Frá Nørrebrúgv til Brúgvarskiftið

Stine Stærmose og Freddy Pedersen úr Keypmannahavn eru júst flutt til Viðareiðis saman við tíggju mánaðar gomlu dótrini Sally, har tey bæði skulu arbeiða sum lærarar á Viðareiðis skúla

Lærarahúsini á Viðareiði liggja beint yvir av hugnaliga prestagarðinum í Ónagerði. Lív er júst komið í aftur húsini eftir, at eitt danskt par við einum barni er flutt inn. Hesi bæði, Stine og Freddy, eru flutt frá eini brúgv til eina aðra.
Tey vóru búsitandi í lítlari íbúð á Nørrebro í Keypmannahavn og eru nú flutt til Brúgvarskiftið á Viðareiði.
? Tá vit høvdu fingið dótrina, settu vit okkum niður at umhugsa okkara verandi støðu. Um vit skuldu royna nakað nýtt ella sláa okkum fast niður í Keypmannahavn, greiða tey bæði frá.
Tey búðu í eina sera lítlari íbúð á Nørrebro, og tá dóttirin var komin, hildu tey, at stundin var komin til at taka eina avgerð, um hvat síðani skuldi henda.
Bæði vóru tey samd um, at tey vildu royna okkurt nýtt, áðrenn tey fóru at keypa hús og sláa seg niður. Og tað endaði so við, at tey gjørdu av at flyta til Føroyar. At tað júst bleiv Viðareiði, var meira av tilvild og útfrá lærugreinunum í skúlanum, heldur enn at tað júst skuldi vera eitt smápláss.

Vildu til Føroyar
Tey høvdu sum so ongan kunnleika til Føroyar, tá tey tóku avgerðina um at flyta higar. Men tey vistu so frætt, at forvitni hjá teimum var vakt.
Stine gekk í mammubólki saman við tveimum føroyskum mammum, og tá hesar frættu um ætlaninar hjá Freddy og henni, gjørdust tær ein góð hjálp, tá tey bæði fregnaðust um oyggjarnar.
Freddy var í Føroyum í tríggjar dagar í 1990, og tá hugsaði hann um, at hann vildi aftur.
? Men tað var ikki orsakað av mammubólkinum, at vit byrjaðu at tosa um Føroyar, tað var meira av tilvild, sigur Stine.
Meðan hon gekk heima við Sally og gav bróst, plagdi hon at lesa nógv. Ein dagin datt hon um nakrar bóklingar um Føroyar sum ferðamannaland. Hon settist at lesa hetta, og forvitnið og áhugin vaks. Hon sigur, at nógvir lærarar í Danmark fara eitt tíðarskeið til Grønlands at arbeiða, men tað ikki nakað fyri tey, so tey gjørdu av at fara at kanna møguleikarnir fyri at fáa starv, hús og barnaansing í Føroyum.
Tey skrivaðu eina umsókn til Mentamálaráðið, har tey opið og erliga greiddu frá, hvat tað var, sum tey høvdu hugsað sær. Tey fingu ein lista yvir skúlarnar og lærugreinarnar, har lærarar manglaðu, sendandi. Og tað endaði við, at tey søktu starv á Viðareiðis skúla og einum øðrum ? útfrá teimum lærugreinunum, sum tey skuldu undirvísa í, um tey fingu starv.

Góður skúli
? Vit eru mettað av stórbýarlívinum, sigur Stine og leggur afturat, at tá tey fóru at tosa um at flyta til Føroyar, vóru tey samd um, at tað skuldi ikki verða til Tórshavn. Tey vildu sleppa til eitt friðarligt stað, sum var heilt øðrvísi og ikki bar brá av stórbýarlívi.
? Tað er so nógvur gangur í einum stórbýi, og tað halda vit ikki er nakað fyri eitt smábarn. Og í Danmark er tað púra vanligt, at barnafamiljur flyta út um býirnar. Vit hava bara valt at royna okkurt heilt øðrvísi, siga tey og smílast.
? Og júst hetta, at vit eru so troytt av at vera stórbýarfólk, er høvuðsorsøkin til, at vit vildu flyta, sigur Freddy, sum júst er komin aftur frá arbeiði. Hann letur sera væl at skúlanum á Viðareiði og bæði siga tey, at hann er minst líka væl fyri, sum nógvir skúla í Danmark.
Tá tey hoyra um skúlar í Føroyum, sum ikki kunna liva upp til ta nýggju fólkaskúlalógina, nikka tey samtykkjandi og siga, at tað er tann sami trupulleikin í Danmark.
? Nógvir skúlar í Danmark halta langt aftanfyri ? bæði tá tað kemur til viðlíkahald og at fylgja við fólkaskúlalógini, sigur Freddy, og tað halda bæði, er harmiligt.
Freddy viðgongur tó, at sjálvandi eru tað nøkur viðurskifti á skúlanum, sum kundu verið øðrvísi og betur, men sum heild er hann stak væl nøgdur við umstøðurnar at arbeiða undir.
Tey siga, at størsti munurin við at koma til ein so lítlan skúla er, at her noyðast tey at undirvísa í fleiri lærugreinum, sum tey ikki vanliga hava gjørt í Danmark. Men tað hava tey sum so onki ímóti og halda, at tað kann so avgjørt verða mennandi.

