Nakrar viðmerkið kjakið í FOKUS tann 30. september.
Í seinastu viku reisti tingmaðurin Jákup Mikkelsen spurningin um at leggja Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya saman í ein stovn. Týskvøldið tók sjónvarpssendingin FOKUS upp táttin og beyð tingmanninum saman við landsstýriskvinnuni í mentamálum Annitu á Fríðriksmørk at viðgera spurningin í beinleiðis kjaki.
Í kjakinum vóru grundgevingar og upplýsingar settar fram, sum í nógvum førum vóru beinleiðis skeivar ella ófullfíggjaðar. Fari tí at loyva mær at bera fram nakrar sannroyndir, ið eg meti kunnu varpa meira ljós á málið og byggja undir eina sakliga viðgerð av málinum.
Umsitingin í SvF.
Sum eitt argument fyri, at peningur er at spara við at leggja stovnarnar saman, førdi Jákup Mikkelsen fram, at umsitingin av Sjónvarpi Føroya í 2002 kostaði góðar 10 milliónir ella helvtina av samlaða umsetninginum.
Fyri tað fyrsta eru 10 milliónir ikki helvtin av samlaða umsetninginum hjá SvF men 37%. Fyri tað annað er talið 10 milliónir í umsitingarútreiðslum í SvF fullkomiliga burturvið. Talið er helst er tikið úr einum yvirliti í fíggjarlógini fyri komandi ár, har víst verður hvussu nógvur peningur burturav varð brúktur til keyp og framleiðslu av sendingum í 2002. Har eru útreiðslurnar býttar upp soleiðis:
Keypt, útlendskt
tilfar: 1,6 milliónir kr.
Føroysk framleiðsla
burturav:14,8 milliónir kr.
Allar aðrar
útreiðslur:10,1 milliónir kr.
Við grundarlagi í hesum yvirliti at sleingja út, at umsitingin í SvF kostar 10,1 milliónir krónur er sera misvísandi. Talið umfatar eina rúgvu av økjum, sum einki hava við umsitingina at gera, men sum eru tengd at framleiðsluni av sendingum uttan beinleiðis at kunna skrivast upp á nakra ávísa sending, t.d. keyp og leiga av tøkniútgerð, innkeyp av bondum, løn til teirra, ið senda um kvøldarnar og rakstur av myndasavni sjónvarpsins. Talið sigur einki um, hvussu stór umsitingin í Sjónvarpi Føroya er. Tað kundi Jákup Mikkelsen lisið seg fram til, um hann hugdi í roknskapin hjá SvF, sum hann hevði gjøgnum floksskrivara sín hevði biðið um at fingið útflýggjaðan undan sendingini.
Hyggja vit at útreiðslunum hjá stjórn, umsiting og deildini fyri felagsútreiðslur á stovninum í 2002, so vóru hesar tilsamans 5,1 milliónir kr. 1,2 milliónir av hesum fóru til rakstur av bygningum (hita, el o.a.) og bilum (brennievni, umvælingar v.m. ), og 1,4 milliónir kr. vóru nýttar til inntøkugevandi virksemi, t.v.s. innkrevjing av hyggjaragjaldi, til lýsingasølu og rakstur av eydnuspølum. Til veruliga umsiting vórðu so nýttar umleið 2,5 milliónir ella 9% av samlaðu útreiðslunum, og er tað ikki nógv fyri ein stovn við so umfatandi og fjølbroyttum virksemi, sum talan er um í sjónvarpinum.
Lat meg samstundis upplýsa fyri teimum hyggjarum, sum kanska hava havt hug at ilskast við tankan um, at onnur hvør króna av tí dýra hyggjaragjaldinum fer til umsiting, at útreiðslurnar til beinleiðis framleiðslu, innkeyp og útvarping av sjónvarpssendingum í 2002 vóru hægri enn samlaðu inntøkurnar av hyggjaragjaldinum. Sostatt er hvør einasta króna frá hyggjaragjaldinum er farin til sendingar.
Hvat siga dømini?
Í sendingini varð ført fram, at sjónvarp og útvarp eru ein savnaður stovnur í flestu londum kring okkum: Í Stórabretlandi og í norðurlondunum Íslandi, Noreg, Danmark og Svøríki. Hetta er bert eitt argument í tann mun, tað er satt, og í tann mun tað er samanberiligt við okkara egnu viðurskifti.
