Ambivalentur moralistur

Ringsted<DPTAB>    á mikkjalsmessu 2003

Pedantisk blaðrevsing
Sum sjálvbjargin loysingarmaður hevur Sjúrður, blaðskrivari, Skaale funnið sær eina sonevnda nichu í Keypmannahavn ? ein lýggjan danskan skáa afturundir Christiansborg, har hann hevur fingið tjansin sum vællønað factotum hjá harra Tórbirni Jacobsen, fólkatingsmanni og loysingarprofeti.
Fullveldis-Skaale hevur fyri danskan pening innrættað sær eitt tjóðveldislaboratorium við øllum hugsandi hentleikum í sjálvum tí danska Fólkatinginum ? sig so, at danir ikki eru tolerantir og fittir menn.
Arbeiðið fyri norðuratlantisku loysingarmeinigheitina er valla serliga tíðarkrevjandi, so vit mugu halda, at harra Skaale keðir seg eitt sindur í arbeiðs-tíðini. Men treyðugt so, Danmark hevur nógv at bjóða einum ovurføroyskum loysingarmanni, og avlopstíðin í Keypmannahavn kann brúkast til hvørt av sínum, eitt nú smettusøgur, propagandafyrilestrar og republikansk lesarabrøv. Tað hevur ikki vakt sørt av áhuga millum blaðlesandi føroyingar at síggja seinastu politisku glepsini frá tjóðveldis-verkstaðnum á Christiansborg, skrivað av júst SS, sum harra Skaale so rámandi sjálvur plagar at kalla seg í bløðunum.
Fyri at vísa, at hann er sína donsku fólkatingsskrivaraløn ríkiliga verdur, er hesin SS-blaðmaður sum ein annar Erasmus Montanus við fremstafingri á lofti farin at belæra sjálvstýrismannin, Lassa Klein um blaðskriving, og í somu syftu fer hann ráðisliga eftir Dimmalættingarmonnum á Skáanum. SS hevur leingi í febrilskum, nærmast neurotiskum greinum herjað á Sosialin, tí hann kennir eitt kall sum journalistiskur smakksdómari.
Og nú er SS tungt skelkaður og forargaður vegna danska pressu ? tessvegna sær hann seg noyddan til at »revsa« og manuducera føroyskar blaðmenn viðvíkjandi kelduupplýsingum spesielt og journalistiska kynstrinum generelt.

Feia fyri egnari gátt, Skaale!
SS hevur grúiliga ilt av, at føroyskir blaðmenn ikki altíð geva upp keldur og bókmentaávísanir, tá ið teir skriva. Hann hevur eisini hjálpt donskum blaðmonnum í Keypmannahavn við síni skriving, so teir fingu ilt fyri hjartað.
Sjálvandi mugu vit geva SSi rætt í, at kelduávísingar kunnu vera eitt rímiligt krav ? bæði í bløðum og fyrilestrum ? serliga tá ið tað snýr seg um kontroversielt tilfar ella beinleiðis avskrift (plagiat), men tað kunnu roknast upp nógv dømi, har blaðmaðurin sjálvur við sínum autoriteti og vitan heftir fyri innihaldinum, og har verður ilt at kanna hjørtu og nýru, og tað er heilt burturvið at krevja, at vanligar blaðgreinir um triviel evni skulu hava kelduávísan hvørja ferð. Hetta er hvørki juridiskt- ella moralskt krav, og tað hevði gjørt journalistiska arbeiðið ómøguligt. Tað er jú ikki vísindaligt tilfar, menn fáast við.
Og hvussu er nú við keldum og kelduviðferð hjá SSi sjálvum. Er hann ikki sjálvur ein av søgufalsarunum? Hann var t.d. í Føroyahúsinum á Vestarubrúgv fyri tveimum vikum síðani og helt ein sonevndan fyrilestur um føroysk politisk viðurskifti fyri eini sakleysari danskari fjøld, ein deild av Norrøna felagnum.
Evnið var sera kontroversielt, og Skaale kom við nógvum postulatum og frelstum leysasøgum, sum vóru uttan dokumentatión. Hví borðreiðir hesin samvitskufulli moralistur við hálvum- og heilum ósannindum? Er slíkt ikki manipulatión? Hvussu ber tað til, at hesin erkvisni »keldumaður« er so líkasælur við keldukritikki og litteraturi, tá ið hann sjálvur skal handfara tilfar, har kontekstin hevur alt at siga. Præmissur, sum hava alstóran týdning í sjálvari fatanini av kontekstini, leypir SS bara um! ? Slíkt er at fuska við keldutilfari ? tað er stutt sagt propaganda!