Veðrið
Stine og Freddy lata sera væl at veðrinum. Tey siga, at tað hevur verið gott veður so at siga, síðani tey komu.
? Onkran dagin hevur tað sjálvandi verið grátt og regnað, men ongin dagur er farin framvið uttan, at tað hevur klárað upp, og tað er nakað, sum er heilt øðrvísi enn í Danmark, sigur Stine.
Hon greiðir frá, at tá tey fara frá húsum í Danmark, og tað regnar, so hava tey vanliga alt við. Tað vil siga regnklæðir og annað. Og tað hava tey vanliga brúk fyri allan dagin. Men so er ikki í Føroyum.
? Tað er løgið, at tað brádliga skiftir soleiðis til at vera fínasta veður lítla løtu eftir, at tað hevur oyst niður, halda tey bæði. Og tey undrast eisini á, at tá hann dregur á luftina, so tykist tað kortini sum um, at okkurt ljós sleppur niður úr himmalhválvinum, og tað verður ikki so øgiliga myrkt.
Longu nú hava onkrir dagar verið við heilt fitt av vindi, men tað hugsa tey bæði ikki nógv um.
? Fólk hava spurt okkum, um vit ræðast vindin, men satt at siga, so vita vit ikki, hvat tað er tey tosa um. Men vit hava lagt til merkis, at fólk her hava stóra virðing fyri vindinum, siga tey og leggja afturat, at tey hava hoyrt um ódnirnar, sum leikaðu í áttaíárunum og fyrst í nítiárunum. Men tað er sum sagt ikki nakað, sum tey ganga og hugsa um. Tey verða vanliga heldur mint á tað av fólki, sum spyrja.
Fjøllini og náttúran hava so sanniliga eisini gjørt sítt inntrykk á tey bæði. Tey siga, at tað er lekkurt at hyggja út gjøgnum vindeygað og síggja stórfingin fjøll allastaðni rundan um tey. Men Stine viðgongur tó, at tað kann gerast heldur trongt við øllum fjøllunum, tí hon ikki sær so langt.
? Onkuntíð longist mær eftir at síggja so langt, sum eygað ber, sigur hon, men heldur samstundis, at tað bert er ein spurningur um at venja seg við tað.

Danir kenna ikki Føroyar
Stine og Freddy halda tað vera syrgiligt, at danir kenna so lítið til Føroyar.
? Vit hava livað eitt langt lív í Danmark uttan at kenna nakað sum helst til Føroyar uttan, at tit eru ein partur av ríkisfelagsskapinum. Og tað er "trist", siga tey.
Tey gleða seg til at fáa vitjanir av vinfólki niðrifrá, sum kunnu ogna sær eitt sindur av vitan um Føroyar gjøgnum tey. Og Stine sigur, at hon væl dugir at síggja, at tey bæði, tá tey einaferð eru flutt niðuraftur, fara at royna at gera eitthvørt fyri at menna kunnleikan um Føroyar í Danmark.
? Vit vita meira um Noreg og Svøríki enn um lond í okkara egna ríki, og tað er at skammast yvir, halda tey.
Freddy heldur eisini, at tað var harmiligt, at tá so endiliga ljósið varð varpað á oyggjarnar í fjølmiðlunum í Danmark, tá var tað bara fyri ta lemjandi búskaparligu kreppuna, sum rakti Føroyar. Og hetta ljósið var við til at geva vanliga dananum eina negativa mynd av Føroyum.
? Tað var so sanniliga ikki tann besta marknaðarføringin av hesum landinum í Danmark, sigur hann.

Fallin væl til
Spurd um, hvussu longi tey hava ætlanir um at verða í Føroyum, svara tey bæði, at í fyrstu atløgu í eitt ár.
? Vit verða her í eitt ár, og so fáa vit at síggja, hvussu vit trívast tá, sigur Freddy. Men tey dylja ikki yvir, at tey longu nú, hóast tey bert hava verið her í tveir mánaðir, eru fallin væl til.
Tey siga, at fólk hava verið so avbera vinarlig og hava tikið sera væl í móti teimum.
Freddy greiðir frá, at ein maður stakk inn á gólvið og beyð teimum at vera vælkomin. Nakrar dagar seinni var grindadráp í Hvannasundi, og sami maður kom innaftur og spurdi hann, um hann hevði hug at koma við. Freddy fór við honum, og hann sigur, at drápið var eitt stórt upplivilsi. Sjálvandi fekk hann sín part afturfyri at hava verið við í drápinum og uppskeringini. Og herfyri át danska familjan grind til døgurða. Og tey lata væl at.
? Vit hava ætlanir um at royna allan tann serføroyska matin, sum er her. Men nú fáa vit at síggja, hvussu tað fer at ganga, og um okkum fer at dáma seyðaheila, sigur Stine flennandi.
Stine sjálv er júst byrjað at arbeiða, tí tey hava tikið sær góðar stundir til at venja dótrina, Sally, sum liggur og svevur, við dagrøktina. Men Stine gleðir seg at koma rættuliga í gongd, og ikki kann annað sigast, at hóast hendan lítlan familjan hevur framt eina stóra broyting í teirra gerandisdegi, so eru tey longu fallin til.