Áhugi er fyri Atlantic Airways

Greiðar ábendingar eru um, at áhugaðir keyparar eru til Atlantic Airways. Tað sigur Peter Holm, stjóri í Kaupthing, sum fegnast um, at einskiljingar av almennum fyritøkum nú byrja av álvara

Atlantic

Í Sosialinum mikudagin setti Peter Holm spurnartekin við, at landstýrið fyrst einskildi Atlantic Airways og Livstrygging. Hann helt, at landstýrið hevði fingið eitt størri succesupplivilsi, um Føroya Banki og Føroya Tele vóru privatiserað fyrst.

Bjarni Djurholm segði í einum aftursvari hósdagin, at hann var ósamdur við Peter Holm. Hann helt, at tað var nógv meira torskilt at einskilja Føroya Tele enn Atlanic Airways. Hann nýtti eisini høvið til at vissa Føroya fólk um, at ætlanin er ikki at bróta nakað niður. Vit hava eitt endamál, og tað er at byggja upp, segði hann.
Til hetta sigur Peter Holm, at tað er at frøast um, at vit nú endiliga standa framman fyri eini byrjandi einskiljing.
- Gamaní kundi eg hugsað mær, at onkur viðurskifti í einskiljingartilgongdini sum heild og í einskiljingarætlanunum fyri einstøk feløg vóru øðrvísi. Men tað týdningarmesta er tó, at tað endiliga sær út til, at einskiljingarnar fara at byrja.
Víðari sigur hann, at tað er gott, at tað endiliga sær út til, at gongd kemur á einskiljingartilgongdina, og at tað fer at fáa ómetaliga stóran týdning fyri dynamikkin í okkara búskapi og kapitalmarknaði.
Tá vit spyrja hann, um hann hevur keyparar til Atlantic Airways, er hann eitt sindur afturhaldandi, men kemur tó við einari greiðari ábending.
- Atlantic Airways er eitt felag, sum eigur at vera yvirkomiligt at selja. Kaupthing fer í øllum førum at vísa einskiljingini av Atlantic Airways áhuga. Okkara fyrireikingar til hetta vísa longu nú, at partar eru áhugaðir at ogna sær Atlantic Airways. Greiðar ábendingar eru um hetta, sigur Peter Holm stjóri á Kaupthing.
Síðani Kaupthing kom á føroyska marknaðin, hevur Kaupthing fyriskipað keyp og sølu fyri bæði føroyingar og útlendingar.
Peter Holm vil ikki svara, um áhugaðu keypararnir eru føroyingar ella útlendingar, men hann vísir á, at tá tað snýr seg um einskiljingar, so ræður um at finna rætta keyparan, sum vil geva rætta prísin fyri fyritøkuna, og tá er tað ikki avgerandi, um keyparin er føroyingur ella útlendingur.