Myrkt er úti. Kalt og eitt sindur av vindi. Heilt niðri í bygdini, Lamba, standa eini gomul hús. Tey eru júst klødd av nýggjum, og ljós er í køksvindeyganum. Fremmandar røddir eru at hoyra innan fyri stovuhurðina, og lítla løtu seinni kemur ein streymur av hita út í durin. Zeljka og Milan standa í hurðini og bjóða vælkomin.
Húsini eru gomul, men hugnalig. Nógvar umvælingar eru gjørdar, so tey eru í góðum standi. Her búleikast Zeljka og Milan Konzar saman við børnunum Milana og Nemanja, og lítlusystir Milan, sum eitur Ljubinka.
Henda familjan er úr Kroatia. Men tað er long tíð síðani tey hava verið har.
- Vit hava verið flóttafólk í yvir 10 ár. Tá vit av fyrstan tíð fóru úr Kroatia vegna kríggið, ferðaðust vit ímillum Bosnia, Serbia og Jugoslavia fleiri ferðir. Í desember mánað í 1997 fóru 25.000 flóttafólk ein dag úr landinum. Nøkur høvdu familju í Amerika og aðrastaðni í Evropa, men vit vistu ikki, hvar vit skuldu fara, so vit endaðu í Danmark, greiðir Milan frá.
Áðrenn kríggið arbeiddi Milan í einum skógvafyritøku í seks ár. Tá kríggið byrjaði arbeiddi hann við gravmaskinu í fimm ár á øllum møguligum plássum. Zeljka arbeiddi í tólv ár í eini tekstil-fyritøku, har hon seymaði klæðir.
- Vit noyddust at rýma, tí eg eri ortodoxur og Zeljka er katolikkur. Og tað er ikki væl dámt niðri í Kroatia, sigur Milan.
Undir jørð
Familjan Konzar búði í Danmark í hálvt triðja ár. Harav var familjan tvey ár undir jørð.
- Tá vit komu til Danmarkar fingu vit onki arbeiði. Tá vit høvdu verið har í tríggjar mánaðar fingu vit at vita, at vit noyddust úr landinum aftur. Men tað varð drigið út í tveir mánaðar afturat. Ein danskur prestur hjálpti okkum, og vit vóru send undir jørð, greiðir Zeljka frá.
- Vit gjørdu onki hesa tíðina. Vit høvdu onki arbeiði, og børnini vóru ikki skúla í eitt heilt ár. Vit bara ótu og svóvu. Tað var ein ræðulig tilvera. Síðani fingu vit at vita, at vit skuldu antin aftur til Kroatia ella til Føroya, og tá valdu vit at sleppa til Føroya.
Sjálvt um familjan bara búði í Danmark í hálvt triðja ár, so fluttu tey heili átta ferðir hesi árini.
- Vit hava verið flóttafólk í 10 ár. Men nú er alt gott. Vit hava alt nú. Hús og arbeiði, og vit hava frið. Her í Føroyum er altíð friður, siga tey bæði við einum smíli.
Hinumegin borðið situr 14 ára gamla dóttirin, Milana, sum hjálpir við at umseta. Tey duga ógvuliga væl at tosa, tá hugsað verður um umstøðurnar. Men viðhvørt noyðist Milana at taka um endan og hjálpa teimum at umseta tað, sum tey ikki skilja.
- Málið hevur verið ógvuliga trupult. Vit hava gingið á kvøldskúla í tvey ár. Nú skilja vit so at siga alt, men tað gongur eitt sindur verri við at tosa, sigur Zeljka.
- Vit hava nógvar føroyskar vinir, og vit eru glað fyri okkara tilveru her í Føroyum.
Á hotel
Tá Zelka, Milan og børnini komu til Føroya fyri tveimum árum síðani, fingu tey í fyrstuni ein lítlan skelk. Tey vóru koyrd á Sjómansheimið í Runavík, har tey búði í hálvan annan mánað, meðan leitað varð eftir onkrum at búgva í.
- Føroyingar eru ógvuliga hjálpsamir, og teir vilja fegnir hjálpa.
Milan og Zeljka siga, at tey ætla sær ikki aftur til Kroatia at búgva. Um tey fara aftur, so verður tað kanska at ferðast.
- Alt í Kroatia tykist gott á pappírinum, men tað er tað als ikki, sigur Milan.
- Nógv eru koyrd í fongsul, og nógvar familjur hava stórar trupulleikar. Vit hava tað gott í Føroyum, og vit eru byrjað av nýggjum her. Lívið her er fantastiskt.
Tað einasta Milan hevur hug at fílast á er tað nógva regnið og mjørkin.
