Størri og flottari Grand Vitara

Suzuki Grand Vitara hevur heilt skift identitet. Talan er nú um ein nútímans »off-roadara«, við smartum stíli og designi. Grand Vitara fæst í eini styttri útgávu við 3 hurðum og eini longri við 5 hurðum

Suzuki, sum eru bestseljarar bæði í Føroyum og í Danmark, eru nú komnir við einum heilt nýggjum Grand Vitara, har chassisramman partvís er skift út við sjálvberandi karossarí, og undirvognurin er sum á einum persónbili við t. d. multi-link bakakslum.
Grand Vitara er vaksin í mun til forgangaran. Styttra útgávan við trimum hurðum er vaksin við 10 cm, meðan longra útgávan við fimm hurðum er vaksin við 26 cm. Aksilfrástøðan er eisini vorðin væl størri.
Nýggi Grand Vitara fæst í løtuni við tveimum bensinmotorum: 1,6 litur við 106 hk, og 2,0 litur við 140 hk. Fyrst í komandi ári verður skráin víðkað til ein 1,9 litur diesel við 129 hk.
Í øllum útgávunum er Grand Vitara nú permanent 4-hjólsdrivin. Tann minna girstongin til reduktiónsgirið er nú skift út við ein knøtt á instrumentborðinum til el-stýrda 4x4 systemið við fýra møguleikum fyri stilling.
Innan er alt í nýggjasta stíli við alu-look á instrumentborðinum og gardanboksini. Á útgávuni við fimm hurðum er viðførisrúmið næstan 400 litrar, og við baksetrunum niðri verður tað 1.386 litrar. Tá er talan um eitt rættuliga stórt vørurúm.
Hóast nýggi Grand Vitara hevur koyrieginleikar sum ein persónbilur, eru eginleikarnir uttan fyri vanliga koyrivegin eins góðir og á forgangaranum, sum altíð hevur klárað seg væl sammet við aðrar off-roadarar. Tyngdipunktið er lægri enn á forgangaranum og koyrieginleikarnir eru heilt í topp.
Bíligasti Grand Vitara er kostar kr. 189.990, tá er talan um ein 1,6 litur vøruvogn við trimum hurðum.

---

Suzuki Grand Vitara
1,6 GL (3 hurðar)

Motorurin:1,6 litur 16V bensin 106 hk

0-100 km/t: 14,4 sek

Bensinnýtsla: 11,5 km/l (blandað koyring)

Dekkstødd: 225/70-16

Stødd og vekt
Longd: 401,0 cm
Breidd: 181,0 cm
Hædd: 170,0 cm
Eginvekt: 1.325 kg
Viðførisrúm: 184 litrar

Prísur: frá kr. 216.990,-

Søluumboð: Berg Motors
Staravegur 1-3
FO-100 Tórshavn
Tel. 313535