Áhugin er sum ongantíð áður

Kappróður: Róðrarsambandið sigur, at metið frá í fjør fer at verða tikið í kappróðrinum í summar

Tað eru tvær vikur til norðoyastevnu og ársins fyrsta FM kappróður. Ódnartøk vóru á Skálafjørðinum í gjár, og ódnartøk vóru í Miðvági fyri tveimum vikum síðani. Nú fer tað at snúgva seg um FM, og sambært heimasíðuni hjá Róðrarsambandi Føroya, so er áhugin at taka lut í kappróðri í summar heilt stórur.

 

RSF skrivar soleiðis:

 

Freistin at melda til luttøku í FM kappróðri var av á midnátt, og metið frá í fjør er tikið.

 

Til fyrstu upprunaliga freistina í fjør vóru 65 manningar meldaðar til luttøku, men orsakað av serligu umstøðunum av koronu bleiv freistin flutt, og talið hækkaði til 95. Harafturat komu knappar 20 manningar, sum luttóku í einari stevnu, ella sum gestaluttakarar.

 

Vit fegnaðust sjálvsagt um góðu luttøkuna í fjør – og hava verið spent uppá, hvussu árið í ár fór at verða.

119 manningar hava meldað seg til FM róðrarnar 2021 – hesar eru deildar út upp á 68 kappróðrarbátar.

 

Størsti bólkurin er innan barnaróður, har 23 manningar luttaka fyri barnaróður gentur og 23 manningar fyri barnaróður dreingir. 16 gentu- og 15 dreingjamanningar, 13 kvinnumanningar við fimm-mannførum, 6 kvinnumanningar við seks-mannaførum og 3 mastersmanningar við kvinnum. 12 manningar luttaka við seks-mannafør við monnum, 5 átta-mannafør og 3 tíggjumannafør.

 

Hetta vísir eitt týðiligt tekin um, at áhugin fyri kappróðri er størri enn nakrantíð.

Vit eru sera fegin um góðu undirtøkuna – føroyskum kappróðri at frama.

 

Takk fyri góða undirtøku – og gott kappróðrarár.

 

Úrslitini í ódnartøkunum

 

https://urslit.rsf.fo/odnartak-midvagur-2021/

 

https://urslit.rsf.fo/odnartak-runavik-2021/