Fyri at taka okkurt dømi úr rúgvuni. Jú, SS royndi at billa dønum inn, at skúlin ikki gjørdist føroyskur fyrr enn í 1938 av donskum ávum. Hetta skelkaði áhoyrararnar, men hetta er heldur ikki veruleikin. Verða premissurnar tiknar við, og tað skulu tær hjá keldukritiskum manni, so er veruleikin nógv meira kompleksur, nevniliga tann, at tað vóru føroyingar sjálvir, sum á Løgtingi í 1912 við hini herostratisku grein 7 kravdu, at undirvísingarmálið skuldi vera danskt. Tað hevði verið sera trupult fyri eina og hvørja danska stjórn at andøvt ímóti tí, sum ein føroyskur meiriluti kravdi.
Líka frá tí javnaðarmenn komu á ting í 1928 arbeiddu teir miðvíst saman við tí moderata partinum av sjálvstýrisflokkinum fyri at fáa grein 7 um undirvísingarmálið tiknað burtur, og tað eydnaðist 10 ár seinni, tá ið danski undirvísingarmálaráðharrin J. Jørgensen strikaði grein 7. Hetta hevði verið ein meira sonn og keldurættari frágreiðing um undirvísingarmálið í Føroyum, men annars vóru tað fáir føroyskir lærarar, sum ikki meginpartin av tíðini, hóast grein 7, undirvístu á føroyskum, so hon hevði næstan bara formellan týdning. Hetta eigur eisini at koma við hjá samvitskufullum keldumanni.

Keldu-falsan av politisku forfylgingini
SS visti eisini at siga dønum frá, at tað hevði aldri verið yvirgangur ella harðskapur (t.e. vold) í føroyskum politikki frá nationalari síðu. Hetta er eitt groft postulat og beinleiðis lygn.
Hevði SS verið keldurætt manuduceraður av sínum umhvørvi, hevði hann vitað, at í tíðini líka frá 1936 og til 1950, tá ið knappliga fólkaflokkurin forlovaði seg við sambandsflokkinum og gav seg undir Kristian Djurhuus sum løgmann, var javnliga yvirgangur og harðskapur móti teimum »annarleiðis hugsandi«, sum sambands-, sjálvstýris- og javnaðarfólk vórðu kallaði av nógvum loysingarmonnum.
Tað vóru ikki bara vanligir ótangar, sum tóku lut í politisku forfylgingini. Ein politiskur oddamaður, sum seinni gjørdist løgmaður, eggjaði til forfylgjan av »annarleiðis hugsandi«.
Parola hansara var, so seint sum stutt fyri valið í 1950: »Endamál okkara er at reka allar sambandsmenn úr øllum álitisstørvum her á landi«. Og tað er greitt, at tá ið politiska klimaið var so betendað, gav tað nógvum fanatikarum næstan carte blanche til at taka seg sjálvan til rættis, og dømini eru avbera nógv um grovan, bæði psykiskan- og fysiskan yvirgang, sjálvt um bert ein evarskalítil partur varð umrøddur í bløðunum. Men eg kann nevna okkurt, sum SS átti at kent til, og ger hann tað ikki, er hann púra ókvalificeraður at skriva um politiska søgu.
Hans Jacob Jacobsen (Heðin Brú) landbúnaðarráðgevi og Hákun Hansen, sýslumaður vórðu við hørðum riknir úr sínum lógliga virksemi av feðgunum Patursson og øðrum loysingarhetjum norðuri í Klaksvík undir sonevnda bóndastríðnum stutt fyri kríggið. Tað var grovur yvirgangur, og fullveldisbøndurnir vórðu eisini stevndir av fútanum fyri tilburðin og máttu ynkiliga biðja donsku stjórnina um fyrigeving seinni fyri at sleppa undan fongsulsrevsing.
Stemingurin á veljarafundum kring landið var so óhugnaligur, at Sosialurin brúkti orðið terror um politiska atburðin hjá fullveldismonnunum. Menn brúktu nevarættin. Í summum plássum var ómøguligt hjá sambandsmonnum at fáa talufrið fyri ýlandi og brølandi fanatikarum úr loysingarliðinum.
