Skal hava viðgingið morðið á Onnu Lindh

Mijailo Mijailovic skal hava sagt mammu síni, at hann fekk eyga á uttanríkisráðharran inn í NK-handlinum

Tað vóru skyldfólk hjá tí 24 ára gamla Mijailo Mijailovic, sum søgdu svensku løgregluni, at tað var hann, sum leyp á og stakk Onnu Lindh, uttanríkisráðharra í NK-handlinum í Stockholm tann 10. september.
Sambært blaðnum Expressen skal maðurin hava sagt mammu síni, at hann hevði myrt ráðharran. Tað var nakrar fáar dagar aftan á morðið, og skyldfólk teirra gjørdu av at boða løgregluni frá.
Expressen veit eisini at siga, at tann 24 ára gamli hevði greitt mammuni frá, hvussu hann var rýmdur av morðstaðnum, og at hann hevði leigað ein hýruvogn úr miðbýnum í Stockholm.
Sambært Expressen kendi mamman sonin aftur á myndunum úr NK-handlinum, tá tær komu í bløðini og sjónvarpið. Tá sonurin so gjørdi av at raka alt hárið av høvdinum, skilti hon, at hon, at hann mundi hava sagt satt. Hon greiddi nøkrum skyldfólkum frá tí, sum sonurin hevði sagt, og tey boðaðu løgregluni frá, skrivar Expressen.
Tann 24 ára gamli maðurin hevur noktað seg sekan undir avhoyringum, men sambært keldum í Stockholm heldur løgreglan seg hava so góð prógv ímóti manninum, at hann verður dømdur sekur kortini.