dyst, men kortini metti hann, at sigurin var komin undir land, tá hann glapp teimum av hondum: ? Í síðsta enda var um reppið, at vit mistu alt. Tá vit skoraðu til 1-0, helt eg, at vit vóru á rættari leið, [...] bólkinum og nú savnar seg um at enda á næstovasta plássinum: ? Tað verður torført, men vit fara mikudagin til Prag fyri at fáa okkurt burturúr, og so rokna vit við, at Allan Simonsen og Føroyar mikudagin fáa eitt [...] onga løtu í, var ummælið hjá venjaranum, sum ikki dugdi at síggja, hvar hann skuldi fáa styrk frá til dystin í Prag í morgin: ? Eg veit ikki um tøkar spælarar, sum kunnu styrka um hópin hjá okkum. Um tit
hjá ÍBV búgva í Reykjavík, har venja teir eisini, og so flúgva teir út í oyggjarnar til einstakar venjingar og til heimadystirnar. Flúgvitíðin er umleið tjúgu minuttir. Dreymur og veruleiki Sáttmálin [...] frí frá skúlanum í eitt ár. Hetta árið fer hann at kanna, um tað ber til at halda fram við útbúgvingini í Íslandi ella um tað ber til at búgva í Íslandi og halda fram við lestrinum á læraraskúlanum á Frælsinum [...] Eysturríki og sum var á vøllinum leygardagin: ? Eg síggi skiftið til íslendskan fótbólt sum eitt kærkomið høvi at fáa nýggjan íblástur til fótbóltsspælið hjá mær. Frá føroyingunum í Leiftri havi eg frætt
leiðsluna. At tað gekk soleiðis er merkisvert, og harvið eru vit komin til hina høvuðsorsøkina, og tað er serliga við henni í huga, at tað ber til at staðfesta, at lærutíðin er liðug, og nú kunnu lærlingarnir [...] num. Aftur og aftur hava vit á Svangaskarði verið vitni til, at tað, sum sá út til at fara at enda sum tepur sigur ella javnleikur, gjørdist til fleiri mála tap. Gekk tað hesa ferð, sum tað plagdi at gera [...] javnaði. Og tað er ikki torført at finna orsøkina til, at vend er komin í. So at siga allir spælararnir eru betri fyri, og at bonkurin er góður ger, at tað ber til at skifta út, uttan at liðið viknar. Jens Kristian
Á hesum úrvalinum síggja vit, at tey yvirhøvur hava brúkt gomul og kend nøvn. Í ár var túrurin komin til James Taylor, ein amerikumaður, ið øll kanska ikki beinanvegin vita hvør er, men vit hava øll hoyrt [...] Prix Føroyar, av álvara at umhugsa, hvat meiningin er við at senda Taxi til Oslo. Pengarnir og tíðin hevði verið betri brúkt til eina venjingarlegu úti í Hattarvík og eina fløgu. Væleydna vikuskifti Hóast [...] leygardagin, vendi sunnudagurin sær til eitt sindur yngri áhoyrarar. Tá fóru Faithless og Suede á pallin. Um Prix Føroyar vil royna at fáa vinnarin á Prix 2001 til Norwegian Wood er ikki greitt í løtuni
Og tó, var hetta so óvæntað kortini? Eg haldi at tað lá í luftini at nú var dagurin komin, yes sir! Tíðin er farin við vánaligari konditión, nervum og klossaríið. Tú kundi seta teg uppaftur á og njóta [...] og veruliga eru cool sum tað eitur á Café Natúrnýføroyskum. Úrslitið móti Skotum er bert byrjanin til tey úrslit sum nú fara at koma og tann dagurin tá vit vinna á onkrum av teimum stóru londunum. Eg hugsaði [...] mær sjálvum í sigursróminum á Svangaskarði at tað er ótrúligt, at ein pinktjóð sum okkara dittar sær til at spæla ímóti tjóðum sum Skotlandi, sum er eitt heimsnavn innan fótbólt. Úrslitið hjá okkara landsliðið
