GBOB
Endabrakið
Vit eru í Mentunarhúsinum í Fuglafirði. Tað er leygarkvøld 19.11.05. Kokkan er 20:30, og dyrnar eru opnaðar. Fólk eru í góðum lag, og spenningur er at merkja allastaðnis rundan um seg. Tað gongurr heldur ikki leingi, og so er Mentunarhúsið gott pakkað av bæði ungum og eldri fólki. Fyrsti bólkurin, sum verður sendur upp á pallin fyri at seta hol á finaluna 2005, er Eager To Please.
Eager To Please
Hetta er 80ara rokkur, sum vil nakað. Teir løgdu út við einum knasandi góðum lagi, og fólk komu nærmari at pallinum við rytmuni av trummuni. Serliga hatta lagið, tá ið skríggjað verður í mikrofonurnar: "So put your money where your mouth is!!". Tað riggar hamrandi gott og hevur eina feita orku í sær saman við restini av bólkinum.
Hesaferð var tað betur hjá teimum enn í innleiðandi umfarinum. Her upptraðkaðu teir meira uppá ein feitan rokknroll máta, men alíkavæl skuldi uppaftur meira show tiil fyri at gleða meg heilt.
The Story Ends
Heilt 100% betur samanspældur enn frá innleiðandi umfarinum. Tó vóru nakrir brølarar, men hjá The Story Ends nýtist tú bara at smíla og fylgja við aldunum frá teirra fantastiska vælgjørdu løgum og totalt langt úti. Teir gingu heilt amok á pallinum, og tað ávirkaði fjøldina umgangandi. Í seinasta lagnum fingu teir øll at syngja og sjálvt meg sjálvan: "Du du, du dudu du!" Hetta er bólkurin man vil hava til jólaborðhaldið.
Anytime
Bólkurin er feitur og svingar deiligt, men hesaferð í mun til innleiðandi umfarið, so gekk ikki so gott, sum tað plagar hjá góða Brand Enni. Kassaguitarin, sum spældi ein tann størsta leiklutin í fyrsta lagnum, bleiv tendraður út ígjøgnum anleggið kanska einar tvær ferðir í eitt og hálvt sekund hvørja ferð. Hetta var sera ergiligt, tí hann absolutt manglaði. Tað var eisini meira ósikkurheit í bólkinum hetta kvøldið. Tað var øgiliga upp og niður. Men sum altíð gav Brandur sítt allar besta, og fólk vóru glað og heppaðu bólkin óført.
Lama Sea
Eingin ivi er í, at tá Lama Sea kemur á pallin líka mikið hvar og nær, so fáa teir húsið at rista og fjøldina at frysta. Gásarholdið veksur og fólk rópa av gleði. Bólkurin byrjaði við avslappandi disco-rokksangi, sum uppá onkran máta var skeivi sangurin til GBOB. Men harafturímóti so var tað næsta lagið, sum gjørdi, at alt fór upp at kóka. Tað kom sum ein rakett og fýsti út yvir fjøldina. Tað einasta eg havi at siga til Lama Sea er, at teir mugu læra at stýra tónleikinum. Ofta blívur tað so vilt, at tað kókar yvir. Sum er bæði feitt og minni feitt.
Moja
Ein bólkur við kraftfullum tónleikarum og orkufullum songkvinnum. Bara guitarljóðið hjá Mikkjali var næstan nokk til at fáa fólkið at nikka, men so tá tær tríggjar við teirra ótrúligu røddum eru við, so verður øll fjøldin lyft uppfrá gólvinum. Men til tíðir kundi man hoyra nakrar forferdiligar tónar koma ýlandi frá kvinnunum, sum var rættiliga keðiligt og tók allan tónleikin niður á eitt lægri støði. Men hetta gekk skjótt fyri seg og so vóru tey uppi aftur á ovastu hædd.
Deja Vu
Hesin bólkurin er byrjaður at koma øgiliga gott fram í teirra framførslum. Teir spæla sannførandi, og man sær tíðiliga, at teir hava hjartað við í tónleikinum. Deiligt at síggja, hvussu teir hava ment seg innan stutta tíð. Tónleikurin hevur fingið nýtt ljós, men ljóðar enn sum Deja Vu. Hesaferð vóru teir fínir til at leggja eitt sindur av show í framførsluna, men atlíkavæl er tað ikki í topp enn. Men fólkið dámdi væl og vóru glað fyri nýggju vibratiónirnar.
