Eg keði meg skjótt

- men ikki tá eg arbeiði við leiðslu. Tað sigur fráfarandi kringvarpsstjórin, Annika Mittún Jacobsen, sum í august flytir saman við familjuni til Danmarkar at royna nýggja leiðir

Tað er alt annað enn lætt at sita á ovastu rók á einum almennum stovni, ið øll hava eina meining um, og har hvørt oyra má vendast, áðrenn tað verður brúkt. Tað heldur Annika Mittún Jacobsen, sum seinastu árini hevur verið stjóri í Kringvarpi Føroya. Í summar gongur leiðin til Keypmannahavnar, har Annika saman við manninum og teirra tveimum børnum skulu byrja eina nýggja tilveru.


Vil arbeiða við menniskjum

- Tá eg fyri skjótt fimm árum síðani søkti stjórastarvið í Kringvarpinum, var tað, tí eg sá tað sum eina spennandi leiðsluavbjóðing, sigur Annika Mittún Jacobsen. Hóast hon alla hesa tíðina hevur trivist væl í starvinum, dylir hon ikki fyri, at avbjóðingarnar hava verið nógvar og ymiskar.

- Størsta avbjóðingin hevur verið at byrja sum stjóri á einum fíggjarliga trýstum stovni og ikki hava somu royndir sum hini starvsfólkini og ei heldur hava alla vitanina um tað, tey dagliga arbeiða við, greiðir Annika frá. Longu fyrsta august skal hon byrja í nýggjum starvi hjá Skandinavisk Data Central í Keypmannahavn, har hon sum økisstjóri skal hava ábyrgd av 75 starvsfólkum. At hon fer úr einum stjórasessi og í ein annan, er ikki tilvildarligt.

- Eg eri ein týpa, sum keðir seg lætt, men eg keði meg ikki, tá eg arbeiði í leiðslu, sigur Annika og leggur afturat, at tað serliga eru tvey ting, sum gera, at henni dámar at vera leiðari.

- Tá tú arbeiðir í eini leiðslu, verður gerandisdagurin ongantíð rutina, og júst tað dámar mær væl. Harafturat arbeiðir tú sum stjóri ella leiðari rættiliga nógv við ymiskum menniskjum, og tað ger arbeiðið eftir mínum tykki ótrúliga spennandi.


Torført at skifta bransju

Tað var í 2008, at Annika byrjaði sum stjóri í Kringvarpi Føroya. Hon er útbúgvin innan økonomi og data og hevur millum annað starvast sum serfrøðingur innan hesi øki í Finlandi. Áðrenn hon byrjaði í Kringvarpinum, arbeiddi hon í fýra ár í Eik. Annika minnist væl ta fyrstu tíðina hjá sær sum stjóri í Kringvarpi Føroya.

- Eg skuldi veruliga skifta bransju, og tað í sær sjálvum var ein stór avbjóðing. Tað gekk eisini nakað av tíð, áðrenn eg veruliga sá, hvat tað vil siga at gera útvarp og framleiða tilfar til sjónvarp, fortelur Annika. Tískil brúkti hon eisini ein stóran part av tíðini til at lesa um bransjuna og at fylgja væl við í tíðindaflutninginum. Tó var tað serliga eitt, ið Annika sum stjóri skuldi syrgja fyri.

- Ta fyrstu tíðina brúkti eg nógv orku uppá fíggjarstøðuna hjá stovninum og at betra um hana, sigur Annika. Sum partur av hesi strategiini bleiv til dømis leiðslubólkurin minkaður frá átta fólkum niður í seks fólk, og umfatandi broytingar vóru gjørdar viðvíkjandi sendiflatuni.

- Hetta var neyðugt at gera fyri at kunna halda játtanini. Seinastu átta árini eru ymsar broytingar farnar fram, orsaka av at stovnurin er fíggjarliga sperdur, soleiðis at vit í dag hava 30 fólk færri í føstum starvi, samanborið við hvat stovnurin hevði í 2004, greiðir Annika frá.


Annika sum fjølmiðlafólk

Fyri betur at kunna skilja dagliga arbeiði hjá starvsfólkunum í Kringvarpinum hevur Annika fleiri ferðir roynt seg sum programfólk og hevur framleitt tilfar til bæði dokumentar- og tíðindadeildina í sjónvarpinum.

