikróksbátarnir við alverðsins eksotisku fløggum, ið føroyskir spekulantar mannaðu, fyri at sleppa undan gjørdar avtalur, ið
kjak um at leggja Útvarpið og Sjónvarpið saman. Fyrst er at siga, at sum vanligur føroyskur siður er, tá eitt ella annað evni er til viðgerðar, er forarbeiðið út av lagið vánaligt ? fyri at siga næstan [...] skumpar hin av rókini. Eg skal ikki siga, at tað, sum stendur skriva omanfyri, er satt, men soleiðis havi eg ein illgruna um, at tingini hanga saman. Aftur til evni um at leggja stovnarnir saman, er tað bara [...] elskar at tosa um seg sjálvar. Fyrst draga teir Jákup Mikkelsen inn í upptøkurúmið, tí so fáa teir tað nýggju damunua í mentunarmálaráðnum Anitu Fríðriksmørk at staðfesta, at hon atlaðar ikki at røra Sjónvarpið
meinar, at tað eru kvalitativir fyrimunir at heysta við eini samanlegging av útvarpinum og sjónvarpinum, eigur eisini at gera sær greitt, at hetta er ein strategi, ið krevur umfatandi íløgur. Og at tað er [...] viðgerð av málinum. Umsitingin í SvF. Sum eitt argument fyri, at peningur er at spara við at leggja stovnarnar saman, førdi Jákup Mikkelsen fram, at umsitingin av Sjónvarpi Føroya í 2002 kostaði góðar 10 milliónir [...] hesum yvirliti at sleingja út, at umsitingin í SvF kostar 10,1 milliónir krónur er sera misvísandi. Talið umfatar eina rúgvu av økjum, sum einki hava við umsitingina at gera, men sum eru tengd at framleiðsluni
sera væl at veðrinum. Tey siga, at tað hevur verið gott veður so at siga, síðani tey komu. ? Onkran dagin hevur tað sjálvandi verið grátt og regnað, men ongin dagur er farin framvið uttan, at tað hevur [...] ræðast vindin, men satt at siga, so vita vit ikki, hvat tað er tey tosa um. Men vit hava lagt til merkis, at fólk her hava stóra virðing fyri vindinum, siga tey og leggja afturat, at tey hava hoyrt um ódnirnar [...] vitan um Føroyar gjøgnum tey. Og Stine sigur, at hon væl dugir at síggja, at tey bæði, tá tey einaferð eru flutt niðuraftur, fara at royna at gera eitthvørt fyri at menna kunnleikan um Føroyar í Danmark. ?