Áhugi fyri siðbundna fólkaháskúlanum

Áhugi er framvegis fyri siðbundna fólkaháskúlanum í Føroyum. Eftir summarfrítíðina byrja umleið 20 næmingar á 120 ára gamla Føroya Fólkaháskúla í Havn

– Jú, áhugi er framvegis fyri skúlanum. Vanliga eru millum 16 og 22 næmingar á hvørjum skeiði. Higartil eru 20, sum hava ynskt at byrja á skeiðnum í heyst, sigur Annfinnur Heinesen, stjóri á Føroya Fólkaháskúla.

Tað eru mest føroyingar, ið eru á háskúlanum, men nakrir útlendingar eru eisini vanir at vera við. Á skeiðnum í heyst verður eisini ein donsk genta við.

Nógv ymisk skeið

Umframt longu skeiðini, so skipar Føroya Fólkaháskúli fyri fleiri øðrum styttri skeiðum. Millum annað eru skeið at læra føroyskt, mentan, hiphop, filmsjónleik, sang, foto, dans, umframt familjuskeið, pensjónistaskeið og annað.


Gott við fleiri háskúlum

Hóast fleiri aðrir háskúlar nú eru komnir, so heldur Annfinnur Heinesen ikki, at talan er um kapping um næmingar.

– Eg haldi tað er gott, at vit hava fleiri háskúlar. Vit leggja dent á hvør sítt. Hinir skúlarnir leggja millum annað dent á matgerð, ítrótt og á tað vistfrøðiliga og grøna. Vit leggja meira dent á tað at mennast sum menniskja og sum samfelagsborgari og at stimbra tey skapandi evnini, sigur Annfinnur Heinesen.


Nýggjur háskúlastjóri

Søkt hevur verið eftir nýggjum háskúlastjóri, og hann verður settur í næstum. Sjálvur ætlar Annfinnur ikki at halda fram.

– Eg fari nú at gera meira við tað, sum er mín áhugi, men sum eg ikki hava havt so nógva tíð til seinnu árini. Millum annað sjónleik og annað, sigur fráfarandi háskúlastjórin.