Áhugavert at fáa kapping

?Tað kann gerast gott fyri okkum, um vit fáa ein kapping um dygd, sigur Mikkjal Helmsdal, sjónvarpsstjóri í viðmerking til ætlaðu nýggju føroysku sjónvarpsrásina

SJÓNVARP

Sjónvarpsstjórin, Mikkjal Helmsdal, heldur, at hugskotið við einari sjónvarpsrás við føroyskum tilfari hjá Televarpinum ljóðar sera áhugaverdur.
?Eg haldi, at hatta sær sera áhugavert út, og eg bíði spentur eftir, hvat spyrst burturúr hasum ætlanunum, sigur Mikkjal Helmsdal.
Hann heldur ikki, at nýggja rásin við føroyskum tilfari setir Sjónvarp Føroya í nakra verri støðu.
?Tað kann gerast gott fyri okkum, um vit fáa ein kapping um dygd, sigur Mikkjal Helmsdal.
Frá royndum veit Mikkjal Helmsdal, at tað, at gera sjónvarpssendingar, krevur nógva orku ? bæði nógv útgerð og nógv fólk.
Tískil kann tað gerast kostnaðarmikið at fara undir at framleiða umfatandi sjónvarpstilfar. Sjónvarpsstjórin sigur seg væl kunna ímynda sær, at áhugafeløg ella átrúnaðarligi bólkar eru áhugaðir í at senda frá eitt nú fundum og møtum, og hetta kanska kann gerast rímiliga bíliga.

Umhugsa senditíð
At lata ella leiga senditíð til onnur er nakað, ið ikki er heilt frammant fyri Sjónvarp Føroya.
?Vit hava hugsa um at lata senditíð til onnur ella finna fram til, hvussu vit kunnu skipa fyri einum fólksligum varpi, har onnur eisini sleppa framat, sigur Mikkjal Helmsdal.
Enn er einki konkret sprottið burturúr hesum tonkunum, men sjónvarpsstjórin roknar við, at Sjónvarpið í komandi ári fer at taka fat um hendan spurningin.
Tað verður kortini ikki, hvat sum helst, sum sleppur á skíggjan hjá SvF.
?Í síðsta enda er tað eg sum sjónvarpsstjóri, sum hevur ábyrgdina av tí, sent verður, sigur Mikkjal Helmsdal.

Talgilda
Í Sosialinum í gjár frættist tað eisini, at Televarpið segði seg vera sinnað at gjalda fyri eina digitalisering hjá SvF, soleiðis at sendast kann eitt talgilt signal beinleiðis úr Sjónvarpinum til Televarpið. Hetta skuldi betra um góðskuna.
Mikkjal Helmsdal sigur, at tað Sjónvarp Føroya hevur boðað Televarpinum frá, at teir als einki hava ímóti, at hetta stigið verður tikið, so leingi hetta ikki órógvar arbeiðið hjá teimum.
Mikkjal Helmsdal ger greitt, at tað verður Televarpið, sum skal gjalda allan kostnaðin av hesum.
Útgerðin er á veg til landi, sigur sjónvarpsstjórin.
Talan verður ikki um tað nógvu og stóru útgerðina. Tað mesta hjá Sjónvarpi Føroya verður tikið upp digitalt, so har er heldur eingin trupulleiki.
Málið er ikki endaliga avgreitt enn. Sjónvarp Føroya fær í komandi mánað nýggjan tekniskan leiðaran, og tað verður so hann, ið fer at taka endaliga støðu í málinum, og hvussu hetta skal gerast.
Nýggi tekniski leiðarin tekur við í januar. Nýggi tekniski leiðarin eitur Dávur Isfeld, og hann avloysir Jón Heðin Tróndheim.