- Einaferð tá eg var til arbeiðis sá eg okkurt koma úr Lamba. Eg helt tað var roykur, og eg ivaðist ikki í, at tað var eldur komin í húsini hjá okkum. Men so søgdu teir, eg arbeiði saman við, at hatta var mjørki. Tað er altíð mjørki í Føroyum, og er tað tað, mær dámar minst.
Men tey bæði leggja afturat, at teimum dámar ógvuliga væl summarið í Føroyum.
- Vit koma frá einum landi, har veturin er ógvuliga harður. Tað kann verða heilt niður í 25 kuldastig. Um summarið verður eisini ógvuliga heitt. Upp í 45 hitastig. Summarið í Føroym er so gott. Tit hava eitt fantastiskt summar. Tí hava vit enn ikki verið uttanlands meðan vit hava búð her í Føroyum, siga Zeljka og Milan.
Tvey jól
Heima tosa tey teirra egna mál. Børnini duga væl at tosa føroyskt, og tey klára seg væl. Tey ganga í skúla á Glyvrum og í Runavík. Zeljka arbeiðir á Føroya Fiskavirking í Saltangará, meðan Milan arbeiðir á Bakkafrost á Glyvrum.
- Sjálvt um vit búgva í einum øðrum landi, so royna vit at halda fast í nakrar av okkara siðum. Vit halda til dømis tvey jól. Eini katólsk og eini ortodox. Tey katólsku jólini verða hildin tann 24. desember við jólagávum og øllum tí, sum føroyingar eisini gera, verður greitt frá.
- Tey ortodoksu jólini verða hildin tann 7. januar. Tá er ein stórur jóladøgurði í familjuni, men uttan gávur. Gávur verða bara givnar tann 24. desember og ikki umaftur tann 7. januar, sigur Zeljka og stórflennir.
- Børnini gleða seg mest til jólini tann 24. desember - júst sum børnini í Føroyum.
Meðan tey hava verið á ferð, siga tey, at tey hava ikki rættiliga havt møguleikan at halda fast við allar siðirnar frá heimlandinum. Men tey royna.
- Børnini skulu ikki gloyma, hvar tey koma frá.
Fleiri ár eru liðin síðani familjan Konzar hevur verið í Kroatia. Og ongar ætlanir eru um at venda aftur í nærmastu framtíð.
- Vit eru glað fyri Føroyar. Tað var eitt hart lív í Danmark. Vit gjørdu onki og vit høvdu ongar pengar. Nú hava vit arbeiði og vit forvinna okkara egna pening, og kunnu keypa tað okkum lystir. Okkum dámar væl at arbeiða. Beint nú arbeiði eg á flakavirki. Kanska eg fari at fáa mær okkurt annað arbeiði seinni, men tað veit eg ikki enn. Kanska tá eg dugi betur at tosa føroyskt, sigur Zeljka.
Tey bæði greiða frá, at tann størsti trupulleikin er málið, tí tann føroyska mállæran er torskild.
Landið er vekk
Zeljka og Milan siga fleiri ferðir, at lívið í Føroyum er fantastiskt, og at nú er alt gott. Tað hoyrist týðiliga, at lívið frammanundan hevur verið hart og slítandi. Men tað sæst ikki á teimum. Tey eru smílandi og fyrikomandi, og tey eru fallin væl til í Lamba.
- Vit vita ikki, um vit koma at búgva í Føroyum altíð. Men í løtuni er hetta okkara heim. Vit vilja ikki fara til onnur lond. Føroyar eru tað seinasta. Mítt land er vekk - tað er gloymt, sigur Milan.
- Vit hava eitt nýtt lív her.
Zeljka leggur afturat, at børnini verða helst verandi í Føroyum, og teimum vilja tey ikki fara frá.
- Tað kann væl vera, at børnini finna sær ein føroyskan maka. Vit vilja ikki flyta úr Føroyum, um børnini verða her, tí vit vilja ikki fara frá teimum.
Uttanfyri er myrkt, men inni er ljóst og fjálgt. Onkur hendinga jólamaður er at síggja á onkrari hill. Á veggunum hanga myndir. Á einum skenki standa nakrir lutir. Har ímillum tað kroatiska flaggið og eitt danskt flagg. Og á vegginum hongur eisini tað ortodoxa flaggið. Urtapottar eru runt um í stovuni, og ongin, sum kemur innar í hetta heimið dugir at ímynda sær ræðuligu tilveruna familjan hevur havt seinastu árini. Tað er stuttligt og lívsjáttandi at síggja, hvussu henda familjan framvegis sær ljóst upp á tilveruna.
- Vit vilja bara eitt, og tað er friður. Og í Føroyum er friður.
- Og minst til at ynskja øllum í Føroyum gleðilig jól frá okkum, sigur Milan at enda.