Selja útgerðina hjá Nautilus

Skattaborgararnir á Tvøroyri hevur goldið tilsamans 5,3 milliónir fyri Nautilus-ævintýrið, men nú skal ein endi fáast á tí søguni

Kropsvenjing

Tvøroyri: Nú skal ein endi fáast á Nautilus-ævintýrinum hjá Tvøroyrar Kommunu.
Tað samtykti Tvøroyrar Kommuna á býráðsfundi mánakvøldið.
Tá ið nógv umrødda kropsvenjingarmistøðin, Nautilus, í Havn fór á heysin, keypti Tvøroyrar Kommuna útgerðina fyri 2,25 milliónir, hetta var í 1986.
Men tilsamans hevur skattaborgarin á Tvøroyri goldið 5,3 milliónir fyri hetta ævintýrið, tí umframt at keypa útgerðina, er peningur brúktur til at innrætta høli fyri o.s.fr, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri.
Kortini má ásannast, at tað er ógvuliga lítil nytta, sum tvørafólk hava fingið burturúr hesi íløguni hjá kommununi, tí útgerðin hevur verið lítið og onki brúkt.
Eitt skifti varð hølið innrættað í kjallaranum í skúlanum í Trongisvági til kropsvenjingarstøð, men hon var ikki opin leingi.
Síðani eru ymsar royndir gjørdar at fáa nyttu burturúr útgerðini. Eitt nú hava ítróttarfeløg á Tvøroyri roynt eydnuna, men heldur ikki tað hevur borið til og tey hava givið skarvin yvir, sigur Kristin Michelsen.
Úrslitið er, at útgerðin fyri tað mesta hevur ligið burturgoymd.
Á býráðsfundi mánakvøldið samtykti Býráðið einmælt at selja útgerðina, tí skal kommunan verða endaliga loyst frá hesi fíggjarligu ábyrgdini endaliga.
Tó hevur býráðið sett ta treyt, at keyparar av Tvøroyri hava forkeypsrætt.
Men Kristin Michelsen sigur, at tann, sum keypir útgerðina, skal seta hana upp, so at nytta fæst burturúr henni.
? Tann, sum keypir útgerðina, skal hava eina ítøkiliga ætlan við henni, leggur hann afturat.
Hevur kommunan ikki skyldu at selja til hægsta boð fyri at bjarga sum mest innaftur av skattaborgarans pengum?
Tað hevur hon helst, men áhugaður keypari hevur vent sær til kommununa við fyrispurningi um útgerðina, sum ætlanin er at seta upp.
Og býráðið heldur, at tað vildi verið spell at latið útgerðina farið onkra aðrastaðni, nú hon kortini hevur verið borgarunum á Tvøroyri so dýr.
Men vit gjørdu kortini av at lýsa hana til sølu, so at aðrir áhugaðir eisini kundu fáa høvi at gera vart við seg. Og bjóðar ongin á Tvøroyri, eru onnur eisini vælkomin, sigur borgarstjórin á Tvøroyri.