FÓTBÓLTUR
Brian Kerr eygleiddi í gjár tað fyrsta lutakastið til eina undankapping sum føroyskur landsliðsvenjari. Føroyar stóðu á triðja lepanum, sum var drigin og endaðu sostatt í bolla C.
Fimm onnur lond endaðu í sama bolla og Brian Kerr heldur talan vera um ein spennandi bólk.
– Talan er um ein sera sterkan bólk, har vit fáa tað sera trupult. Hetta sæst fyrst og fremst aftur á, at okkara bólkur sum tann einasti telur trý lond, sum luttaka í HM-endaspælinum í summar, sigur Brian Kerr sum tað fyrsta, tá hann verður spurdur um lutakastið. Hesi lond eru Italia, Serbia og Slovenia. Harumframt eru eisini Norðurírland og Estland í okkara bólki.
– Eg meti hóast alt lutakastið at vera heilt hampiligt fyri okkara viðkomandi, sigur landsliðsvenjarin.
Vit kunnu altíð
Brian Kerr leggur tó dent á, at tað verður sera trupult hjá Føroyum. Spurdur um møguleikarnar at fáa stig til høldar, er landsliðsvenjarin skjótur at avskriva bæði Italia og Serbia.
– Tað verður sera trupult har. Tað sama er galdandi fyri dystirnar móti Slovenia. Men vit kunnu altíð og hava okkara møguleikar. Ikki minst á heimavølli, sigur Brian Kerr.
Júst heimavøllur okkara hevur áður verið ramma um ein javnleik í móti júst Slovenia í 2000, eins og vit eisini vóru bara eitt mál frá einum javnleiki móti Italia á sumri í 2007. Og í móti Norðurírlandi eydnaðist tað okkum eisini at spæla 1-1 í 1991 – hetta tó á útivølli.
Brian Kerr hevur tó ikki stórvegis hug at hefta seg við hesi úrslit.
– Javnleikirnir har eru næstan tíggju og 20 ára gamlir. Sjálvandi ber til at siga, at tað hevur týdning, men Slovenia hevur gjørt risa framstig síðani og Norðurírland hevur eisini ment seg nógv, vísir landsliðsvenjarin á.
Allir skulu prógva sítt virði
Harvið ger hann greitt, at hann ikki hevur hug at ganga heilt so nógv upp í søgulig úrslit og hendingar, sum føroyingar ofta hava hug til. Tí er tað heldur eingin sjálvfylgja, at Rógvi Jacobsen byrjar inni móti Italia, hóast hann hevur skorað tvær ferðir í móti teimum.
– Rógvi Jacobsen fær einki pláss garanterað á liðnum. Hann skal prógva, at hann hevur uppiborið eitt pláss, og tað skal hann gera gjøgnum komandi kappingarár og ikki við at vísa á tað, sum hann fyrr hevur gjørt. Hetta er galdandi fyri allar leikararnar, sigur Brian Kerr
Tað, at allir mans skulu prógva sítt virði alla tíðina og ikki bara av og á, er nakað Brian Kerr fer eftir fer tekur fram.
– Tað er eisini avgerandi, um vit vilja umganga stórtap, svarar Brian Kerr, tá hann verður spurdur til, hvussu vit ikki aftur renna okkum í eitt 0-5 tap í móti Estlandi, eins og vit gjørdu í 1998.
– Vit hava víst og vit hava prógvað, at tað ber til at sleppa undan slíkum úrslitum, um vit allir eru fyrireikaðir optimalt. At allir eru so væl fyri sum gjørligt, at vit spæla upp til okkara besta og verja væl, tað er tað, sum krevst, sigur Brian Kerr.
Sama mál sum síðst
Omanfyristandi uppskrift hjá Brian Kerr vísti seg at rigga rættiliga væl í fjør. Frankaríki var einasti dystur hansara, har tað veruliga kiksaði. Annars syrgdi hann fyri einum sigri og Jógvan Martin Olsen fyri einum javnleiki.
– Málið hesaferð er at gera tað eins gott og seinast. Um vit síggja burtur frá dystinum móti Frankaríki, taptu vit ongan dyst við fleiri enn tveimum málum. Samstundis eydnaðist tað eisini okkum at skora fleiri mál, og tað skulu vit halda fram við, eru boðini frá Brian Kerr.