Áhugavert at fingið Nelson Mandela til Føroya

Jón Brian Hvidtfeldt var sum hin seinasti kosin til »Ársins journalist«, og tað var longu tíðliga greitt, at hetta skuldi verða hansara lívsleið. Serligt í minninum eru frásagnirnar frá EJM, tá Pál Joensen vann trý EM-heiti, og tá hann hitti og interview’aði Brian Adams. Og verður lív og heilsa verður hann framvegis journalist um tíggju ár

Hevur valda lívsleiðin altíð ligið í kortunum?
Ja, tað var rættiliga tíðliga, at journalistikkurin lá fremst í tonkunum, tá yrkisleiðin skuldi veljast. Heilt afturi í fólkaskúlanum høvdu vit ein lærara, ið plagdi at gita um, hvat vit børn skuldu blíva til – og í mínum føri fekk hon so rætt.

Hvat er tað besta við starvinum?
Tað eru tær ferðirnar, tá eg merki at arbeiðið hevur gjørt mun, hevur verið eitt gott íkast til samfelagskjakið – kanska enntá hevur flutt okkurt í somáta. Viðhvørt kunnu avdúkingar av viðurskiftum í samfelagnum hava stóran, demokratiskan og menniskjaligan týdning, og fyri ein journalist er tað gevandi at vera partur av. Tá journalistiska fakið sleppur at virka til fulnar, er tað ein hornasteinur í demokratinum, og tí er tað so umráðandi at hjúkla um fakið og umstøðurnar at røkja uppgávuna. Tær ferðir, ið bera brá av slíkari røkt, eru fantastiskar.

Hvat er tað ringasta?
Tað kann vera rættiliga frustrerandi at vera dekkari á skútu, hvørs farleið natúrliga liggur í tíðindameldri og kritiskum sjógvi, tá skiparin hevur handalag sum gravkúgv, við tí avleiðing at skútan gerst kastibløka og dekkarar leypa fyri borð ella skola á bláman. Frustrerandi.

Hvat vil tú kalla títt størsta scoop?
Tað er ilt at meta um, og havi eg ringt við at taka nakra einstaka søgu burturúr. Men onkursvegna eru tað søgurnar, ið hava flutt okkurt. Hava havt týdning at fingið fortalt. Tær søgurnar, ið gera journalistikkin til nakað serstakt. Hartil eru sjálvandi nógvar sera stuttligar løtur, ið onkursvegna standa eftir. Eitt nú tá eg fekk møguleika at fylgja søguligu ferðini hjá Páli Joensen til EJM í Beograd fyri Rás2 & Sosialin. Og sjálvandi var tað eisini stuttligt at hitta og interviewa kanadiska poppkongin Bryan Adams, ið hevur slitið mítt stereoanlegg síðani barnaárini.

Um tú ikki var journalist, hvat hevði tú so verið?
Áðrenn eg slapp inn á journalistháskúlan arbeiddi eg hálvt triðja ár á trolverkstaðnum Vónini. Tað var somikið stuttligt arbeiði í góðum umhvørvi, at helst hevði eg framvegis havt okkurt við trolarbeiði at gera.

Hvat dámar tær betri at gera, útvarp ella blað?
Útvarpsmiðilin, sum eg havi arbeitt mest við í seinastuni, hevur sína styrki í skjótleikanum, umframt at miðilin hevur eina heilt serliga nervu, tá tað riggar væl. Tað dámar mær væl. Hinvegin hevur prentaða blaðið sínar avgjørdu styrkir í mun til útvarp, eitt nú til bakgrund ella søgur við nógvum fakta. Og so kann blaðið í størri mun fasthalda móttakaran, um søgan væl at merkja er góð og væl skrivað, sammett við skjóta útvarpsmiðilin. Í síðsta enda snýr tað seg væl um góðu søguna – miðilin er til fyri at formidla søguna.

Hvat kanst tú øsa teg um?
Viðhvørt kann eg fanga meg sjálvan í at øsa meg um smálutir, ið onkursvegna ongan týdning hava, men tó leggja fótonglar fyri góða úrslitinum. Tað kann vera nokkso irriterandi júst í tí løtuni, men gongur tó skjótt yvir. Og so sjálvandi eisini, tá teir reyðu, tað veri seg úr Manchester ella Fuglafirði, ikki útnytta sítt potentiali.

Ferðast tú nógv í egnum landi?
Vit royna eftir førimuni at ferðast í egnum landi, læna ella leiga onkran bústað í nakrar dagar og uppliva ymsar partar av Føroyum. Tað kann viðmælast!

Hvønn persón, livandi ella søguligan, vildi tú hitt?
Fyrrverandi blaðstjórin á Sosialinum, Jan Múller, hevði ein dreym um at fáa Nelson Mandela til Føroya. Hann hevði verið áhugaverdur at hitt. Annars eru so nógv áhugaverd fólk til, at tað er vónleyst at nevna tey øll. Og viðhvørt hendir tað jú eisini, at tú ikki finnur út av tí áhugaverda við einum persóni, fyrr enn tú hevur hitt viðkomandi.

Hvat er besti filmur, sum er gjørdur?
Herfyri vóru daman og eg í biografinum til skemtifilmin Just Go With It við Adam Sandler og Jennifer Aniston. Filmurin fer neyvan á Oscar-pallin ella í søgubøkurnar, men júst tað kvøldið rakti hann plett, og vit flentu allan filmin. Tað er tað góða við einum góðum filmi, at hann kann fanga okkum í einum stemningi, einum huglagi. Tí ber eftir mínum tykki ikki til at siga, at ein ávísur filmur er tann besti – heldur eiga vit at hyggja at og meta um løtuna, ið vit brúktu til filmin.

Hvør bók liggur á náttborðinum?
Ævisøgan um danska boksaran Johnny Bredahl var á útsølu í Rit & Rák herfyri. Hon endaði á náttborðinum. Ein erlig, væl skrivað bók um ein mann í svárum trupulleikum, ið tó gjørdist heimsmeistari.

Verður tú framvegis innan yrkið um 10 ár?
Ja, havi eg lív og heilsuna fer tað eisini at snúgva seg um journalistik um 10 ár.