Grækaris Djurhuus Magnussen
?Sum ein av gomlu føroyingunum, sum meginpartin av lívinum hevur búð uttanlands, gleðist eg um ynskið hjá føroyingum um fullveldi. Eg skilji føroyska ynskið ógvuliga væl. Vit hava jú altíð verið eitt sjálvstøðugt fólk. Men tá eg so hugsi um, hvat kann henda landsmonnum mínum aftan á fullveldið ? um fiskiskapurin svíkur nøkur ár, ja, so fer tað mær kalt niður eftir rygginum.?
Orðini eigur 71 ára gamla Nanna Mattiasson. Vit sita í stovuni hjá Nannu og manninum, Rúna Mattiasson. Tey bæði búgva í einum hugnaligum raðhúsum í Vestra Frølunda í Gøteborg. Millum veggjaprýðini er málningur, sum Sigmundur Petersen, sáli, málaði á sinni. Har eru eisini aðrar myndir úr Føroyum. Felags fyri myndaevnini er, at tey eru úr Suðuroy. Og orsøkin er einføld: Nanna Mattiasson er fødd og uppvaksin í Hovi í Suðuroy. Dóttir Karolinu og Sámal úr Skúoy.
At Nanna hevur búð í Gøteborg síðani miðskeiðis í fimti árunum, er ómøguligt at hoyra. Ikki eitt einasta svenskt orð kemur ballandi inn millum eyðkenda suðuroyar-málið - ella rættari »hovsmálið«. Tað er eins reint, sum hevur hon í veruleikanum ongantíð funnið vegin úr Hovi.
Búði hjá presti
Nanna Mattiasson varð borin í heim í 1928. Hon vaks sostatt upp í neyðarsligu 30-unum, og upplivdi annan heimsbardaga sum ung genta.
- Eg minnist tað soleiðis, at hóast kríggið leikaði í í 40-unum, so gjørdust tíðirnar eitt vet frægari miðskeiðis undir krígnum, enn í 30-unum. Føroyingar seldu fisk - og sigldu við fiski til Bretlands undir krígnum, og tað vísti seg aftur í livikorunum heima í Føroyum. Tíðirnar batnaðu eitt sindur. Og tað var eisini um hetta mundið ? í 1942, at eg fór í realskúla í Vági. Realskúlin tók tá fýra ár, greiðir Nanna Mattiasson frá.
Av tí, at ongir vegir vóru millum Hov og Vág, varð neyðugt hjá Nannu at gista onkustaðni í Vági. Tí ov langt var at ganga ímillum, tá tú skuldi í skúla hvønn dag. Mamman, Karolina, noyddist tí út at leita dóttrini eftir innivisti. Endin varð, at Nanna og ein onnur genta úr Hovi, Mia á Brekku, fingu innivist hjá vágspresti. Prestur í Vági tá var Thulesen, pápi Svend Thulesen, sum seinni gjørdist stjóri á Kjølbro-fyritøkuni.
Eldur í prestagarðinum
Teir báðir realskúlanæmingarnir úr Hovi høvdu tað gott hjá vágspresti. Tær høvdu kamar saman við dóttur prest.
Men tá tað leið út á fyrsta veturin, gjørdist alt kaldari á kamarinum. Ongin hiti var, og bjálvingin tá á døgum var sum harragud veit. So endin varð, at Sámal úr Skúoy, pápi Nannu, útvegaði teimum báðum ein ovn á kamarið í prestagarðinum. Tá var betri eina tíð. Til eldur kom í.
- Ein dagin, vit sita á kamaranum, síggja vit royk koma út úr vegginum. Prestur og konan vóru úti, so vit vóru einsamallar. Men til alla lukku arbeiddu nakrir mans við eitthvørt niðri í kirkjugarðinum. Vit róptu á teir, og teir vóru skjótir at koma okkum til hjálpar. Tað eydnaðist teimum eisini at sløkkja eldin, áðrenn hann breiddi seg. Men kamarið var oyðilagt, minnist Nanna Mattiasson.
Nanna og Mia, sum vóru bara 14 ára gamlar tá, vóru hjartkiptar. Hvat fór prestur at siga til eldin? Mundi hann fara at vísa teimum durafjórðingin?
