KÍ fer at skifta fleiri spælarar út

B68 hevur góðar royndir at spæla í Klaksvík, tá ið klaksvíkingar hava avbjóðingar í Europa at hugsa um

Í kvøld klokkan 18.00 fer Jákup Øssursson Mohr at bríksla í Klaksvík, har tað er summarfestivalur, og har KÍ í kvøld fær vitjan av B68.

 

Hetta er umleið 70 tímar eftir síðsta bríksl á Tórvølli týskvøldið, tá ið KÍ við 2-0 heimasigri vann sær góða útgangsstøðu undan seinna dystinum ímóti FK Neman úr Hvítarusslandi. Tann dysturin verður hóskvøldið í Ungarn.

 

At tað er so stutt millum dystirnar ber við sær, at KÍ venjarin Magnus Powell fær brúk fyri fleiri spælarum at vera millum teir fyrstu ellivu, enn teir, sum hava verið á vøllinum seinastu vikurnar.

 

Sebastian Linnet John er nú fyrsti málverji, eftir at hann mest sum alt hetta kappingarárið hevur verið eykamálverji. Ivaleyst verður hann eisini málverji í kvøld, men tað er møguleiki fyri, at Mark F. Jensen, sum ikki spældi seg av liðnum, áðrenn hann varð skaddur, fer at fáa møguleikan í kvøld. Hann er komin fyri seg aftur og var týskvøldið á beinkinum.

 

Fyri venjaran er tað avgerandi, at veteranarnir Odmar Færø, Deni Pavlovic, René Shaki Joensen, Hallur Hansson, Árni Frederiksberg, Patrik Johannesen og Páll A. Klettskarð um eina lítla viku vera væl fyri í Ungarn. Tí kann tað vera, at onkrir av hesum ikki vera millum teir fyrstu ellivu í kvøld, og at aðrir verða skiftir út, um tað fer at ganga, sum tað verður vónað.

 

Upplagdir avloysarar millum teir fyrstu ellivu kunnu vera Gilli Rólantsson Sørensen, Daniel Johansen, Martin Gonzalez, Dávid B. Andreasen, Mads Bo Mikkelsen og Filip Brattbakk.

 

Hjá B68 er Jóhan Josephsen, sum er leigaður úr KÍ, ikki tøkur, tí hann er darvaður av skaða í lærkrikanum. Liðformaðurin Aleksandur Ó. Jensen er tøkur aftur, eftir leikbanni í 3-1 heimatapinum ímóti NSÍ.

 

Jákup á Borg hevur mint sínar spælarar á, at tað er eydnast at vinna stig ímóti favorittunum í Klaksvík, tá ið teir eisini hava havt Europa at hugsa um. Dømi um hetta er 18. september í 2023, tá ið tað í Klaksvík endaði 1-1. Tá var KÍ stórfavorittur á veg ímóti FM heitinum, og hetta var tríggjar dagar undan útidystinum í UEFA Conference League ímóti Slovan Bratislava, sum vann 2-1.

 

Tríggir KÍ spælarar, sum vóru millum teir fyrstu ímóti B68 henda dystin í 2023, eru framvegis í felagnum – Mads Bo Mikkelsen, Jákup B. Andreasen og Odmar Færø – og millum teir, sum vórðu skiftir inn eftir steðin, tá ið støðan var 1-1, vóru Jóannes K. Danielsen, Deni Pavlovic, Árni Frederiksberg og Páll A. Klettskarð. Jákup Vilhelmsen, sum nú er lyklaspælari á Toftum, var ta ferðina á KÍ beinkinum.

 

Hjá B68 eru fimm spælarar, sum vóru millum teir fyrstu ellivu í 1-1 dystinum ímóti KÍ fyri tveimum árum síðani, framvegis á listanum – Aleksandur Ó. Jensen, Sebastian Lau Nielsen, Fríði í Túni Petersen, Hanus Højgaard og Aron Reinert Petersen. Ta ferðina var Tórður Thomsen alla tíðina á beinkinum, og Bárður Ó. Jensen varð síðstu lítlu løtuna á vøllinum.

 

B68 hevur ikki vunnið í Klaksvík í 16 ár. Síðsti sigurin hjá toftamonnum í Klaksvík var 19. juli í 2009, tá ið B68 vann 4-2. Ein spælari, sum var við í tí dystinum, verður ivaleyst á listanum í kvøld. Tað er Páll A. Klettskarð, sum varð skiftur inn á KÍ liðið, tá ið tað restaði eitt korter.