Skálafjørðinum í gjár, og ódnartøk vóru í Miðvági fyri tveimum vikum síðani. Nú fer tað at snúgva seg um FM, og sambært heimasíðuni hjá Róðrarsambandi Føroya, so er áhugin at taka lut í kappróðri í summar heilt [...] RSF skrivar soleiðis: Freistin at melda til luttøku í FM kappróðri var av á midnátt, og metið frá í fjør er tikið. Til fyrstu upprunaliga freistina í fjør vóru 65 manningar meldaðar til luttøku, men orsakað [...] knappar 20 manningar, sum luttóku í einari stevnu, ella sum gestaluttakarar. Vit fegnaðust sjálvsagt um góðu luttøkuna í fjør – og hava verið spent uppá, hvussu árið í ár fór at verða. 119 manningar hava
ára gamli Magnus Norðberg: ? Vit eiga eitt gott neyst, og felagslívið er nógv. Umframt okkum í Klaksvíkar Róðrarfelag so eru tey í Árnafirði og norðuri í Sundi í neystinum. Róðrarfeløgini her norðuri arbeiða [...] arbeiða sera væl saman. Árnfirðingur er í neystinum, og 5-mannafarið hjá teimum norðuri í Sundi, Ritan, er í einum kontainara. Tað kemst av, at tað er ikki pláss fyri henni í neystinum, tí har eru eisini bátarnir [...] sum eru í nevndini. Róðrarfelagið í Klaksvik hevur fleiri tey seinastu árini havt sera væl rikna heimasíðu, krf.fo. Umframt so mangt annað so ber heimasíðan boð um, at tað er nógvur aktivitetur í felagnum
byrja á skeiðnum í heyst, sigur Annfinnur Heinesen, stjóri á Føroya Fólkaháskúla. Tað eru mest føroyingar, ið eru á háskúlanum, men nakrir útlendingar eru eisini vanir at vera við. Á skeiðnum í heyst verður [...] pensjónistaskeið og annað. Gott við fleiri háskúlum Hóast fleiri aðrir háskúlar nú eru komnir, so heldur Annfinnur Heinesen ikki, at talan er um kapping um næmingar. – Eg haldi tað er gott, at vit hava fleiri [...] Heinesen. Nýggjur háskúlastjóri Søkt hevur verið eftir nýggjum háskúlastjóri, og hann verður settur í næstum. Sjálvur ætlar Annfinnur ikki at halda fram. – Eg fari nú at gera meira við tað, sum er mín áhugi
Klaksvíkar kommuna skipaði fyri í Føroyahúsinum í Keypmannahavn í vár, avdúkaði borgarstjórin, at virka verður fyri at byggja eitt nýtt hotell, ið skal vera í nýggja miðbýnum í Klaksvík. Síðan hevur verið [...] meta tað hevði verið gott fyri býin, greiðir borgarstjórin frá. Hóast kommunan ikki verður byggiharri, so upplýsir Jógvan Skorheim, at kommunan vónar, at eitt nýtt hotell í býnum fer í minsta lagi at hava [...] at byggja eitt hotell í Klaksvík, og vit hava tosað við fíggingarstovnar um at fíggja tann partin, ið ikki verður fíggjaður av eginpeningi. Tað sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu. Til
sigur hann. At tað verður hol ígjøgnum, er hann púra ivaleysur í. Og tá verður gott atbúgva í Gásadali, sigur hann. ?Tað er liviligt í Dalinum, sigur Solberg Henriksen. Og tað er eisini áhugi millum fólk [...] Solberg Henriksen. Landskenda postboðið í Gásadali, sum í ein stívan mansaldur regluliga hevur gingið um fjøllini við posti og øðrum, sum tiltrongt hevur verið í Gásadali. Hann fegnast um, at tað endiliga [...] verður latið av. Hesin maðurin hevur alla sína tíð búð í Gásadali, og hann fegnast um, at tað nú eru útlit fyri, at hann fær fleiri bygdarfelagar í Dalinum, sum hann nevnir heimbygdina. Onkuntíð hevur hann
