var komin til Føroya. Nú í heyst hevur hon fingið fyrstu fráboðanir. Dorete Bloch ivast ikki í, at veggjalúsin sum onnur óynskt skaðadjór er komin til Føroya, við tað at føroyingar nú ferðast so nógv. Fysta [...] hon veit um í Føroyum, kom við fólkum, sum høvdu verið á Kreta og ferðast. Tað sama er í Danmark. Har var veggjalúsin næstan týnd fyri umleið 60 árum síðan, men nú er hon kyknað aftur. Í Danmark eru fleiri [...] veggjalýsnar kunnu detta niður í tað og fjala seg millum klæðini. Veggjalúsin dugir ikki at flúgva. Hon tolir ikki so væl ljós og fjalir seg um dagin til dømis aftan fyri myndir og í rivum. Um náttina kemur hon
ÚTBERING Í tíðindaskrivi í morgun boðar nevndarformaðurin í Prentmiðstøðini, Árni Ellefsen, frá, at felagið gevst við allari útbering av bløðum og reklamulutum frá í dag at rokna. - Orsøkin er, at hetta [...] arbeiði frá í dag at rokna. Út um somu tíð Bera, ið er navnið, sum Prentmiðstøðin hevur brúkt í samband við hesa útberingartænastu, hevur eitt nú borið Dimmalætting út, meðan Posta síðan einaferð í fjør heyst [...] soleiðis sum markaðurin hevur lagað seg. Nevndarformaðurin sigur við Sosialin í morgun, at við teimum nøgdum og prísum, sum hava verið í seinastuni, er ikki grundarlag fyri framhaldi av hesum virksemi. Nógvar
bilurin livir upp til tað man kann vænta av einum nútímans bili í hesum klassanum, bæði hvat viðvíkur koyring í svingum, og í aðrar mátar. Tacuma fæst við tveimum motorstøddum, einum 1,8 litur við 98 hk, og einum [...] um tørvur skuldi verið á tí. Í CDX útgávuni kunnu bæði framsetrini snarast 180 stig, um tey, sum sita framman, í einum steðgi hava hug at venda sær á og práta við onnur í bilinum. Á stólaryggjunum á f [...] bilmerki um okkara leiðir, verða gjørdir í Suðurkorea. Tacuma er tann nýggjasti bilurin á skránni hjá Daewoo fyri Europa, har hann kemur at kappast við eitt nú Renault Scenic, sum teir eisini hava brúkt
skrædli! Tað er við bivandi hjarta, at Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, hevur bíðað eftir hesi nýggju veljarakanningini, sum nú er gjørd. Men tess fegnari er hann um úrslitið. Kanningin gevur [...] eisini ómetaliga fegin um, at vit eru tann einastu av samgonguflokkunum til nú, sum høvdu framgongd. Kári P. Højgaard ivast ikki í, at tað serliga er málið um Eysturoyartunnilin, sum er orsøkin. - Eg má bara [...] betri enn eingin umtala, sigur hann. Hann sipar til alla umrøðuna, flokkurin hevur fingið í tunnilsmálinum og eisini í málinum um byggimálið hjá Varðanum á Tvøroyri. - Tað er ein umrøða, sum hevur verið ”ótrúliga
Nýggi Grand Vitara fæst í løtuni við tveimum bensinmotorum: 1,6 litur við 106 hk, og 2,0 litur við 140 hk. Fyrst í komandi ári verður skráin víðkað til ein 1,9 litur diesel við 129 hk. Í øllum útgávunum er [...] Suzuki, sum eru bestseljarar bæði í Føroyum og í Danmark, eru nú komnir við einum heilt nýggjum Grand Vitara, har chassisramman partvís er skift út við sjálvberandi karossarí, og undirvognurin er sum á [...] er Grand Vitara nú permanent 4-hjólsdrivin. Tann minna girstongin til reduktiónsgirið er nú skift út við ein knøtt á instrumentborðinum til el-stýrda 4x4 systemið við fýra møguleikum fyri stilling. Innan