Umleið hálvhundrað vinfólk hjá Óla vóru komin alla ta longu leið av Tvøroyri inn á Svangaskarð at stuðla føroyska landsliðnum og einamest bygdamanninum. Øll vóru tey íklødd eyðkendu T-troyggjuna, sum framman [...] og tað var ein ótrulig kensla ? tað størsta eg havi upplivað á landsliðnum. Hvussu eru vónirnar nú til mikudagin? ? Vónirnar eru góðar, og eg vóni, at tað kom eins nógvir áskoðarar sum í dag, tí teir stuðlaðu [...] ótrúliga væl, og tað skulu teir hava tøkk fyri. Eisini vil eg fegin takka øllum teimum, sum vóru komin av Tvøroyri, og sum høvdu givið mær appelsinlittu T-troyggjuna. Eyðkendu troyggjuna bar Óli innan
bjargaði. Skála leggur sjógv til botnin GÍ-Skála 2-3 (0-1) Skálamenn eru við at lyfta seg burtur frá botnplássunum, og harvið bendir alt minni á, at teir fara at fá returbilett til 3. deild. Hesa ferð vóru [...] úr verjuni og fram til og við innlegginum. Kaysten Rasmussen skoraði eftir 47 og 62 minuttir. Fyrra málið fekk hann eftir fríspark mitt á GÍ hálvuni, sum varð lagt í høgra borð til Marius Joensen, og so [...] burtur, og tað sá út til at eydnast væl, men málverjin hevði ikki lagt uppfyri, at ein annar mótstøðumaður var í nánd, og so var neyðugt at gera fríspark, sum dómarin metti var til útvísing. Kim Poulsen
stóðu seg væl og bara fingu eitt óheppið mál ímóti sær. Um tað hevur borið honum til, so hevur landsliðsvenjarin hildið seg til somu manning so at siga hvørja ferð. Hann hevur hildið tað vera óneyðugt at gera [...] broytingar hesa ferð. Um Jens Kristian verður tøkur, so er upplagt, at venjarin fer aftur til miðverjuna, sum hann helt seg til í fýra teimum síðstu dystunum í fjør ? frá og við tí móti Bosnia. Venjarin var sera [...] kom inn. Nú skal venjarin taka støðu til, um hann vil hava Øssur at vera við, ella um hann skal skifta út, og um hann velur at skifta út, so skal hann taka støðu til, um Henning Jarnskor, sum røkti hetta
ikki, at tað er bara fiskivinnan, sum er orsøkin til, at føroyski búskapurin er so viðbrekin. Landsbankin hevur kannað føroyska búskapin árini 1985 til 1998 við støði í lønarútgjaldingunum. Við hesum sum [...] n gevur møguleika til. Hava skundað ov nógv undir Niðurstøðan hjá Landsbankanum er tann, at førdi búskaparpolitikkurin hevur ikki havt ta ávirkan hann átti at hat. Í árunum 1981 til 1998 hava politikararnir [...] Mangan verður tikið til, at føroyski búskapurin er so sárbarur av tí at hann hongur uppi av fiskivinnuni eina. Stendur fiskivinnan seg illa, so stendur restin av búskapinum seg eisini illa, og tað merkir
kanska komin, at vit kanna møguleikan at leggja saman í eitt felag. Tað ber tó í dag ikki til at siga nakað um hetta enn. Ynskini nógv fleiri enn úrslitið Tað sigur seg sjálvt, at tá farið verður til samráðingar [...] føri. Ragnar Olsen sigur, at tey trý feløgini høvdu okkurt um hundrað felags krøv til Arbeiðsgevarafelagið, men tá til stykkis kom, vóru bara trý ella fýra av teimum við í tí endaliga sáttmálanum. ? Men [...] initiativið tikið frá okkum, sum hava samráðst og semingsmenninir taka yvir, og tá so er ber illa til at ávirka gongdina, sigur Ragnar Olsen. Men kortini er hann nøgdur við úrslitið. Lønarparturin gjørdist