Men nei. Thulesen segði ongantíð eitt einasta orð um eldin. Hann vísti teimum bara inn á skrivstovuna. Har skuldu tær búgva, til kamarið var sett í stand aftur. Eldurin hevði nevniliga oyðilagt nógv, tí teir, ið høvdu sett ovnin til, høvdu bara lagt rørini millum skins og hold. Teir vistu ikki betur. Og tað, at rørini vórðu løgd millum skins og hold, var eisini beinleiðis orsøkin til eldin.
Bøkurnar hjá presti hentar
Meðan Nanna búði á skrivstovuni hjá Thulesen fekk hon stundir at granska fleiri av nógvu bókunum hjá presti. Og tær komu eisini væl við onkuntíð ? ikki minst okkurt leksikon.
- Ein dagin fekk eg sum uppgávu at skriva stíl um seglskip. Tá var eg í dýrastu neyð, tí hvat visti eg um seglskip. Akkurát onki. So eg gjørdi ikki mætari, enn leitaði eitt leksikon hjá presti fram, blaðaði upp á seglskip, og so skrivaði eg. Og illa tordi eg at leggja nakað burtur úr, tí eg var bangin fyri, at so fór samanhangurin heilt út av lagi. So endin varð, at eg snøgt sagt skrivaði beinleiðis av.
- Tá eg fekk stílin aftur nakrar dagar seinni, læt í læraranum:
»Tað var illani, at teir høvdu ikki skrivað meira í hatta leksikonið, tí so hevði stílurin verið tað longri.«
Hvønn karakter, Nanna fekk fyri leksikonstílin hjá sær og presti, minnist hon ikki í dag. Men realprógvið fekk hon. Próvtøkurnar fóru fram á Tvøroyri.
Græt, tá hon fekk arbeiði
Tá Nanna hevði fingið realprógv, var hon noydd at søkja eitthvørt arbeiði, hóast hugurin var lítil. Hon ræddist fyri at fara at leingjast ov illa, skuldi hon heilt norður til Havnar at arbeiða. Men fyri skomm skyld sendi hon eina umsókn til skrivstovuna á Landssjúkrahúsinum ? ella til Hospitalið, sum sagt varð tá.
- Stutt eftir kom telegramm úr Havn. Har fekk eg at vita, at eg hevði fingið skrivstovustarvið, sum eg hevði søkt. Eg var so hørm um at hava fingið starvið, at eg bæði græt og illa læt. Eg var so illa við av hesum, at pabba noyddist norður til Havnar við mær, annars fór eg ikki. Tá vit so møttu einari diakonissu á gongini á Hospitalinum, og hon frætti, hvussu bangin eg var fyri at leingjast, helt hon fyri:
?Jamen, så må De være meget forkælet!?
Viðurskiftini á Landssjúkrahúsinum vóru rættiliga smá tá á døgum. Nevndi onkur »yvirlæknan«, ja, so vistu øll, at tað snúði seg um Paula Dahl.
- Eg longdist so illani suður aftur til Hovs, at hevði eg funnið oman á bryggjuna, ja, so hevði eg rýmt suðuraftur. Men alt tyktist mær so stórt og fløkjasligt í Havn, at eg tordi ikki at gera nakra roynd at rýma. Eg var bangin fyri at villast, sigur Nanna.
Men sum frá leið vandi hon seg við Havnina, og longsulin var ikki longur so herskin sum í byrjanini. Á Hospitalinum mæltu tey henni at fara á sjúkrasystraskúla, tí stórur tørvur var á sjúkrasystrum. Men lønin hjá sjúkrasystranæmingunum var so ússalig tá, at hon heldur valdi at verða á skrivstovuni. Á skrivstovuni fekk hon 175 krónur um mánaðin, meðan sjúkrasystranæmingarnir fingu ávikavist 40 og 60 krónur um mánaðin, alt eftir, hvussu langt tær vóru komnar við útbúgvingini.