Undir krígnum, tá ið politiskur fundur var í Havn, sat eitt fast lið av yngri fullveldisfanatikarum og ýldu á teimum fremstu sessunum í Sjónleikarhúsinum. Teir leikaðu so ógvisliga í viðhvørt, at sambandsmenn ikki hættaðu sær á røðarapallin, og tí skyld ikki sluppu at brúka sín demokratiska talurætt. Har var bara talufrælsi fyri chauvinistarnar. Og so vágaðu slíkir menn at taka orðið frælsi í sín munn. Tað var vold, harra Skaale.
Fleiri danir vórðu í Havn stutt aftaná kríggið brutalt álopnir bert tí, at teir vóru danir. Men onkuntíð gekst loysingarmonnum illa ? ein dani, sum varð álopin niðri við Tórsgøtu, var vanur at berjast, og hann vardi seg so væl, at tann reysti sjálvbjargnismaðurin lá eftirá. Alt hetta kann dokumenterast við nøvnum, harra Skaale, men tú fært ikki keldurnar frá hesum í hesum umfari. Tú mást finna tær sjálvur, og tú skalt vera sera klossutur, um tú ikki við eitt sindur av kanning og fyrispurningum kann finna fram til tilburðirnar ? nógv fólk minnast væl enn, bara tey vilja ? sjálvt um tað ikki hevur staðið í bløðunum.
Sjálvur minnist eg ein veljarafund í Havn, har ein gløggur og djarvur sambandsmaður við makt varð tikin av røðarapallinum, tí hann vágaði sær at kritisera ta arrogantu juntaina av heimvendum asfaltsloysingarmonnum. (Hetta kann alt kelduprógvast, harra Skaale, men tú mást sjálvur gera rannsóknararbeiðið).
Fleiri dømi um harðskap
Harafturat vita vit vitnisfast, at Petur Mohr Dam hevur minst tríggjar ferðir verið fyri attentatroynd. Hvat við bumbuni undir Løgtingshúsunum 18. september 1945? Var tað ikki yvirgangur og harðskapur, harra Skaale?
Ein javnaðartingmaður var stutt aftaná kríggið beinleiðis burturførdur í bili og læstur inni í fleiri samdøgur, fyri at atkvøðugreiðslan í einum tingmáli skuldi standa á jøvnum, so at málið fall. Var tað ikki yvirgangur, harra Skaale?
Louis Zachariassen og familja fingu hús síni so dálkaði og yvirmeiggjað við skarni, skemdarorðum og skuldsetingum, at politimenn vóru skelkaðir og karaktiseraðu tað sum ómenniskjansligan terror. Viðhvørt fingu tey ikki náttarfrið fyri brutalum fullveldispøbli. Harumframt fekk Louis eisini nógvar álvarsamar telefoniskar hóttanir frá loysingarliðinum.
Dimmalætting var ofta plágað av ótangum, og Dimmalættingarmenn hættaðu sær sjáldan einsamallir gjøgnum býin eftir ljósatendring.
Martin Joensen, blaðstjóri á Sosialinum var fyri grovum álopi í Havn stutt eftir, at heimastýrislógin varð viðtikin. Javnaðartingmaðurin Ingvard Jacobsen, sum var dugnaligur skrivari í Fiskimannafelagnum varð koyrdur frá av loysingarmonnum, sum so settu sín egna mann, harra Jákup í Jákupsstovu í staðin fyri. Har varð eingin saklig grund, bert tann, at man ikki vildi hava ein javnaðarmann í hesum álitisstarvi! Slíkt berufsverbot er eisini vold ? andilig vold, harra Skaale. Tað er vold móti fakfelagsfrælsi, móti tankafrælsi, móti politiskum frælsi!
Kristian Djurhuus, løgmaður varð fyri attentatroynd í fimti-árunum. Og hvussu harðliga leikaðu tjóðveldismenn ikki í ímóti Peturi Mohr Dam, løgmanni, tá ið hann kom heim frá samráðingum við danir í 1959. Ein av tjóðveldisfloksins kvøldsetupiltum sló eftir løgmanni, og bert tí ótangin varð yvirmannaður av hjástandandi fólki, var P. M. Dam bjargaður. Hvussu varð ikki lærarafelagsformaðurin Poul Petersen viðfarin stutt eftir av somu tjóðveldishvølpum í gamla kommunuskúlagarðinum, tá ið hann tók orðið móti villskapinum hjá chauvinistunum. Teir feiku oddamenninir í tjóðveldisfloksins leiðslu krupu og luskaðu nærhendis, men tordu ikki rættiliga at vísa seg millum tann brølandi pøbilin. Var tað ikki yvirgangur, harra Skaale?
