SF: UB40 er framskundað í kvøld

UB40 spælir á Vágsbø klokkan 20:30 í kvøld

Broytingar eru gjørdar í skránni fyri Summar Festivalin fríggjakvøldið.

 

Roknað verður við, at eitt skifti seint í kvøld fer at regna illa, og ættin liggur inn á stóra pall á Vágsbø. Tí verður trupult at hava konsert har ta løtuna. Væntað verður, at regnið fer fram við, og at veðrið verður betri aftaná.

 

Høvuðsbroytingin í kvøld er, at konsertin við UB40 ft. Ali Campbell á Vágsbø verður framskundað til kl. 20:30.

 

Hetta hevur við sær, at aðrar broytingar mugu gerast í kvøld.

 

Niðanfyri sæst dagførda skráin fyri Summar Festivalin fríggjakvøldið.

 

 

 

Summar Festivalurin

 

Fríggjadagur 8. august

 

19.00: Kalas (Torgið)

 

19.45: Systrarnar á Lakjuni (Tjaldið)

 

20.30: UB40 ft. Ali Campbell (Vágsbøur)

 

22.00: Ester Skála (Torgið)

 

22.30: Linda Andrews (Tjaldið)

 

23.15: Herborg Torkilsdóttir (Torgið)

 

00.00: jazzygold (Tjaldið)

 

01.00: Dynamit (Vágsbøur)

 

02.15: Grandma's Basement (Tjaldið)

 

03.00: Swardi (Vágsbøur)

 

##med2##