Dánjal Højgaard
- Eg haldi, at hetta í stóran mun snýr seg um siðvenju. Tað hevur nokk ongantíð verið siðvenja, at starvsfólk hava úttalað seg. Tað hevur altíð verið stjórin ella onkur, sum hevur staðið á odda fyri onkrum arbeiði, sum hevur úttalað seg. Hettar er ein siðvenja, sum so bara hevur hingið við.
Hettar sigur Jóanna Djurhuus, deildarstjóri í Vinnumálaráðnum og fyrrverandi formaður í Búskapar- og Løgfrøðingarfelagnum, nú skrivi- og talufrælsi hjá almennum starvsfólkum aftur er í brennidepilin.
Eldur kom í skálan, tá leiðslan á Eysturoyar Ellis- og Røktarheimi herfyri sendi út eitt skriv til tey avvarðandi, har boðað varð frá, at sparingar á eldraøkinum fóru at raka búfólkini, og útvarpið tosaði við eitt starvsfólkunum, sum ávaraði um, at røktin kundi blíva óforsvarlig.
Hetta fekk stjóran í Almannaverkinum at rúka í blekkhúsið og boða starvsfólkum frá, at tað einans er stjórin sum úttalar seg vegna stovnin, men, at starvsfólkini tó kunnu úttala seg sum privatpersónar.
Í fjølmiðlum og fakfeløgum er Petra Johnsdóttir Joensen løgd undir at geva sínum fólki munnkurv, og Løgtingsins Umboðsmaður skal nú kanna, um Almannaverkið fór út um markið fyri skrivi- og talufrælsinum.
Talufrælsi onki pláss
Almenn starvsfólk liggja ofta inni við stórari fakligari vitan. Tí verður tað mett sum ógvuliga virðismikið fyri samfelagskjakið, at hesi starvsfólk ikki halda seg aftur, men nýta sítt persónliga talufrælsi og geva sítt íkast til ta almenna kjakið.
Men í veruleikanum kemur hetta sjáldan fyri. Tøgnin valdar, og sambært Jóannu Djurhuus eru hvørki leiðarar ella starvsfólk hjá tí almenna serliga tilvitað um rættindini hjá almennum starvsfólkum.
- Eg haldi ikki, at hvørki stjórar, leiðslur ella starvsfólk eru serliga tilvitað um hettar. Starvsfólkini eru ikki heilt greið yvir, at tey hava talufrælsið sum privatpersónar. Høvdu tey tað, so rokni eg við, at nógv fleiri eisini høvdu úttalað seg, sigur Jóanna Djurhuus.
Deildarstjórin og fyrrverandi fakfelagsleiðarin veit ikki um, at almennir leiðarar beinleiðis hava sett sínum starvsfólki forboð fyri at nýta sítt talufrælsi. Hinvegin verður heldur einki gjørt fyri at eggja starvsfólki til at nýta síni rættini ella at skapa eitt klima, har hetta verður góðtikið sum nakað gott og ynskiligt. Tí eru tað eisini nógv, sum velja at tiga av loyaliteti.
- Sum starvsfólk aftrar mann seg við at vera tann, sum sigur nakað, sum kann vera keðiligt fyri arbeiðsplássið. Fyri at vera á tryggu síðuni, velur mann kanska bara einki at siga, sigur Jóanna Djurhuus.
Hon leggur dent á, at talufrælsi er ein grundsúla í fólkaræðinum, og tað hevur alstóran týdning, at fakfólkini á økinum siga sína hugsan alment og eisini finnast at sínum egna arbeiðsplássi og síni egnu leiðslu, tá tað er neyðugt.
- Skulu vit hava eitt kjak, sum flytir okkum fram, mugu vit lýsa málini frá øllum síðum. Taka vit málið um Almannaverkið, so er tað týdningarmikið, at vit sleppa at hoyra sjónarmiðini hjá teimum, sum arbeiða á staðnum, og fáa at vita hvønn ítøkiligan týdning skerjingar og raðfestingar hava fyri brúkararnar. Tað hevur týdning fyri brúkararnar, fyri tey avvarðandi, men tað hevur eisini týdning fyri politiska myndugleikan, so hann fær at vita, hvørjar avleiðingar raðfestirnarnar hava. Úttalar eingin seg, fáa vit eina avskeplaða mynd av støðuni, har vit ganga og fyrigykla okkum, at alt er nógv betri, enn tað í veruleikanum er, sigur Jóanna Djurhuus.
Tann hótti stjórin
Eftir seks ár sum stjóri á Strandferðsluni og átta á Føroya Handilsskúla í Havn, dugir Reidar Nónfjall at siga, hvussu ein stjóri kann uppliva tað, tá ið starvsfólk úttala seg kritiskt um sítt egna arbeiðspláss.
- Bypassar tú leiðsluna, gevur tú umheiminum fatan av, at hettar er ein organisatión, sum ikki virkar, sigur Reidar Nónfjall, sum heldur, at virkar arbeiðsplássið, sum tað skal, skuldi tað verið óneyðugt hjá starvsfólki at fara út við atfinningum alment.