at Tórbjørn Jacobsen ikki fór at vera á listanum til hetta løgtingsvalið. Nú spælir pípan eitt øðrvísi ljóð. Í samrøðu við Rás2 í kvøld segði Tórbjørn Jacobsen, at um hann fær eina áheitan frá Tjóðveldinum [...] valdur. Sambært vallógini skulu listarnir vera inni í seinasta lagi leygardagin klokkan 18. So fæst at síggja, um Tjóðveldi fer at heita á næstformannin í flokkinum um at bjóða seg fram aftur. [...] frá at vera avgjørdur um ikki at stilla upp aftur og til nú at lata hurðina á glopp: - Fyri átjan mánaðum síðani var eg troyttur av tómgongdini í politisku skipanini. Tá eg so tók við starvi hjá Runavíkar
Í nýggju summarkappingini hjá Býarbókasavninum fáa øll børn í 2. til 10. flokk nú kjansin at siga sína hjartans meining, um onkra bók, tey hava lisið. Bæði um bókin var framúr góð ella so vánalig, at onnur [...] trekkja tey á Býarbókasavninum so lut, og tá fæst at vita, hvørji trý ummæli hava vunnið eitt gávukort á 300 krónur. Bíða spent Á Býarbókasavninum hava í tvey ár nú havt eina serliga heimasíðu fyri børnini [...] nógv spennandi ummælir frá børnunum. Òfør at vitja Annars vitja serliga nógv børn á Býarbókasavninum nú í summarfrítíðini, tá tey hava so góða tíð. Tey lesa og læna nógv ymiskt og nógv dáma serliga væl stuttligu
Sum liður í at betra um fortreytirnar hjá føroyska landsliðnum at virka í hesaferð, hevur Tryggingarfelagið gjørt stuðulsavtalu við FSF. Ein avtala, sum inniber, at landsliðið nú hevur fingið navnframa [...] Maðurin hevur jú verið eitt ótrúligt fyridømi sum ítróttarmaður. Hann var í tvey tíggjuára-skeið millum teir allar bestu í Danmark, og í hugburið og atferð hevur hann altíð verið fyrimyndarligur. - Og so er [...] úrslit fæst alt fyri eitt: - Tað er sjálvandi ikki so, at hann kann læra okkum nakað nýtt. Men hann hevur longu víst á onkrar einstakar detaljur, sum vit framyvir kunnu arbeiða meira við, og í so máta
varð hølið innrættað í kjallaranum í skúlanum í Trongisvági til kropsvenjingarstøð, men hon var ikki opin leingi. Síðani eru ymsar royndir gjørdar at fáa nyttu burturúr útgerðini. Eitt nú hava ítróttarfeløg [...] Tvøroyri: Nú skal ein endi fáast á Nautilus-ævintýrinum hjá Tvøroyrar Kommunu. Tað samtykti Tvøroyrar Kommuna á býráðsfundi mánakvøldið. Tá ið nógv umrødda kropsvenjingarmistøðin, Nautilus, í Havn fór á [...] á heysin, keypti Tvøroyrar Kommuna útgerðina fyri 2,25 milliónir, hetta var í 1986. Men tilsamans hevur skattaborgarin á Tvøroyri goldið 5,3 milliónir fyri hetta ævintýrið, tí umframt at keypa útgerðina
Í hesum døgum verður arbeitt við at seta fýra flakalinjur upp á Varðanum Pelagic á Tvøroyri. Síðan nýggja virkið læt upp aftur eftir herviliga eldin, hevur í fyrsta lagi verið arbeitt við at fáa høvuð [...] sjálvandi fer virkið eftir tí, sum loysir seg best. - Vit gera tað, sum størst virði fæst fyri, og á gamla virkinum skóru vit í løtum nokso nógv, serliga smáan makrel, men eisini sild og svartkjaft. Orsøkin [...] meirvirkast – alt eftir, hvat nú einaferð loysir seg. Tað verður altíð marknaðurin sum ger av, hvat vit gera við ta rávøru, vit keypa og selja. Bogi Jacobsen leggur aftrat, at nú makrelvertíð er, og sildavertíðin