- Tað var dýrt at liva tá. Eitt tað fyrsta eg gjørdi, tá eg kom at arbeiða á Hospitalinum, var at biðja ein snikkara smíða mær eina kommodu. Hon kostaði 160 krónur. Eina klokku keypti eg fyri 155 krónur. So tað skuldi sparast, heldur Nanna Mattiasson skemtandi fyri.
Tá hon hevði arbeitt á Hospitalinum í tvey ár, noyddist hon at gevast orsakað av sjúku.
Telegrafstøðin og Klaksvíksstríðið
Í 1950 fekk Nanna Mattiasson arbeiði á Telegrafstøðini í Havn. Har upplivdi hon eitt og annað, sum hon ongantíð gloymir. Tað var sum heild ein góð og hendingarík tíð. Til dømis arbeiddi hon á Telegrafstøðini, tá føroyingar fingu sonevndu Ríkistelefonina, og hon arbeiddi eisini á Telegrafstøðini undir Klaksvíksstríðnum.
- Tað var eitt stórt framstig hjá føroyingum at fáa Ríkistelefonina. Tí tá kundu fólk mitt í tí heila tosa við vinir og kenningar ? beinleiðis, hóast tey tú tosaði við, vóru stødd uttanlands. Men hinvegin tók tað eina tíð, áðrenn Ríkistelefonin vildi rigga sum hon skuldi. Var tað ikki eitt, so var tað okkurt annað, ið var galið.
- Fólk kundu bíða upp í tvær vikur, frá tí tey bíløgdu eina »samtalu« til Danmarkar, til tey sluppu ígjøgnum. Og eg minnist ta einu ferðina, at ein mamma spurdi dóttrina, hví hon ikki var til staðar á telefonstøðini í Danmark, tá hon endiliga slapp ígjøgnum. Mamman dugdi ikki heilt at skilja, at skuldi dóttirin taka telefonina beinanvegin, ja, so hevði hon verið noydd at »búð« á donsku telefonstøðini teir fjúrtan dagarnar, tað tók at sleppa ígjøgnum hesa góðu Ríkistelefonina, flennir Nanna.
Tað var ikki minni spennandi at arbeiða á Telegrafstøðini, meðan Klaksvíksstríðið leikaði. Tá var rokan í fjøruni á Telegrafstøðini. Nanna minnist, at tey stundum noyddust at stongja allar hurðar, tí ágangurin var so nógvur. Alt skuldi jú um Telegrafstøðina ? bæði innlendis og millum Føroyar og útheimin.
- Klaksvíksstríðið var jú forsíðustoff í útlondum, so har var ein rúgva av útlendskum journalistum, millum annað donskum, enskum og amerikanskum journalistum. Og allir vildu teir frætta úr Klaksvík, og allir vildu teir vera fyrstir út um landoddarnar við tíðindunum.
- Vit, sum arbeiddu á Telegrafstøðini, frættu sjálvandi nógv meira um tað, sum gekk fyri seg í Klaksvík, enn nógvir aðrir føroyingar. Men vit høvdu tagnarskyldu, so tað ráddi um at tiga. Og tað var eisini trupult, tá vit komu út millum fólk, til dømis í føðingardagar. Tí allastaðni varð tosað um Klaksvíksstríðið. Tá onnur so vistu ymsar søgur, ráddi um onki at siga hjá okkum. Tí sum tíðin leið, vóru vit ikki heilt greið yvir, hvat vit vistu gjøgnum arbeiðið á Telegrafstøðini, og hvat vit høvdu frætt úti í býnum. So endin varð, at fleiri okkara hildu okkum burtur frá føðingardøgum og øðrum veitslum, so leingi stríðið vardi í Klaksvík, sigur Nanna Mattiasson.
Mitens noktaði Nannu at giftast
Tá Nanna hevði arbeitt á Telegrafstøðini í nøkur ár, vaknaði ætlanin at gera føroyskt útvarp av álvara. Tá tað so skuldi søkjast eftir fyrsta »speakaranum« til Útvarp Føroya, heittu fleiri, ið varaðu av útvarpsætlanunum, á Nannu at søkja. Hesi høvdu hoyrt røddina hjá Nannu gjøgnum Telegrafstøðina í fleiri ár, og mettu hana hava eina góða og klára rødd.
