Legg bara ÚF og SvF saman

   

Í samband við sjónvarpsendingina "Fokus" Týskvøldið 30.09 var eitt lítið kjak um at leggja Útvarpið og Sjónvarpið saman. Fyrst er at siga, at sum vanligur føroyskur siður er, tá eitt ella annað evni er til viðgerðar, er forarbeiðið út av lagið vánaligt ? fyri at siga næstan onki.
Eingin av hesum trimun fólkunum høvdu gjørt sær nakran ómak at kanna, hvussu veruliga støðan er, bæði her heima og uttanlands. Tað undrar meg, at tit hugsa so stutt, sum tit gera, tað er líka best at ikki røra tílíkar "heilagar kýr", sum hesir stovnar eru.
Lat meg viðmerkja Sjónvarpið, sum elskar at tosa um seg sjálvar. Fyrst draga teir Jákup Mikkelsen inn í upptøkurúmið, tí so fáa teir tað nýggju damunua í mentunarmálaráðnum Anitu Fríðriksmørk at staðfesta, at hon atlaðar ikki at røra Sjónvarpið. Hesin nýggi mentunarmálaráðharrin veit ivaleyst, at skal hon verða sitandi í sínum starvi eina tíð, er best at nøra um sínu egnu, tí báðir stjórarnir á "vørpunum" hava úttala seg, og teir hava ongan áhuga, at annar kemur og skumpar hin av rókini.
Eg skal ikki siga, at tað, sum stendur skriva omanfyri, er satt, men soleiðis havi eg ein illgruna um, at tingini hanga saman.
Aftur til evni um at leggja stovnarnir saman, er tað bara vanligt vit og skil sum talar fyri hesum. Er tað EIN stovnur sparir tú húsaleigu, tekniska útgerð t.d. ljóðútgerð, umsiting, stjóralønir, og ivaleyst kunna bæði útvarps og sjónvarps fólk nýta "vitan" frá hvørjum øðrum.
Eitt annað, sum eg haldi vera áhugavert, er at t.d. fólk sum arbeiða í útvarpinum hava áhuga í t.d. nátturu, gera góðar sendingar (Jónheðin Tróndheim) hevði verði stuttligt at sæð onkrar sendingar við myndum. Somuleiðis um sjónvarpið hevði eitt evni, sum kundi verið fylgt upp dagin eftir í útvarpinum. Man kann eisini hugsa sær at ein samanlagdur stovnur hevði ráð at sett fólk í starv sum hava áhuga í mentan, og sum hevði tíð og evnir at fara í dýbdina við mentani. Síðst eg sáð okkurt sum eitur mentunartíðindi í sjónvarpinum var at verturin spurdi ein yrkjara um hann tímdi at lesa eina yrking og hann var so fittur og segði at tað var í lagi, hetta kundi tað sama verið barnaløtan.
Aðrar sendingar sum vanta á báðum stovnum eru t.d. sendingar um etik, moral, sálarfrøði, heimspeki, pedagogik, undirvísing, skúla, ungdómsendingar, politikk, bøkur og ivaleyst nógv annað. Ella sagt á annan hátt at fara inn í dýbdina, og ikki bara bíligt undirhald eitt fitt prát og so tónleik.
Eitt sum kom fram í sendingi "Fokus" at tosað var um kapping millum stovnarnar (einki nýtt í SvF). At hesi fólkini brúka hetta sum tað einasta argumentið, er ov vánaligt tí hvat er tað stovnarnir kappast um. Er tað at spæla popptónleik dagin langan, spurnarkappingar (botnurin), lesa søgur sum fólk sum ikki eru á lívið lesa upp, ella er tað bara vanligt mikrofonhaldarí. Um tað var EIN stovnur so kundi hann kappast við Rás 2, bløðini aðrar sjónvarpsstøðir og alnótina.
Í sendingini var alnótin ikki nevnd við einum orði (einki nýtt í Svf). Har stendur ein tíðinamaður, ein tingmaður og so tann kollveltandi mentunarmálaráðharrin. Ikki ein av hesum almennu persónum kundi hugsa nøkur ár fram í tíðina og nevna alnótina sum longu hevur verið til í fleiri ár og hvat hon fer at broyta hesar stovnar til, tað er ótrúligt at man kann hugsa so langt ha...??
Longu nú eru bæði útvarp, sjónvarp og dagbløð á alnótini. So sum vanarnar broytast hevur hvørt húsarhald eina farteldu sum bæði sendur ljóð og myndir í toppgóðsku. Og tá er spurnigurin hvat skal man við einum sjónvarpskassa. Um bløðini skullu verið við í kappingi mugu tey senda livandi myndir og ljóð, og somuleiðis útvarpið. Og hvar er sjónvarpið tá.
Tað er sjálvandi alnótin sum verður avgerandi hvussu fjølmiðla-heimurin kemur at síggja út um nøkur ár, og neyvan tveir stjórar sum nú muga gera sær greitt hvat teir vilja við sínum stovnum. Eitt er hvat tann nýggikollveltandi mentunarráðharrin sigur, men framtíðini fáa tit ikki stegða.