Í Svøríki er hetta t.d. als ikki galdandi. Har eru tríggir ymiskir og sjálvstøðugir almennir stovnar, ið fáast við útvarps- og sjónvarpsframleiðslu: Sveriges Radio (SR), ið burturav fæst við útvarpsframleiðslu, Sveriges Television (SVT), ið fæst við sjónvarpsframleiðslu, og Utbildningsradion (UR), ið fæst við at gera undirvísingar- og upplýsingartilfar til bæði útvarp og sjónvarp, og hevur sínar egnu senditíðir á sjónvarps- og útvarpssendinetinum.
Hini trý Norðurlondini, ið vóru nevnd, hava saman við Stórabretlandi vissuliga havt sjónvarp og útvarp undir einum stovni, men útvørpini og sjónvørpini hava verið rikin sum sjálvstøðugar deildir við egnum leiðslum, egnum programmpolitikki og egnum fíggjarætlanum. Felags leiðsla og umsiting hevur stórt sæð bara umfatað felags innkrevjing av brúkaragjaldi og yvirskipaðar avgerðir um fíggjarliga býtið av inntøkunum millum teir báðar miðlarnar.
Hyggja vit at Noreg, Danmark og Íslandi, so hava vit sæð eina ávísa gongd fram ímóti størri integrering av útvarpi og sjónvarpi. Men her hevur í øllum førum verið talan um eina innihaldsstýrda miðlastrategi og ikki eina rationaliserings- ella spariætlan. Hetta sæst best við at hyggja at ítøkiligu stigunum, ið hava verið tikin innan almennu fjølmiðlarnar í hesum londum:
Í Íslandi hava útvarp og sjónvarp higartil arbeitt fullkomiliga sundurskilt. Seinastu tvey-trý árini eru stig tikin til ávist redaktionelt samstarv yvir um miðlarnar báðar og onkur einstøk redaktión (ítróttarredaktiónin) er vorðin tvímiðlað, t.v.s. framleiðir til bæði útvarp og sjónvarp. Grundarlagið fyri hesi samanrenning er íløgur í nýggjar karmar og nýggja tøkni. Eitt nýtt útvarps- og sjónvarpshús er bygt, ið er tøkniliga og praktiskt lagað til eitt samstarv millum miðlarnar.
Í Danmark hava útvarp og sjónvarp í DR verið fullkomiliga sundurskild programmpolitiskt og skipanarliga. Í sambandi við, at DR er í ferð við byggja nýtt útvarps- og sjónvarpshús í Ørestaden, hevði leiðslan ætlanir um at lata ein stóran part av virkseminum verða fleirmiðlað, soleiðis at einstøku redaktiónirnar framleiddu til bæði sjónvarp, útvarp og alnótina. Grundarlagið undir hesi strategi, hvørs endamál var at gera gagn av tí samvirkanarfyrimuni (synergi-effekt), ið fæst við samanrenning millum fleiri miðlar, var, at tøkniligu og bygningarligu karmarnar til hetta kundu skapast í teirri nýggju byggingini. Her er tað hent, at tann politiskt valda nevndin fyri DR hevur noktað leiðsluni at arbeiða víðari við hesum ætlanum. Grundgevingin er, at tann nýggja redaktionella eindin fer at gerast ov sterk í samlaðu miðlamyndini í Danmark, og at tað -sambært nevndini- er betur fyri demokratiið, at útvarpstíðindini og sjónvarpstíðindini í DR verða varðveitt sum ymiskar redaktiónir í innihaldsligari kapping hvør við aðra.
Í Noregi hava útvarps- og sjónvarpsparturin av virkseminum hjá NRK altíð verið greitt sundurskildir. Í hesum døgum fer ein umlegging av regionala virkseminum fram, har fleiri útvarps- og sjónvarpsstøðir verða niðurlagdar og eitt minni tal av lokalum eindum verða skipaðar, har redaktiónirnar arbeiða við fleiri miðlum. Aftur inniber strategiin íløgur í heilt nýggjar karmar í virksemið, t.v.s. í tøkniíløgur og í ný- og umbyggingar av húsum, sum egna seg til nýggja virksemið. Samstundis nýtir NRK stórar milliónaupphæddir at nýútbúgva starvsfólkini á regionalu eindunum, tí mett verður at nýggjur fakligur førleiki skal til, tá framleiðast skal til útvarp og sjónvarp á somu redaktión.
Sama er galdandi fyri BBC, sum serliga á regionala økinum hevur lagt útvarps- og sjónvarpsvirksemi saman, og hevur fylgt hesum upp við umfatandi íløgum í tøkni, nýbygging og eftirútbúgving av starvsfólki.
Í Svøríki eru ongar ítøkiligar ætlanir um at leggja teir verandi tríggjar stovnarnar saman.