Tað var Edvard Mitens, sum tók sær av starvssetanunum.
- Eg sendi onga umsókn, men fór í staðin at tosa við Edvard Mitens. Hann var blíður í fyrstuni. Men so spurdi hann meg brádliga, um eg var trúlovað. Tað helt eg vera ein ótrúliga løgnan spurning. Men tað bleiv upp aftur løgnari, tí so spurdi hann meg, um eg ætlaði at giftast skjótt. Tá eg so spurdi hann, hvat hann skuldi brúka alt hatta til, svaraði hann mær, at skuldi eg hava starvið, so mátti eg ikki gifta meg næstu tvey árini, minnist Nanna.
- Tá reisti eg meg úr stólinum, og gjørdi Edvardi Mitens greitt, at tað var langt frá mær at finna upp á at spyrja hann eftir, nær eg skuldi giftast. Og tískil sendi eg ongantíð umsóknina til Útvarpið, sigur Nanna Mattiasson.
Svøríki kundi verið Sibiria
Á vári í 1957 giftist Nanna við Rúna Mattiasson. Rúni er ættaður av oynni Tjørn, ið liggur stutt uttan fyri Gøteborg. Um heystið sama árið flutti Nanna so til Svøríkis. Og har hevur hon búð síðani.
Fyrsta veturin í Svøríki búði Nanna í einum lítlum húsum inni hjá verforeldrunum á Tjørn. Framman undan hevði hon bert verið nakrar dagar og heilsað upp á verforeldrini. So hon kendi tey lítið og onki, nú hon flutti inn til tey. Rúni, sum tá var fiskimaður, var burtur megin partin av tíðini. Og ongan annan kendi Nanna á oynni. So tað var ikki so lítið einsligt hjá henni hendan veturin.
- Tað er rættiliga vakurt á Tjørn, og verforeldrini og hini bygdafólkini vóru ógvuliga blíð. Men tú vart so ræðuliga langt burtur frá øllum tí, tú vart von við. Og sambandið til Føroya var vánaligt. So eg kundi tað sama verið í Sibiria, heldur Nanna.
Fyrstu tíðina gjørdi hon nógv av at lurta eftir útvarpi, bæði svenskum, norskum og donskum útvarpi. Hon vildi fegin hava arbeiði, og gjørdi tí alt fyri at seta seg inn í svenska málið. Tá hon so helt seg vera hampuliga væl fyri málsliga, søkti hon inn á svenska Televerkið. Men har fekk hon at vita, at hon bert kundi fáa starv, um hon gjørdist svenskur ríkisborgari. Og tað vildi hon ikki, m.a. tí hon alla tíðina væntaði at flyta heim aftur til Føroya. So hon varð sitandi á Tjørn eina tíð.
Og alt var so nógv øðrvísi í Svøríki enn í Føroyum. Bara tað at fara til handils. Í staðin fyri at tosa um pund og kilo, varð í Svøríki tosað um hektogramm o.l.
- So vóru tað fruktirnar, sum eg var so bilsin av. Í urtagarðinum hjá verforeldrunum vóru t.d. seks súreplatrø, tvey stór perutrø, blommutrø og ein rúgva av bertrøum: stikkelsber, sólber og ribs. Vit kundu t.d. henta upp í sjey stórar spannur bara av ribs. So tað var sum at vera í einum heilt øðrum heimi. Spell, at Føroyar ikki vóru nærri, so eg kundi sent nakrar spannir av berum heim, heldur Nanna.
Errin verforeldur
Verforeldrini vóru rættiliga tilkomin longu tá Nanna flutti yvir til Svøríkis. Rúni var einasta barnið, so hon varð mestsum borin á lógvum. Og tað var ikki sørt, at tey vóru errin av verdóttrini. Serliga vóru tað kynstur hennara til alt handarbeiði, ið gjørdi tey errin. Hon minnist væl ein dagin, vermóðirin var í dýrastu neyð, tí henni vantaði tógv.