fyri eini byrjandi einskiljing. - Gamaní kundi eg hugsað mær, at onkur viðurskifti í einskiljingartilgongdini sum heild og í einskiljingarætlanunum fyri einstøk feløg vóru øðrvísi. Men tað týdningarmesta er [...] Víðari sigur hann, at tað er gott, at tað endiliga sær út til, at gongd kemur á einskiljingartilgongdina, og at tað fer at fáa ómetaliga stóran týdning fyri dynamikkin í okkara búskapi og kapitalmarknaði [...] Atlantic Í Sosialinum mikudagin setti Peter Holm spurnartekin við, at landstýrið fyrst einskildi Atlantic Airways og Livstrygging. Hann helt, at landstýrið hevði fingið eitt størri succesupplivilsi, um
ein javnleik í móti júst Slovenia í 2000, eins og vit eisini vóru bara eitt mál frá einum javnleiki móti Italia á sumri í 2007. Og í móti Norðurírlandi eydnaðist tað okkum eisini at spæla 1-1 í 1991 – hetta [...] eygleiddi í gjár tað fyrsta lutakastið til eina undankapping sum føroyskur landsliðsvenjari. Føroyar stóðu á triðja lepanum, sum var drigin og endaðu sostatt í bolla C. Fimm onnur lond endaðu í sama bolla [...] luttaka í HM-endaspælinum í summar, sigur Brian Kerr sum tað fyrsta, tá hann verður spurdur um lutakastið. Hesi lond eru Italia, Serbia og Slovenia. Harumframt eru eisini Norðurírland og Estland í okkara
sigast at vera tann stóri taparin, sæð í mun til forvantningarnar, íð vóru. Sjálvur haldi eg at fulveldisbylgjan hevur »toppað«. Flokkurin hevur kasta allan sín indentitet í loysingina og har eru so 24% av [...] veljarafjøldini, íð eru samd í hesum. Tá íð eg sigi hetta við identitetinum, so er tað millum annað tí eg veit um eina kanning ímillum nakrar ungar veljarar har hesir mettu flokkin stórt sæð at hava eitt [...] ð aftan á valið har flokksformennirnir luttóku var sannuliga eisini áhugavert. Løgmaður kunngjørdi í veruleikanum, at hann nú hevði slept loysingakósina hjá Tjóðveldisflokkinum og vildi hava semju við
Sjónvarp Føroya fær í komandi mánað nýggjan tekniskan leiðaran, og tað verður so hann, ið fer at taka endaliga støðu í málinum, og hvussu hetta skal gerast. Nýggi tekniski leiðarin tekur við í januar. Nýggi [...] Hann heldur ikki, at nýggja rásin við føroyskum tilfari setir Sjónvarp Føroya í nakra verri støðu. ?Tað kann gerast gott fyri okkum, um vit fáa ein kapping um dygd, sigur Mikkjal Helmsdal. Frá royndum [...] sjónvarpsstjórin roknar við, at Sjónvarpið í komandi ári fer at taka fat um hendan spurningin. Tað verður kortini ikki, hvat sum helst, sum sleppur á skíggjan hjá SvF. ?Í síðsta enda er tað eg sum sjónvarpsstjóri
Hevur valda lívsleiðin altíð ligið í kortunum? Ja, tað var rættiliga tíðliga, at journalistikkurin lá fremst í tonkunum, tá yrkisleiðin skuldi veljast. Heilt afturi í fólkaskúlanum høvdu vit ein lærara [...] Fuglafirði, ikki útnytta sítt potentiali. Ferðast tú nógv í egnum landi? Vit royna eftir førimuni at ferðast í egnum landi, læna ella leiga onkran bústað í nakrar dagar og uppliva ymsar partar av Føroyum. Tað [...] børn skuldu blíva til – og í mínum føri fekk hon so rætt. Hvat er tað besta við starvinum? Tað eru tær ferðirnar, tá eg merki at arbeiðið hevur gjørt mun, hevur verið eitt gott íkast til samfelagskjakið