Samanumtikið kann tí sigast um tey dømini, ið verða søgd at tala fyri eini samanlegging av ÚF og SvF:
?Um ein hyggur at, hvussu teir samanløgdu stovnarnir í londunum kring okkum eru skipaðir, so eru sjónvarps- og útvarpsvirksemið innan hesar stovnar í øllum førunum programmpolitiskt og fíggjarliga sundurskild, og í stóran mun eisini skipanarliga/organisatoriskt sundurskild.
?Í tann mun útvarps- og sjónvarpsvirksemi verða løgd saman í londunum kring okkum, er hetta ein partur av eini breiðari strategi, ið miðar eftir eini innihaldsligari samanrenning av miðlunum, og sum samstundis inniber umfatandi íløgur í nýggja tøkni, nýggjar bygningar og í endurbúgving av starvsfólkunum, ið skulu arbeiða innan nýggju fleirmiðlaðu eindirnar.
Almennu føroysku fjølmiðlarnir: Hvat er at vinna fíggjarliga við at leggja saman?
Hyggja vit fyrst eftir rationaliseringsfyrimunum við at leggja stovnarnar saman, soleiðis sum umstøðurnar eru í løtuni, so er skjótt at gera teir upp:
Sparast kann umleið 1,5 ársverk við at leggja innkrevjingina av útvarps- og sjónvarpsgjaldinum saman. Men hetta er lætt at gera utttan at leggja stovnarnar saman. Samstundis eru útlit fyri, at dupulta innkrevjingin gerst óaktuell um stutta tíð, tí Mentamálaráðið hevur kunngjørt ætlanir um at umskipa sjón-varps- og útvarpsgjaldið til eitt kringvarpsgjald, ið verður tikið inn yvir skattin. Her er tí eingin rationaliseringsvinningur, ið neyðturviliga er knýttur at eini samanlegging av stovnunum.
Ein samanlegging av stovnunum vil ikki broyta tann veruleika, at virksemisøkini framvegis fara at liggja í hvørt sínum býarparti í høvuðsstaðnum, og nøkur tøknilig samanrenning av miðlunum og teirra framleiðslum er tí ikki praktiskt gjørlig. Hinvegin skal helst nýtast arbeiðsorka til at samskipa virksemið á báðum støðum, um stovnarnir kortini skulu rekast undir einum.
Verða stovnarnir lagdir saman er helst ætlanin, at ein yvir- ella aðalstjóri verður settur at leiða nýggja stovnin. Men tað vil framvegis vera neyðugt at hava ein deildarstjóra fyri ávikavist útvarps- og sjónvarpsvirksemið. Og hóast umsitingarnar verða lagdar saman í eina við einum umsitingarleiðara, so verður hinvegin neyðugt at nýta meiri orku til starvsfólkaleiðslu, útbúgv-ing, samskipan v.m. Útreiðslurnar til leiðslu fara tí heldur at vaksa enn at minka við eini samanlegging.
Ført hevur verið fram, at kanska einasta veruliga sparingin vil vera ein felags móttøka og telefonvekslari. Ella sum Georg L. Petersen orðaði tað í Dimmu: Man sparir kanska eina telefondamu. Men tá deildirnar framvegis fara at liggja í hvør sínum enda av býnum, er ikki eingang hendan sparingin serliga sannlík.
Ført hevur verið fram, at stovnarnir hava stórar umsitingar, og tí má vinningur vera við at leggja saman á hesum øki.
Veruleikin er tann, at bæði ÚF og SvF, sum víst á frammanfyri í døminum við SvF, hava rættiliga smáar og bíligar umsitingar í mun til støddina á virkseminum, og at ein samanlegging, sum skal innibera at sama nøgd av virksemi sum nú skal halda fram undir einari felags leiðslu, heldur fer at gera umsitingina dýrari enn bíligari.
Niðurstøðan viðvíkjandi fíggjarliga vinninginum av at leggja saman er tí tann, at tað sannlíkt verður dýrari at reka báðar stovnarnar undir einum.
Hvat kann vinnast innihaldsliga við at leggja stovnarnar saman?
Um fjølmiðlapolitiskur meiriluti er fyri at skapa ein sterkan almennan fjølmiðil, sum kann gera nýtslu av tí samvirkanarfyrimuni (synergi-effekt), sum kann fáast tá útvarp, sjónvarp og alnót samvirka, so er ein samanlegging av ÚF og SvF helst skilagóð.
