Skaðadjór
Fyri nøkrum fáum árum síðan fekk Dorete Bloch, leiðari á djóradeildini á Náttúrugripasavninum fyrstu fráboðanina um, at veggjalúsin var komin til Føroya. Nú í heyst hevur hon fingið fyrstu fráboðanir.
Dorete Bloch ivast ikki í, at veggjalúsin sum onnur óynskt skaðadjór er komin til Føroya, við tað at føroyingar nú ferðast so nógv.
Fysta veggjalúsin, hon veit um í Føroyum, kom við fólkum, sum høvdu verið á Kreta og ferðast.
Tað sama er í Danmark. Har var veggjalúsin næstan týnd fyri umleið 60 árum síðan, men nú er hon kyknað aftur.
Í Danmark eru fleiri sethús, gistingarhús og kollegi nógv plágað av veggjalús.
- Vit vita, at á fleiri stórum kollegium í Danmark búgva fleiri føroyingar, og tí er ikki óhugsandi, at nøkur teirra føra veggjalús heim við sær til jóla, sigur Dorete Bloch.
Ansa eftir kuffertinum
Hon mælir fólki, sum fara burtur at ferðast, um ikki at lata kuffertið standa opið, tí veggjalýsnar kunnu detta niður í tað og fjala seg millum klæðini.
Veggjalúsin dugir ikki at flúgva. Hon tolir ikki so væl ljós og fjalir seg um dagin til dømis aftan fyri myndir og í rivum. Um náttina kemur hon fram og fer at súgva blóð úr fólki, meðan tey sova. So fer hon aftur at krógva seg.
Ikki øll varnast, at veggjalús hevur verið og sogið blóð úr skøvningum, fótum og øðrum limum, ið ikki hava verið undir dýnuni um náttina. Men summi eru ovurviðkvom og fáa reyð og hovin merki av bitunum.
Torført er at basa veggjalúsini. Besta vápnið er eitur, men tað nógv mest virknað eitrið fæst ikki longur til keyps.
Hevur tú sæð ella hevur tú illgruna um, at veggjalús er inni hjá tykkum, kanst tú vaska klæðini, frysta tey og síðan koyra tey í turkitrumluna. Lùsin tolir ikki kulda, men hitin skal upp um 50 stig fyri at basa veggjalúsini.
Veggjalúsin verður upp ímóti einum sentimetri til kongdar.