Varðin Pelagic fær fýra flakalinjur

- Møguleikar verða at skera bæði makrel, sild og svartkjaft, sigur Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic

 

 

Í hesum døgum verður arbeitt við at seta fýra flakalinjur upp á Varðanum Pelagic á Tvøroyri. Síðan nýggja virkið læt upp aftur eftir herviliga eldin, hevur í fyrsta lagi verið arbeitt við at fáa høvuðsframleiðsluna at koyra. Hetta er móttøka, skiljing, pakking og frysting av makreli, sild og svartkjafti.

Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic, sigur, at tá eitt so stórt og tøkniliga framkomið virkið byrjar sína framleiðslu, verður altíð neyðugt við ymiskum justeringum.

- Soleiðis hevur eisini verið á Varðanum Pelagic. Nú eru vit so komin har til, at arbeiðið at seta upp fýra flakalinjur er byrjað, og eg vænti, at hetta arbeiðið verður liðugt einaferð út á heystið.

Stjórin vísir á, at fýra flakalinjur eisini vóru á gamla virkinum.

Spurdur, um tað yvirhøvur loysir seg at skera, sigur Bogi Jacobsen, at sjálvandi fer virkið eftir tí, sum loysir seg best.

- Vit gera tað, sum størst virði fæst fyri, og á gamla virkinum skóru vit í løtum nokso nógv, serliga smáan makrel, men eisini sild og svartkjaft.

Orsøkin til, at tað serliga er smáur makrelur, sum verður skorin, sigur Bogi Jacobsen er, at smái fiskurin vanliga er bíligari at keypa.

- Vit skera, tá tað loysir seg, og fáa vit hægri virði við ikki at skera, so gera vit tað. At vit skera snýr seg eisini um marknaðarrøkt, har keyparar hjá okkum eisini vilja hava flak. Hjá okkum ræður sjálvsagt eisini um at fevna so breitt sum gjørligt.

Stjórin vísir á, at viðhvørt er stórur eftirspurningur eftir fløkum, og hetta kann eisini vera tengt at, hvussu stórar kvoturnar eru.

- Vit vilja gjarna meirvirka tað, sum kann meirvirkast – alt eftir, hvat nú einaferð loysir seg. Tað verður altíð marknaðurin sum ger av, hvat vit gera við ta rávøru, vit keypa og selja.

Bogi Jacobsen leggur aftrat, at nú makrelvertíð er, og sildavertíðin eisini stundar til, eru fleiri enn 100 fólk á lønarlista hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri.