pissaðu í buks og misti ondina. Tað var ein heilt ótrúlig orka og samanspælið var perfekt. Tað rungaði í húsinum, tá ið Mikkjal bara segði so lítið sum eitt orð í mikrofonuna. Tað simpulten kom eldur í. Men [...] at Marius var vinarin av Global Battle Of The bands 2005 í Føroyum. Marius er nú officielt í stóru endafinaluni, sum verður hildin í London í desember. Vit á Sosialinum ynskja Marius hjartaliga tillukku [...] GBOB Endabrakið Vit eru í Mentunarhúsinum í Fuglafirði. Tað er leygarkvøld 19.11.05. Kokkan er 20:30, og dyrnar eru opnaðar. Fólk eru í góðum lag, og spenningur er at merkja allastaðnis rundan um seg.
var í 2008, at Annika byrjaði sum stjóri í Kringvarpi Føroya. Hon er útbúgvin innan økonomi og data og hevur millum annað starvast sum serfrøðingur innan hesi øki í Finlandi. Áðrenn hon byrjaði í Kringvarpinum [...] Kringvarpinum, arbeiddi hon í fýra ár í Eik. Annika minnist væl ta fyrstu tíðina hjá sær sum stjóri í Kringvarpi Føroya. - Eg skuldi veruliga skifta bransju, og tað í sær sjálvum var ein stór avbjóðing. Tað [...] vit í dag hava 30 fólk færri í føstum starvi, samanborið við hvat stovnurin hevði í 2004, greiðir Annika frá. Annika sum fjølmiðlafólk Fyri betur at kunna skilja dagliga arbeiði hjá starvsfólkunum í Kr
samstundis málið í bókini stívt og tungt - næstan konstruerað. Mann kann altíð kalla eina kúgv fyri ein hest, men tað er ópraktiskt! Høvundurin er vulgerur og bondskur í sínum orðalagi, í støðum yvir í tað sarkastiska [...] gera vart við seg, hann umber stingirnar, býr í húsinum upp í millum, hugsar við iskran, við myrkum hevnd-skilsbrýggi, til illa útkomu, slotar, luftin byrgist í tarminum, hugmóð, feigd og fákunna, hvin av [...] pillleysi murgurin, næstan óansaðari irskran, í eina mókaliga kenslu av hugskuloysi, tevur av freti, fínligum eftirreki, við jakslinum í kjaftinum, knykilin í reyvarholdi eyðmjúkleikans, undir morgun, fór
minnist eg frá sending í sjónvarpinum. Hálvfems sekund eru í hvussu so er gingin. Hví rýmdu tey bara í áðni? Dropar Sirenurnar koma nú nærri. Tær hoyrast beint við, men ongin kemur inn í flogfarið. Vatn er [...] flennir ikki longur. Hann bløðir í andlitinum. Eg havi ilt í høvdinum. Eina øgiliga pínu. At reisa seg sýnist ógjørligt og sjálvt at anda er ein trupulleiki. So eri eg eisini í ørviti. Bæði drongurin og flogternan [...] men fái ikki. Nú síggi eg onkran millum stólabakini úti í ljósinum við hurðina. Teir eru tveir – báðir í gulum jakkum – blaka tveir posar inn í kabinuna. Teir tosa. Ivast hvussu nógv eru inni, men kempa
og fylgdist næstan altíð, í hvussu so er til fótbóltsdyst. Í 1981 rann saman í millum Leilu og Eirik, tá komu vit at kennast rættuliga væl og gjørdist vinmenn. Eirikur var í maskinlæru hjá P/F Wenzel [...] forelskilsi var einki at ivast í hvat hann meinti við, hann hevði fingið sína Lailu og eingin var so heppin sum hann. Eirikur og Leila blivu gift í mai 1985 og stórt brúdleyp hildið í Havnar Klubba. 30 okt. 85 [...] einaferð í veitslulag, at hann skuldi hava 10 børn, og flenti so hjartaliga. Hjartvar plagdi at arga hann við at hann var í familju við 'Hønuna' so hann fekk ikki børn, men ungar. Eirikur kom í rossaverðina
– Vit skipa altíð fyri okkara átøkum í samráð við løgregluna, og tað er umráðandi, at vit halda aftur viðhvørt, so løgreglan ikki druknar í berani kunning. Í meðal hava vit umleið 150 ymisk átøk [...] enn onnur, men eg haldi, at vit í Belgia hava fingið eina góð skipan síðani tað, sum hendi í kjalarvørrinum á Dutroux-málinum. Eitt nú hava allar løgreglustøðir í landinum somu vegleiðing at ganga [...] - Evropeiskt netverk Netverkið, sum varð stovnað í 2001, umfatar 19 felagsskapir í 15 evropeiskum londum. Felagsskapurin, sum fyri tað mesta arbeiðir í ES-høpi, hevur sum eitt av sínum málum at skipa eina
Djurhuus, deildarstjóri í Vinnumálaráðnum og fyrrverandi formaður í Búskapar- og Løgfrøðingarfelagnum, nú skrivi- og talufrælsi hjá almennum starvsfólkum aftur er í brennidepilin. Eldur kom í skálan, tá leiðslan [...] stjóran í Almannaverkinum at rúka í blekkhúsið og boða starvsfólkum frá, at tað einans er stjórin sum úttalar seg vegna stovnin, men, at starvsfólkini tó kunnu úttala seg sum privatpersónar. Í fjølmiðlum [...] okkum, at alt er nógv betri, enn tað í veruleikanum er, sigur Jóanna Djurhuus. Tann hótti stjórin Eftir seks ár sum stjóri á Strandferðsluni og átta á Føroya Handilsskúla í Havn, dugir Reidar Nónfjall at siga
øðrvísi í Svøríki enn í Føroyum. Bara tað at fara til handils. Í staðin fyri at tosa um pund og kilo, varð í Svøríki tosað um hektogramm o.l. - So vóru tað fruktirnar, sum eg var so bilsin av. Í urtagarðinum [...] eigur 71 ára gamla Nanna Mattiasson. Vit sita í stovuni hjá Nannu og manninum, Rúna Mattiasson. Tey bæði búgva í einum hugnaligum raðhúsum í Vestra Frølunda í Gøteborg. Millum veggjaprýðini er málningur [...] er einføld: Nanna Mattiasson er fødd og uppvaksin í Hovi í Suðuroy. Dóttir Karolinu og Sámal úr Skúoy. At Nanna hevur búð í Gøteborg síðani miðskeiðis í fimti árunum, er ómøguligt at hoyra. Ikki eitt einasta
vakurleikanum í málinum, í kærleikanum til landið og náttúruna og fyri ríkidøminum, sum er í bókmentum og list. Varhugin av øllum hesum liggur longu í tí, sum bóndakonan við Kirkjar skrivar í brævi sínum [...] frælsi einstaklinga er berandi hugsjón í háskúlarørsluni, var skúlin tjóðskaparliga kveikjandi í hinum norðurlondunum eins og í Føroyum við. Í Føroyum kravdi undirvísing í samsvari við hendan andan sjálvsagt [...] Afturhaldsvongurin í kjakinum sá trøll í tí sum var í umbúna, men viðhald og ynski um at fáa føroyskan skúla smæddu seg als ikki burtur. Vit síggja dømini um áhugan fyri málinum, tá vit hyggja í bløðini frá teirri
høvdu familju í Amerika og aðrastaðni í Evropa, men vit vistu ikki, hvar vit skuldu fara, so vit endaðu í Danmark, greiðir Milan frá. Áðrenn kríggið arbeiddi Milan í einum skógvafyritøku í seks ár. Tá kríggið [...] bara búði í Danmark í hálvt triðja ár, so fluttu tey heili átta ferðir hesi árini. - Vit hava verið flóttafólk í 10 ár. Men nú er alt gott. Vit hava alt nú. Hús og arbeiði, og vit hava frið. Her í Føroyum [...] tveimum árum síðani, fingu tey í fyrstuni ein lítlan skelk. Tey vóru koyrd á Sjómansheimið í Runavík, har tey búði í hálvan annan mánað, meðan leitað varð eftir onkrum at búgva í. - Føroyingar eru ógvuliga