Marius
Ótrúliga samanspældur tónleikur kom frá Marius, og ein góður botnur var í løgunum takkað verið bass og trummum. Tónleikurin hjá Marius er komin á eitt heilt annað støði. Eitt høgt støði. Øll tey, sum vóru á showcase í Kagganum fyri einari tíð síðan, kunnu sjálv verða við at døma um hetta. Fangandi løg og nokk av power var tað, sum gjørdi fólk alvorligani yvirraskað. Fjøldin var eisini í toppformi, tá ið Marius framførdi, og tað at fjøldin er við ger, at alt blívur so forbannað feitt!! YEAH!
Synarchy
Ein rúgva av fjepparum troðkaðu seg fram at pallinum fyri at rokka til Synarchy. Tað byrjaði við einum ordans braki, og fjøldin gekk amok. Men ljóðið var nokk av tí ringasta. Alt ljóðið smeltaði saman, men bólkurin legði hart út og góvu alt teir høvdu. Tað riggaði eisini super væl, og tað var ótrúliga stuttligt at síggja hetta slagið av metalrokki blíva spældan í Føroyum. Teir endaðu við at geva eina sannførandi framførslu við einum feitum showi og energi. Men ljóðið var skrapa, beint fram. Tað kann verða tí, at bólkurin er nýggjur av sínum slag og hevur annað ljóð, og ger tað torført fyri ljóðmannin at finna ljóðið. Hvør veit?
Frostbit
Bólkurin er ikki nýggjur, rættiliga gamal faktiskt, men hevur fáar konsertir spælt. Eg veit ikki hví, men hetta knappliga at koma fram, tá stórar kappingar sum Prix og GBOB eru, er øgiliga vanligt her í Føroyum. For vanligt í mínum eygum. Men bólkurin hevur sínar góðu síður. Tá sangarinnan kemur upp á sítt besta og orka kemur í tónleikin. Tað er feitt. Men løgini vóru ikki akkurát tey bestu til hesa kapping. Í einari kapping sum GBOB er rættiliga gott at hava løg við kraftigari útstráling. Tað saknaði eg. Tað var for friðarligt og ov nógvar molakkordir kanska.
The Dreams
Ein bólkur, sum øll kenna eftirhondini. Punk bólkurin yviraskaði meg tann vegin eg helst ikki vildi. Fyrsta lagið virkaði heilt skeivt. Nógvur poppur var at finna í bólkinum hetta kvøldið. Tað var eitt sindur keðiligt, tá man forvæntar feitan punk tónleik. Men teir gjørdu nógv burtur úr í seinna lagnum, sum var fangandi og øgiliga stórt í sær. Fólk vóru íhvørtfall við uppá tað, so tað var bara feitt.
SIC
Tungasti og myrkasti bólkurin í landinum kom á pallin, og fólk vóru púra vill eftir at sleppa heilt fram til scenuna, so at man kundi standa og gløða upp í høvdið á hesum sannførandi heavy rokkarunum. Tað bleiv skrúvað upp fyri anlegginum og fyrsta lagið fór ígongd. Jørðin ristist og eg saman við restini av fjølduni pissaðu í buks og misti ondina. Tað var ein heilt ótrúlig orka og samanspælið var perfekt. Tað rungaði í húsinum, tá ið Mikkjal bara segði so lítið sum eitt orð í mikrofonuna. Tað simpulten kom eldur í. Men alt ov nógvur roykur bleiv sendur út á pallin av "roykmaskinunum". Tað vóru tíðir har man ikki sá ein meter. Keðiligt nokk hugnaði eg mær so ótrúliga nógv, tá SIC framførdu, at eingin vánaligur kritikkur var at finna. Sorry.
Týr
Sum seinasti bólkur á pallinum byrjaðu og endaðu teir við einum lagi har eg ikki fekk sett tónleikin á tað støði, at man kundi nikka við høvdinum. Tað var ikki tað rætta lagið at taka við til GBOB. Eg eri ikki heilt sikkur í, hví hetta lagið bleiv spælt. Men so leingi onkur var glaður, so var eg glaður. Nakað av fjøldini dámdi tað sera væl, og tað var bara feitast. Eg meini, at Týr burdi komu við nýggjum tilfari og kanska uppdaterað ljóðið eitt sindur.
Vinarin var Marius
Ìmeðan man bíðaði eftir at fáa kungjørt vinnaran gekk man eitt sindur runt umkring og tosaði við fólk um, hvat var in og hvat var ýt. Favorittarnir vóru heilt uttan iva teir tríggir: Lama Sea, SIC og so Marius, sum so endaði við at fara við sigrinum.
Allir bólkarnir vóru kallaðir upp á pallin og ein av dómarunum, sum var frá Danmark kom á pallin og kunngjørdi, at Marius var vinarin av Global Battle Of The bands 2005 í Føroyum. Marius er nú officielt í stóru endafinaluni, sum verður hildin í London í desember.
Vit á Sosialinum ynskja Marius hjartaliga tillukku og góða eydnu víðari.