Men ein skal gera sær greitt, at hetta er ein strategi, sum krevur íløgur heldur enn fremur sparingar. Skal strategiin virka, so nakar positivur fyrimunur fæst á innihaldssíðuni, er neyðugt at gera íløgur í nýggjar karmar og nýggja tøkni, so tað tøkniliga og praktiskt verður gjørligt at reka miðlarnar saman. Hetta merkir annaðhvørt bygging av einum nýggjum útvarps- og sjónvarpshúsi, sum er tøkniliga og rúmliga innrættað til ætlaða virksemið, ella at verandi útvarpshús verður útbygt við einum sjónvarpsbygningi.
Samstundis vil tað vera ein innihaldsligur missur, at tann kappingin, sum í dag er millum sjónvarpið og útvarpið á tíðinda- og programmsíðuni, hvørvur. Ein kapping, sum skapar ein fjølbroyttari tíðindaflutn-ing, og sum ferð eftir ferð, vísir seg í, at miðlarnir báðir ofta sama kvøld hava heilt ymiskar søgur á breddanum ella ymiskar vinklar til somu søgu. (Tann, ið ivast í hesum ella vil kanna hetta, kann fara inn á alnótina, har tíðindasendingarnar hjá báðum stovnum eru at finna og kunnu samanberast dag um dag fleiri vikur aftur í tíðina; ein slík gjøgnumgongd avlívar skjótt mýtuna um, at tað altíð eru somu tíðindi, sum ganga aftur í báðum fjølmiðlunum.)
Tann politikarin, ið seriøst meinar, at tað eru kvalitativir fyrimunir at heysta við eini samanlegging av útvarpinum og sjónvarpinum, eigur eisini at gera sær greitt, at hetta er ein strategi, ið krevur umfatandi íløgur. Og at tað er ein strategi, ið setir teir verandi privatu miðlarnar undir munandi størri trýst í kappingini um hyggjarar/lurtarar/lesarar.
Men trupulleikin tykist vera sjónvarpið...
Í kjakinum í sjónvarpsstovuni týskvøldið kom móti endanum fram, at endamálið als ikki er at fáa ein samrakstur av útvarpinum og sjónvarpinum, men heldur onkursvegna at fáa broytt sjónvarpið og programmpolitikk tess.
Nú er kringvarpslógin soleiðis orðað, at programmpolitikkurin hjá sjónvarpinum er ein uppgáva, sum burturav viðkemur leiðslu sjónvarpsins, og sum skal haldast leys av øllum politiskum áhugamálum og allari politiskari ávirkan. Tað er tí ikki upp-gávan hjá politikarum at viðgera og diktera programmpolitikkin hjá sjónvarpinum.
Men politikarar hava sjálvandi rætt at hava sínar meiningar, og skal eg tí eisini stutt gera viðmerkingar til tað programmpolitisku sjónarmið, ið Jákup Mikkelsen førdi fram í sendingini.
Jákup Mikkelsen førdi fram, at SvF eigur at gevast heilt við at senda útlendskt tilfar, nýta tann sparda peningin til at gera meira føroyskt tilfar og senda føroyskt burturav.
Hesum sjónarmiði eri eg sum so ikki ósamdur í. Og hetta er eisini eitt programmpolitiskt stig, ið verður umhugsað á stovninum. Men ein skal gera sær greitt, hvat tað merkir.
Um vit hyggja at útreiðsluyvirlitinum frá fíggjarlógini fyrr í greinini, sum Jákup Mikkelsen í kjakin-um endurgav og argumenteraði útfrá og tí helst hevur bæði lisið og gjøgnumhugsað, so sæst, at útreiðslurnar til keyp av útlendskum tilfari í 2002 vóru 1,6 milliónir krónur (útlendska tilfarið er bílígt, tí SvF hevur at kalla ókeypis rættindi at nýta sendingarnar hjá DR og TV2), og útreiðslurnar til føroyskt tilfar burturav vóru 14,8 milliónir krónur. Hetta merkir -við einfaldari rokning- at verður alt tað útlendska tilfarið spart burtur, økist tøki peningurin til framleiðslu av føroyskum tilfari við 11%. Um vit rokna ta arbeiðstíð við, sum í dag verður nýtt til at leggja útlendsku sendingarnar inn í skránna og til at senda tær út í luftina, er sparingin tilsamans 15%. Miðal framleiðslan av føroyskum tilfari í dag svarar til umleið 1 tíma og 10 minuttir um dagin. Við eini øking upp á 15% kemst upp á umleið 1 tíma og 21 minuttir um dagin. Um ein partur av tilfarinum verður endursendur, vil dagliga sendiskráin hjá SvF í miðal verða umleið 2 tímar.