Nei, harra Skaale, lat vera at sminka og bagatellisera skemdargerðinar hjá loysingarrørsluni í Føroyum. Hon er eitt svart og sera ótespuligt kapittul í føroyskari søgu, og so leingi vit hava danska grundlóg, fer tað ikki at eydnast tær og tínum líkum at skriva søguna um aftur ella revidera hana (sum gjørt varð í Sovjetsamveldinum) so hon passar betri til nútíðar-image. Fullveldisrørslan hevur verið merkt av ræðuliga ódemokratiskum atburði og nógvum harðskapi. Her eru bert tiknir við nakrir av ræðuleikunum. Hetta er einfalt faktum fyri keldusannan søguskrivara, um hann dugir ella hirðir at leita sær upp keldutilfar.
Tað er paradoksalt, at ein so braneggjaður og kritiskur blaðrevsari sum SS dumpar í elementerari føroyskari søgu.

ARUP-syndromið
Fullveldis-Skaale hevur eins og aðrir kyklopar úr loysingarliðinum kastað hatur at Niels Arup, skrivara í statsministeriinum beint eftir kríggið. SS illgitir og roynir at gera henda heiðursmannin til ein ráðan og eirindaleysan imperialist, sum av sínum eintingum ella saman við táverandi amtmanni skal hava pønsað uppá at manipulera føroyingar aftaná kríggið. Hesum evangeliinum undirhelt SS eisini við í Føroyahúsinum og danir vórðu sjálvsagt illa við.
Men er tað nú keldurætt, at Arup var eitt slíkt skrímsl, sum SS roynir at gera hann til við hjálp av leysum citatum, sum eru tikin burtur úr tí rúgvusmiklu kontekstini? Hvør manipulerar?
Hvussu nógv er nú um »imperialismuna« hjá Niels Arup? Ja, hann og Petur Mohr Dam vóru vinmenn, og Arup tosaði ofta við menn í Havn aftaná kríggið, og hann gjørdi sær tann ómak at lurta eftir sjónarmiðunum hjá serliga javnaðar- og sjálvstýrismonnum, sum jú hvørki vóru loysingar- ella sambandsmenn. Hann setti sær fyri, at tey mistøk, sum danir vóru lagdir undir áðrenn kríggið, skuldu rættast.
Undan krígnum høvdu nógvir loysingarmenn politiskt livað av at skuldsett Danmark fyri ikki at hava brúkt nóg mikið av peningi í Føroyum. Arup vendi byttuni heilt við, og hann kom føroyskum krøvum á møti við at skjóta upp ymiskar skipanir, sum kundu verða Føroyum til skjótan og effektivan bata. Hevði hann ikki gjørt tað, vita vit væl, hvussu loysingarliðið tá hevði ýlt og brølað um vanrøkt av Føroyum. Nógvar av genialu loysnunum hjá Arupi, sum eru merktar av konstruktivari vælvild móti føroyskum sjónarmiðum, vórðu beinleiðis inspireraðar av práti hansara við Petur Mohr Dam og aðrar føroyskar javnaðarmenn. Nú vóru góð ráð dýr hjá fullveldismonnum, tí teir ynsktu onga semju ? teir vildu tá sum nú hava konfrontatión, og valdu at skuldseta danir generelt og Arup specielt fyri at vilja keypa føroyingar. Argumentið undir krígnum um, at Danmark sum »kolonimakt« skuldi vanrøkja Føroyar, var nú ikki brúkiligt meira; tí kom kúvendingin hjá chauvinistunum, og síðani hevur fullveldispípan fingið tað stupida ljoðið, hon hevur enn, at danskir embætismenn við Arupi á odda vildu køva og kvala føroyingar við ov stórum peningaveitingum. Og sjáldsama skjótt so vendu allir veður-hanarnir tann vegin og góðkendu hetta perversa argumentið, og tað hava teir stórt sæð gjørt til henda dag! Tí tað bagir altíð illa barnið okkurt! Óansæð hvat danir gera, so skal tað fyri hesar menn vera ónt, óreint og skeivt! Primitiva mantraið er: Danin er fanin! Loysingarmenn eru soleiðis altíð heilgarderaðir í síni permanentu paranoia!
Men skal Arup lastast, skulu javnaðarflokkurin og Gamli Sjálvstýrisflokkurin lastast, tí Arup gjørdi stutt sagt ikki annað enn tað, sum javnaðarmenn og moderatir sjálvstýrismenn ynsktu, nevniliga at slóða fyri einari politiskari loysn millum Føroyar og Danmark, eini skipan, sum kundi halda, stutt sagt heimastýrislógini.
