Veðhaldstíðin er farin, hóast júst hetta skipið var ein av sólstrálusøgunum við í fleiri ár at verða av frægastu í føroyska flotanum.
Nú er vent í holuni. Skipið er eitt av teimum, ið fekk eftirgivið skuld í 1999 frá somu samgongu, ið letst verða ímóti øllum stuðuli. Hendan skuld verður endaliga eftirgivin eftir ávíst áramál. Nú flaggar skipið út, og so er spurningurin, um landskassin eigur at eftirgeva skuld til skip undir fremmandum flaggi.
Væl er raksturin undir føroyskum flaggi dýrur, men har fylgja eisini nøkur frammihjárættindi við. At flagga út má merkja, at sersømdir frá landskassanum fella burtur, og tað sama við kvotum og fiskidøgum eitt nú í Eysturgrønlandi og í Newfoundlandi, ið Føroya Landstýri hevur forhandlað vegna egnan flota.
Føroyingar hava fyrr roynt at riðið á tveimum hestum. Hvør minnist ikki loynikróksbátarnir við alverðsins eksotisku fløggum, ið føroyskir spekulantar mannaðu, fyri at sleppa undan gjørdar avtalur, ið føroyskir myndugleikar vóru bundnir av? Tá stóðu myndugleikarnir tíbetur stinnir, men hvussu verður nú, tá Fólkaflokkurin ræður fyri borgum?
Hentleikaflagg er ikki loysnin hjá rækjuvinnuni. Tað er løgið, at eingin hevur tosað um at økt eginpeningin í hesum skipum, talan er um. Hava eigarnir ikki sjálvir ráð, so eru møguleikar aðrastaðni. Gongur hetta ikki, traðka konkurslógirnar til, hóast hetta sjálvsagt er harmiligt fyri allar partar. Ein húsagangur ger ikki so stóran mun fyri føroyska samfelagið, um alternativið er útflagging.
Í Grønlandi finst ein fastlønarskipan við bonus umborð á grønlendskum trolarum. Har sigla nógvir føroyingar, og trívast teir væl har. Hví ber ikki til at tosa um eina slíka skipan í Føroyum? Ein slík skipan hevði hjálpt fiskimannin í sløkum tíðum, og lætt um raksturin hjá reiðaríum við jøvnum hýrum, og øktum inntøkum í góðum tíðum. Tað er í hvussu so er løgið, at slíkt ikki so mikið sum verður tikið uppá tungu, tá nú feløg finna uppá at fara undir hentleikaflagg.
Rækjutrupulleikin snýr seg ikki bara um flotan, men eisini um rækjuvinnu á landi. Yngru liberalistarnir vilja helst siga, at eitt virki á landi kann keypa og selja rækjur frá hvørjum, tað vil og til hvønn, tað vil, sjálvt um føroysku skipini eru burtur. Hevði heimurin bara verið so einfaldur! Triðjalandsproblematikkurin ger, at naivir politikarar, ið halda at EU og øll lond annars eru rættvís og handla eftir marknaðartreytum, koma at gera meira skaða enn gagn.
Hvat loysnin í rækjuvinnuni er, er ov tíðliga at siga, men tað má átalast, at eingin í kjakinum hevur nortið við hýruskipanina og krav um økta eginogn t.d. við breiðari eigaraskara.
Sosialurin