- Trupulleikarnir eiga at vera loystir innanhýsis. Tú eigur at leggja málið fyri leiðsluna. Sum stjóri kundi eg t. d. ikki fara í bløðini við atfinningum móti landsstýrismanninum, uttan at hava lagt tær fyri hann fyrst.
Tá hevði hann sagt: Jamen, nú stingur tú meg í ryggin, tú hevur ikki givið mær møguleika at gera nakað við málið. Tað hevði verið unfair móti honum, sigur Nónfjall, sum heldur, at mark er fyri, hvussu stóran opinleika eitt arbeiðspláss tolir:
- Eitt er títt grundleggjandi talufrælsi, annað er gerandisdagurin á arbeiðsplássinum. Um fólk fara út og úttala seg í tíð og ótíð, so verður ikki verandi á arbeiðsplássinum. Øll fáa misálit á hvønn annan. Tí er best at loysa trupulleikarnar innanhýsis, sigur Reidar Nónfjall, sum ásannar, at tað sjálvandi eru støður, har starvsfólk eiga at nýta sítt talufrælsi. Tað kann t.d. vera, tá leiðslan noktar at lurta eftir væl grundaðum sjónarmiðum, ella tá talan er um fjald lógarbrot ella onnur meira ógvuslig viðurskifti.
Leiðararnir ov veikir
Sambært Reidari Nónfjall skal ein leiðari hava breiðan rygg fyri at tola almennan kritikk frá sínum egnu starvsfólkum. Eisini um kritikkurin er sakliga og væl undirbygdur og ikki persónligur. Tí kritikkurin verður ofta tulkaður sum atfinning móti leiðsluni.
- Ein veikur stjóri fatar tað beinanvegis sum illoyalt, um onkur fer út alment. Skalt tú kunna hava slíkt uttanhýsis samskifti, mást tú hava ein sterkan leiðara. Ein, sum hugsar sum so: Eg veit hvat tað snýr seg um. Hetta tori eg at standa modell til. Eg veit, at eg verði raktur, men vit arbeiða við málinum, og vit hava eina meining um tað, sigur Reidar Nónfjall, sum heldur, at leiðararnir ofta eru ov veikir til at tola almennan kritikk.
Óttast avleiðingarnar
Tað er ein sannroynd, at nógv starvsfólk óttast avleiðingarnar, um tey úttala seg kritiskt um sítt egna arbeiðspláss. Ein kanning, sum felagsráðið hjá donskum starvsmonnum og tænastumonnunum, FTF, gjørdi í fjør vísti, at 40 prosent av teimum spurdu óttaðust fyri, at tað kundi fáa keðiligar avleiðingarnar, um tey alment funnust at viðurskiftum á teirra arbeiðsplássi. Fyri summar starvsbólkar var talið oman fyri 60 prosent.
Sambært Jóannu Djurhuus eru negativar leiðslureaktiónir heldur einki ókent fyribrygdi í Føroyum:
- Eg veit ikki, um fólk eru bangin fyri avleiðingum, men eg veit okkurt dømi, eisini frá míni tíð sum formaður í BLF, um starvsfólk, sum úttalaði seg á ein hátt, so at tað setti stovnin í ringt ljós. Tað fekk avleiðingar fyri starvsfólkið, sum misti nakrar uppgávur, sum tað hevði havt, uttan aðra grundgeving enn, at starvsfólkið hevði úttalað seg alment, sigur fyrrverandi formaðurin í Búskapar- og Løgfrøðingafelagnum.
Hon heldur, at tankin um at tað tú sigur alment kann fáa avleiðingar fyri títt arbeiði spøkir í tilvitskuni hjá starvsfólkunum.
- Jú, tað trúgvi eg. Men tess longri tú ert frá avgerðunum, tess lættari skuldi tað verið at úttala seg. Tað er tá tú ert tættast avgerðarmyndugleikanum, at loyalitetsskyldan kann gerast ein trupulleiki.
Eftirlýsir eitt signal
Í Danmark hevur spurningurin um talufrælsið hjá alment settum verið nógv umrøddur tey seinastu árini. Kanningar vístu at, at bæði starvsfólk og leiðslur vóru í villareiði um rættarstøðuna. Ein kommissión varð sett at kanna spurningin, og í 2006 gjørdi danska løgmálaráðið eina leiðbeining um talufrælsi hjá alment settum. Ein leiðbeining, sum leggur stóran dent á týdningin av, at starvsfólk nýta sítt talufrælsi – og sum skal tryggja, at tey tað ikki kemur aftur um brekkur.
Jóanna Djurhuus heldur, at landsstýrið eigur at gera tað sama.
- Vit eiga at fáa eina vegleiðing, og talufrælsið má setast á breddan. Eitt signal má koma frá landsins ovastu leiðslu um, at tað er í lagi at starvsfólk nýta sítt talufrælsi, og at tað ikki má fáa avleiðingar fyri tey, sum úttala seg. Starvsfólk skulu kunna kenna seg púra trygg við at úttala seg, uttan at skula óttast fyri starvsrættarligum avleiðingum. Koma negativar leiðslureaktiónir, skal tað tvørturímóti fáa avleiðingar fyri leiðaran, sum reagerar, sigur Jóanna Djurhuus.