Arup var ikki nakað ómenni! Pápi mín kendi væl Arup og lat altíð væl at honum sum einum fyrikomandi, samvitskufullum og sera dugnaligum embætismanni, og harafturat var hann ein sannur Føroyavinur! Tað er ómansligt, at SS og aðrir av hansara tjóðveldislíkum alsamt spilla henda mannin út, bert tí hann við sínum effektiviteti gjørdi tað turrgeldu loysingarrørsluna arbeiðsleysa eina tíð, so menn aftaná ørvitisárini sluppu uppaftur úr sandkassanum kundu fara til arbeiðis og fáast við rættiligan politikk til gagns fyri allar landsins íbúgvar.

Ein lítil uppbyggilig søga
Fyri at upplýsa tann keldufegna Skaale eitt sindur um, hvussu forpestað lagið var millum manna, og hvussu helsligin nógv fólk vóru síðst í tretivunum og fyrst í fjørutunum, tá ið fullveldisrópini vóru hvøllari og harðari enn nú, skal eg siga SS frá einari sannari søgu úr eini lítlari bygd í Føroyum. Bygdin hevur færri enn 300 fólk ? er hon nevnd, so er hon kend.
Í hesi bygd vóru íbúgvararnir stórt sæð greiðir yvir, hvør hoyrdi til hvønn politiska partin, og tí skuldi verið nøkurlunda greitt, hvussu nógvar atkvøður, hvør flokkur skuldi hava, men tað svitaðist ikki, at við hvørt valið sá tað út, sum um loysingarmenn fingu eina atkvøðu ov lítið, og javnaðarflokkurin fekk eina atkvøðu ov nógv. Hetta var leingi ein gáta, men so hendi tað, at ein av teimum valtilnevndu álitisfólkunum úr javnaðarflokkinum av misgáum kom at síggja atkvøðuseðilin hjá einum kvinnuligum veljara í bygdini. Álitisfólkið sá tey bønandi eygu hjá hesi kvinnu, sum øll hildu vera av allarítastu loysingarfólkum, ? eyguni bóðu um, at tað aldri varð avdúkað, at hon valdi javnaðarflokkin, sjálvt um øll í hennara umhvørvi vórðu intimideraði til at vera loysingarfólk.
So sterkt var trýstið og kúgingin, at gerandisdagurin kundi ikki greiðast, um hon hevði spælt við opnum kortum sum javnaðarfólk. Hon mátti ýla við úlvunum fyri at fáa frið! Hon ræddist, sum so mangur fyri repressalium! Tað var ógvuliga vanligt tá!!! Hetta var eisini dømi um psykiskan yvirgang, harra Skaale, og eitt skal SS vita, og tað er, at nógv fólk í Føroyum hava tað soleiðis í dag, at tey ikki hætta sær at vísa, hvat tey halda, fyrr enn tey eru í atkvøðuboksini.
Heimildarfólkið til henda tilburð er farið undir grønu torvu, men vit eru nógv, sum hava hoyrt søguna fortalda.

Hví vendir Skaale ikki byrsuni?
Men hví skjýtur SS bara ein veg, nú hann er farin at reinsa og rudda upp í føroyskum fjølmiðlum, sum hann ikki heldur vera nóg álítandi? Hevur hann veruliga ongantíð varnast, hvussu egni gurumaður hansara í Tinganesi manipulerar við keldutilfari, bæði skrivliga og munnliga? Hvussu nógvar óhyrligheitir og vitleys postulat eru ikki komin frá hesum politiska dilettanti? Hvussu ofta hava løgtingsmenn ikki til fánýtis roynt at fingið Tinganesdrongin at hildið seg til sannleikan? Hví skipar tann keldumoralski, sannleikasøkjandi og doce-randi SS ikki fyri, at kompetentir menn lata feðgarnar Hoydal og aðrar tjóðveldisdemagogar taka ein lygnadetektor? Ja, tað hevði verið nossligt, ha?
Nei, Skaale, skalt tú tøma køstin í føroyska fjølmiðlaheiminum, mást tú avgjørt leggja fyri í tínum egna flokki ? har er allarmesta og fúlasta spillan. Vilt tú skjóta, mást tú kúvenda byrsumúlanum og so mást tú við tínum avmarkaða politiska handalagi ansa væl eftir, at tú ikki skjýtur teg sjálvan í fótin.