- Ráðini hjá verforeldrunum vóru ikki tey bestu, so støðan hjá vermóður var vánalig, tá tógvið var uppi, áðrenn ermarnar vóru liðugt bundnar. Tá rakti eg rendurnar á troyggjuni uppaftur, og bant ermarnar lidnar við tí tónum. So kundu vit brúka annað tógv til rendurnar. Tað hevði vermóðir ongantíð sæð áður, men tað riggaði jú frálíka væl, minnist Nanna.
Næstu ferð hon fór til handils í bygdini, hevði verfaðirin longu verið og sagt frá kynstrunum hjá føroysku verdóttrini. Og tað var so skjótt, at boð vóru eftir henni úr øllum heraðshornum í bygdini: ?Um hon ikki kundi hjálpa teimum við hesum og hasum??
Soleiðis gekk fyrsti veturin.
Uppaftur einsamallari
Árið eftir fluttu Nanna og Rúni til Gøteborg. Men úrslitið fyrstu tíðina varð, at Nanna bara føldi seg upp aftur einsamallari. Rúni var framvegis fiskimaður, og nú hevði hon jú heldur ikki verforeldrini. So hon las hvørt blað á tamb, hon fekk hendur á, fyri at vita, um nøkur vitjan mundi vera í Gøteborg úr Føroyum. Og tað hendi seg meira enn so, at føroysk skip lógu inni. Tá plagdi hon at fara oman á bryggjuna at vita, um onkur var við, sum hon kendi.
Men skjótt komu bæði børnini hjá teimum, Jan Erik og Kerstin. Tá gjørdist alt sjálvandi nógv øðrvísi. Hon var ikki einsamøll longur. Seinni legðist Rúni upp á land, og fór at arbeiða hjá Volvo.
Sjálv arbeiddi Nanna í fleiri ár fyri SIFO (tað sama sum danska Gallup). Hon gjørdi samrøður við fólk. Hetta vóru samrøður, sum altíð vóru liðir í kanningum av ymsum slag, til dømis veljarakanningar.
Eina tíð, meðan børnini vóru smá, arbeiddi hon sum eyka »omma« fyri Gøteborg kommunu. Kommunan hevði eina skipan, har hon rindaði fólki fyri at passa sjúk børn. Tað gjørdi kommunan, fyri at foreldrini ikki høvdu fyri neyðini at verða heima frá arbeiði, hvørja ferð børnini høvdu t.d. krím.
Altíð føroyingur
Nanna Mattiasson hevur sum fá gjørt sítt til, at fáa samband við føroyingar, sum hava verið í nánd av Gøteborg. Hevur hon hoyrt um ítróttartiltøk, har føroyingar hava verið, so hevur hon verið og heilsað upp á tey ? óansæð um hon hevur kent nakran teirra ella ikki. Og tað eru ikki so fá føroysk ferðaløg, pensiónistar og onnur, sum hava verið heima hjá Nannu og Rúna til ein drekkamunn.
Fyri nøkrum fáum árum síðani var Nanna í svenska útvarpinum, har hon sóknaðist eftir at fáa samband við føroyingar, sum búðu í Gøteborg, ella nærhendis Gøteborg. Fleiri gjørdu vart við seg, og tey hittust stutt eftir til eina føroyska veitslu heima í Juvelgatan 17.
- Eg verði ongantíð annað enn føroyingur. Alt, sum er føroyskt, dregur. Hinvegin kann tað heila kennast rættiliga løgið. Tí hóast eg kenni meg sum føroying, kenni eg meg ongastaðni heila. Tá eg t.d. skal siga fólki, at eg fari til Føroya at ferðast tveir mánaðir, so sigi eg, at eg fari heim. Men tá eg fari aftur til Svøríkis, sigi eg, at eg fari yvir aftur. Og hóast eg havi búð í Svøríki í 42 ár, og at mítt heim nú er her, so er hýrurin altíð vánaligur, fyrstu dagarnar, tá eg komi aftur úr Føroyum. Men svenskan ríkisborgararætt havi eg ongantíð viljað havt, sigur Nanna Mattiason hugsunarsom.
Hon reisir seg, fer yvir í køliskápið, og tekur eitt skerpitjógv út. Stutt eftir liggur skerpikjøtið á borðinum, við síðuna av frálíku svensku hønukøkuni.