Seinastu átjan mánaðirnar hevur tað tykst greitt, at Tórbjørn Jacobsen ikki fór at vera á listanum til hetta løgtingsvalið. Nú spælir pípan eitt øðrvísi ljóð. Í samrøðu við Rás2 í kvøld segði Tórbjørn Jacobsen, at um hann fær eina áheitan frá Tjóðveldinum um at vera á listanum, so fer hann at umhugsa støðuna:
- Eg veit, at listarnir eru lokaðir, og um Tjóðveldi heldur, at manningin, sum nú er á listanum, er tann besta yvirhøvur, so er eingin orsøk at gera nakað meiri við tað. Men um tey halda, at eg kundi dugnað teimum, eftir at flokkurin tapti fólkatingsvalið so dyggliga, so hevði eg gjørt støðuna upp av nýggjum, um ein áheitan kom,
Tórbjørn Jacobsen greiðir soleiðis frá orsøkunum til, at hann er farin frá at vera avgjørdur um ikki at stilla upp aftur og til nú at lata hurðina á glopp:
- Fyri átjan mánaðum síðani var eg troyttur av tómgongdini í politisku skipanini. Tá eg so tók við starvi hjá Runavíkar havn, sum hevði lýst eftir heiltíðar havnarmeistara, og tað ikki er loyvt at hava meiri enn hálttíðar starv, tá ið man er tingmaður, so var neyðugt at velja annað ella hitt. Síðani er politiska landslagið broytt. Eftir at samgongan slitnaði, hava vit í Tjóðveldinum verið við til at gera semjur um stórar politiskar spurningar við Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin. Eg havi verið við til hetta bæði í fíggjarnevndini, og tá semjurnar eru gjørdar við landsstýrið. Hetta hevur kveikt hugin aftur at vera við, og tí er tað, at eg sigi, at eg av nýggjum hevði umhugsað støðuna, um ein áheitan kom frá flokkinum.
Tá ið Rás2 spurdi, hvussu tað so verður við starvinum hjá Runavíkar havn, svaraði Tórbjørn Jacobsen, at tann spurningurin ikki verður aktuellur, fyrr enn ein møgulig avgerð um uppstilling er tikin, og eftir at valið er av, og tað verður greitt, hvør verður valdur.
Sambært vallógini skulu listarnir vera inni í seinasta lagi leygardagin klokkan 18. So fæst at síggja, um Tjóðveldi fer at heita á næstformannin í flokkinum um at bjóða seg fram aftur.