- Orsøkin, til at eg havi valt at gera nakrar sendingar og framleitt okkurt innslag til Dag og Viku, ímeðan eg havi sitið sum stjóri, er tann, at eg vil skilja, hvat tað vil siga at vera progamfólk, kenna arbeiðsumstøðurnar og uppliva tær avbjóðingarnar, sum eitt programfólk á stovninum dagliga møtir, sigur Annika. Tað hava tó ikki verið øll, sum hava verið líka fegin um, at stjórin hevur gjørt arbeiði, sum ikki er vanligur partur av stjórastarvinum.

- Øll hava eina meining um tað. Tað eru tey, ið halda tað vera fínt, og at øll skulu hava møguleika at framleiða tilfar. So eru tað eisini tey, ið eru av tí fatan, at ein stjóri skal vera stjóri og ikki gera “onnur” ting, greiðir Annika frá. Sjálv er hon glað fyri at hava fingið hesar royndirnar og fegnast um úrslitini, av tí arbeiðinum hon hevur gjørt, tá hon hevur framleitt tilfar til sjónvarpið.

- Um eg skal velja okkurt serliga minniligt og læruríkt frá hesum árunum, eg havi verið stjóri í Kringvarpinum, so er tað uttan iva tær sjónvarpssendingarnar, eg havi gjørt, sigur Annika, sum millum annað gjørdi sendingarnar Tey trivaligu, Tá eldur kemur í turt hoyggj og Fólksins Rødd.


Ræðist ikki politikkarar

Sum kringvarpsstjóri hevur Annika mangan verið í brennideplinum, tá harðast hevur leikað á. Men tað er ein partur av arbeiðinum, heldur hon.

- Tað var ikki lætt í byrjanini, men tað er nakað, sum mann venur seg við, sigur Annika og vísir á, at tað tó eru onkur mál, ið hava størri ávirkan á hana enn onnur.

- Tung starvsfólkamál er veruliga nakað, sum rørir meg. Harafturímóti rørir tað meg ikki tað minsta, um onkur polittikari sigur okkurt um meg ella stovnin. Heldur ikki tað, at enda á eini forsíðu við eini keðiligari yvirskrift, er nakað, eg blívi kedd um, sigur Annika. Sum kringvarpsstjóri ert tú ein almennur persónur, eisini tá tú fert til handils ella ert í eini veitslu, men tað hevur Annika eisini langt síðani vant seg við.

- Vanliga eru fólk fitt og hampilig, og nú eri eg eisini rættiliga avslappað hasum viðvíkjandi, so viðmerkingar og atfinningar taki eg, sum tað kemur, greiðir Annika frá, sum bert hendingaferðir hevur upplivað, at fólk ikki duga sær hógv og byrja at kjakast við hana, tá hon hevur verið í onkrari veitslu.

- Eg eri greið yvir, at eg ikki kann leggja leggja stjóraheitið frá mær, eitt nú tá eg eri í einum føðingardegi. Tær fáu ferðirnar, onkur hevur funnist at mær og mínum starvi, havi eg bara biðið tey ringja til mín mánadagin, sigur Annika.


Hevur rokkið málinum

Tá hon um góðar tríggjar mánaðir leggur frá sær sum stjóri í Kringvarpi Føroya, fer hon frá við nøgdsemi, tí hon hevur rokkið teimum málunum, ið hon saman við kringvarpstýrinum setti sær fyri at náa, tá hon byrjaði í 2008.

- Stovnurin er umskapaður hesi árini, og vit hava nú fingið róð á stovnin, sigur Annika. Eisini er hon væl nøgd við at tilfarið, ið er framleitt hesa tíðina hon hevur sitið á ovastu rók.

- Fokus hevur verið á at framleiða góðar sendingar, og tað haldi eg, vit í stóran mun hava megnað, heldur Annika, sum leggur áherslu á, at tað er øllum teimum dugnaligu starvsfólkunum at takka, at gott tilfar hevur verið bæði at hoyrt og sæð frá Kringvarpinum.

- Her arbeiða fólk, sum veruliga brenna fyri tí, tey gera, og burtur úr tí koma nógvar góðar sendingar, sigur Annika.

Fráfarandi stjórin er glað fyri tíðina í Kringvarpinum, men eftir at hava búð í Føroyum seinastu átta árini, er tíðin komin til at royna nakað nýtt.

- Sum familja hava vit tørv á at royna nakað nýtt, og eg merki eisini, at eg havi brúk fyri nýggjum avbjóðingum, sigur Annika, sum ikki avvísur, at hon møguliga kemur aftur til Føroya at starvast í Kringvarpinum.

- Mær dámar væl bransjuna, tí tú lærir nógv og eingin dagur er eins, so hvør veit? sigur Annika.