Hetta er fyrstu ferð ein politikari hevur havt eitt so realistiskt boð upp á, hvat ið veruliga fæst av føroyskum sjónvarpi fyri tann pening, ið SvF hevur at arbeiða við.
Vónandi merkir hetta eisini, at Jákup Mikkelsen skilir, at um meira føroyskt tilfar skal á skránna, so má eisini meiri peningur verða tøkur at framleiða tað fyri.
Finnið eitt fokus í fjølmiðlapolitiska kjakinum!
Kjakið um samanlegging av útvarpinum og sjónvarpinum vísir mest av øllum eitt fjølmiðlapolitiskt kjak fullkomiliga uttan innlit og uttan fokus. Politikarar sleingja út avgjørdar meiningar um almennu miðlarnar og framtíð teirra -Jákup Mikkelsen er ikki nakað eindømi- uttan at seta seg inn í, hvat teir tosa um, og uttan at kanna hvørji, ið tey veruligu viðurskiftini og teir veruligu trupulleikarnir hjá stovnunum eru.
Um Jákup Mikkelsen hevði sett seg inn í málið, hevði hann - fyriuttan at fingið innlit í, hvat veruligi kostnaðurin hjá stovnunum til leiðslu og umsiting er - eisini fingið innlit í eina røð av aktuellum og ítøkiligum trupulleikum, sum mugu loysast, áðrenn tað yvirhøvur ber til at hugsa um at reka stovnarnar undir einum:
?Bæði útvarps- og sjónvarpssendinetið eru niðurslitin, ótíðarhóskandi og hava ein ófullfíggjaðan dekning, og neyð-ugt verður at gera íløgur í tíðarhóskandi sendinet í næstum.
?Sjónvarpið er tøkniliga afturútsilgt, heilar skipanir eru niðurslitnar og sjónvarpið hevur ein íløgutørv á tøkniøkinum upp á 17,8 milliónir krónur komandi tvey fíggjarárini fyri framhaldandi at kunna framleiða og senda regluliga eins og nú.
?Báðir stovnarnir hava politiskt og lógarliga avmarkaðar inntøkumøguleikar, sum ikki fylgja prís- og lønarvøkstrinum, og verður fíggjarliga støðið undir virksem-inum tí líðandi máðað burtur.
Í staðin fyri í heilum at viðgera innihaldið í sjón-varpinum og útvarpinum, sum teir sambært teirra egnu kringvarpslóg ongan rætt hava at leggja seg útí, hevði verið ynskiligt, at landsins politikarar loystu tað, sum er teirra uppgáva: At skapa greiðar karmar fyri almennu fjølmiðlarnar at arbeiða innanfyri. Karmar, sum gera tað gjørligt at reka virksemið tøkniliga, t.d. at senda sendingarnar í eini tíðarsvarandi góðsku. Karmar, sum áseta vavið á virkseminum og tryggja, at fíggjarlig orka er at fremja hetta í verki. Og karmar, sum tryggja public service endamálið og seta greitt skott ímillum fjølmiðlastovnarnar og politiska myndugleikan.
Meðan vit bíða...
Eg fari at enda við aftur at tríva í kjakið í sjónvarpssendingini týskvøldið. Georg L. Petersen frá Dimmalætting og Anita á Fríðriksmørk mentamálaráðharri førdu fram, at tað er ein fyrimunur at varðveita ta kapping, sum er millum stovnarnar í dag. Hesum afturvísti Jákup Mikkelsen við tí grundgeving, at sjónvarp og útvarp eru so ymisk og ósamanberilig, at ein kann ikki tosa um kapping teirra millum. Tað er sum at samanbera eitt súkklulið við eitt fótbóltslið, segði tingmaðurin.
So spyr ein seg sjálvan: Um eitt súkklulið og eitt fótbóltslið eru so ymisk, at tað ikki gevur meining at tosa um kapping teirra millum, hvørja meining og hvønn fyrimun gevur tað so at leggja tey saman? (Hvussu nógvar súkklarar skulu vit vænta at síggja á vøllinum, tá KÍ næsta kappingarár skal royna at stríða seg fram til oddasessin í fyrstu deild?)
Hetta kunnu vit hugsa um, meðan vit bíða eftir einum seriøsum fjølmiðlakjaki og einum fjølmiðlapolitikki, ið fokuserar á veruliga trupulleikarnar hjá almennu fjølmiðlunum og miðar eftir at fremja eitt opið, upplýst og kritiskt kjak í samfelag okkara.