Stúrdi fyri skrædli

VELJARAKANNING Eg má bara ásanna, at vánalig umrøða er betri enn eingin umrøða, staðfestir Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum

- Eg stúrdi fyr einum skrædli!
Tað er við bivandi hjarta, at Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, hevur bíðað eftir hesi nýggju veljarakanningini, sum nú er gjørd.
Men tess fegnari er hann um úrslitið.
Kanningin gevur Sjálvstýrisflokkinum 4,5 prosent av atkvøðunum og tað er ein framgongd á 0,3 prosent aftur ímóti seinasta løgtingsvali.
Samstundis varðveitir Sjálvstýrisflokkurin umboðanina á tingi.
Men tað er ein framgongd á 1,9 prosent afturímóti seinastu veljarakanning, sum varð gjørd fyri sjey mánaðum síðani.
- Eg eri ómetaliga fegin um úrslitið. Eg eri eisini ómetaliga fegin um, at vit eru tann einastu av samgonguflokkunum til nú, sum høvdu framgongd.
Kári P. Højgaard ivast ikki í, at tað serliga er málið um Eysturoyartunnilin, sum er orsøkin.
- Eg má bara ásanna, at vánalig umtala er betri enn eingin umtala, sigur hann.
Hann sipar til alla umrøðuna, flokkurin hevur fingið í tunnilsmálinum og eisini í málinum um byggimálið hjá Varðanum á Tvøroyri.
- Tað er ein umrøða, sum hevur verið ”ótrúliga negativ”, sum hann málber seg.
Hann skjýtur bæði eftir fjølmiðlum, sum hann heldur, hava verið ógvuliga einvegis ímóti honum í síni viðgerð av tunnilsmálinum og byggimálinum.
Hann heldur, at andstøðan hevur spælt upp á allar streingir ímóti honum og tað hevur enntá eydnast andstøðuni at lokka øll fakfeløgini at spæla við í orkestrinum ímóti Sjálvstýrisflokkinum.
- Tað man ikki vera ofta, at eini 30 fakfeløg at mótmæla, og tað man ikki vera ofta, at tað eydnast at skipa fyri mótmælum runt um í verðini ímóti eini ætlan og einum flokki.
Kári P. Højgard sigur, at tískil kann hann ikki annað enn fegnast um, at pílurin vísir uppeftir í veljarakanningini.
Samstundis hevði eg væntað, at andstøðan fór at fáa størri framgongd eftir alla hesa einvegis atfinngininga ímóti førda politikkinum.
- Eg hevði væntað, at andstøðan fór at ganga fram, men at framgongdin ikki er størri, er merkisvert eftir alt, sum er hent, leggur.
- Fæst semja ikki um Eysturoyartunnilin nú, vóni eg, at vit fáa løgtingsval beinanvegin, sigur Kári P. Højgaard