HB-KÍ 2-0 (0-0)
Tað vóru fleiri av teimum í 1. deildarhópinum á liðnum hjá HB, eitt nú Eyðun Højgaard, Bárður Mortansson og John Heri Dam, sum var væl upplagdur í álopinum og setti hol á, tá seinna umfarið var tíggju minuttir gamalt. Hann fekk eina fína sending inn um verjuna, tamdi og setti framvið Gunnari á Steig, ið var góður málverji hjá KÍ.
Neyvu sendingina til Dammin átti Jóannes Jakobsen, fyrrverandi venjarin hjá klaksvíkingum, sum var mitt á miðjuni hjá HB, har hann var væl fyri og var miðdepulin í tí mesta av samanspælinum.
HB hevði fimm unglingaspælarar á sínum liði, og tað var ein teirra, Janus Joensen, ið byrjaði á vongverjanum í vinstru, men seinni varð fluttur á miðvøllin, sum korter fyri leiklok økti til 2-0. Hann kom inn í brotsteigin í vinstru og skoraði.
HB hevði bóltin nógv mest, og teir høvdu fleiri møguleikar. Klaksvíkingar, sum høvdu roknað við at fáa útisetarnar Aksel Johannesen og Høgna Kastalag við (tað miseydnaðist, tí loyvini vóru ikki komin upp á pláss), vóru tríggjar ferðir tætt við. Ove Nysted fór einsamallur í 1. hálvleiki, Helmar Lassen royndi einsamallur í 2. hálvleiki, og Pól Juul Vilhelmsen stútaði horna móti málinum, men HB málverjin bjargaði.
Skála leggur sjógv til botnin
GÍ-Skála 2-3 (0-1)
Skálamenn eru við at lyfta seg burtur frá botnplássunum, og harvið bendir alt minni á, at teir fara at fá returbilett til 3. deild.
Hesa ferð vóru teir í Gøtu, og har komu teir framum 3-0, áðrenn heimaliðið svaraði aftur tvær ferðir. Men sigurin hjá Skála kom ikki í serliga stóran vanda (men einki skal takast fyri givið í hesum tíðum, nú Manchester United, 3. deild hjá ÍF og landsliðið hava skorað fleiri mál í yvirtíðini!), tí seinna málið hjá GÍ kom ikki fyrrenn í síðsta minuttinum. Tað skoraði Hildibjartur Joensen, tá skálamenn ikki megnaðu at fáa bóltin burtur eftir hornaspark.
Skála var komið framum 3-0, tá 62 minuttir vóru farnir, og so sendi GÍ mesta fólkið fram. Kim Petersen minkaði um munin til 3-1, tá 66 minuttir vóru farnir, og so trýsti GÍ, og Skála vardi og lúrdi eftir snarálopsmøguleikum.
Alexander Joensen hjá Skála hevur fyrr á árinum verið á U-18 landsliðnum í hondbólti, og tí hevur tíðin til fótbóltin ikki verið serliga nógv. Nú er hann við aftur í álopinum hjá Skála, og tað var hann, sum setti hol á, tá 32 minuttir vóru farnir. Uppspælið í vinstru var gott úr verjuni og fram til og við innlegginum.
Kaysten Rasmussen skoraði eftir 47 og 62 minuttir. Fyrra málið fekk hann eftir fríspark mitt á GÍ hálvuni, sum varð lagt í høgra borð til Marius Joensen, og so setti Kaysten pannuna undir innleggið. Í tí seinna førinum lyfti Kaysten upp um Mortan Joensen í GÍ málinum, eftir at Agnar Højgaard næstan hevði fingið møguleikan og bólturin støkk út frá aftur.
FSV fýra ferðir reytt
Royn-FS Vágar (0-2)
FS Vágar tykist hava beina kós móti 1. deild. Higartil hava teir vunnið alt, og so verður spennandi at síggja, hvussu tað fer at hilnast, tá teir 19. juni fara til Leirvíkar.
Størstu mótstøðuna higartil hava teir fingið frá sær sjálvum. Tá teir sunnudagin vóru í Hvalba var tað fjórða ferðin á rað, at ein av spælarunum hjá FS Vágar varð rikin av vølli.
Jóhan á Mýrini fekk reytt kort, tá seinna umfarið var fimm minuttir gamalt. Málverjin, sum hevur spælt við alt størri sjálvsáliti hesar síðstu vikurnar, royndi ? í besta Jákup Mikkelsen stíli ? at snýta ein mótstøðumann í staðin fyri at sparka burtur, og tað sá út til at eydnast væl, men málverjin hevði ikki lagt uppfyri, at ein annar mótstøðumaður var í nánd, og so var neyðugt at gera fríspark, sum dómarin metti var til útvísing.
Kim Poulsen fór í málið at standa, men tað eydnaðist væl hjá liðfeløgunum at halda bóltinum burtur frá vandaleiðini.
FS Vágar var komið á odda 2-0 í 1. hálvleiki. Fyrra málið kom eftir eitt gott korter. Birgir Joensen hevði síðsta fótin á, eftir at horna var sent innfyri, og fleiri vágamenn stóðu kring málverjan hjá hvalbingum, Lars Müller.
Á hálva tímanum økti Albert Ari Thomassen, tá hann setti høvdið undir frísparks innlegg frá Kim Poulsen.
Hvalbingar hava eitt ungt lið, og meðan vágamenn fara at stríðast fyri at flyta upp, so tykist tað sum um luturin hjá Royn verður at stríðast í hinum endanum.
Linligt á Eiði
EB/Streymur-LÍF 1-2 (0-1)
Leirvíkingar eru væl við í oddastríðnum í næstbestu deildini, og sunnudagin vunnu teir 2-1 á útivølli móti EB/Streymi.
Dysturin var ikki væl spældur, og LÍF spældi nógv uppá kontraálopini. Teir hjá hjá EB/Streymi høvdu trupult við at fáa spælið at hanga saman nóg leingi í senn, teir funnu ikki hvønn annan nóg væl, og tí bleiv tað ongantíð til nakran góðan fótbóltsdyst.
LÍF kom á odda longu tá fimm minuttir vóru spældir. Eitt kontraálop endaði við skoti úr spískum, málmaðurin hálvbjargaði, og so var Petur Sjúrðarberg fyrstur á honum.
Seinni hálvleikur var nóg illa byrjaður, tá støðan bleiv 2-0. Hesaferð var tað Jonhard Høgnesen, sum fekk bóltin stungnan inn um verjuna hjá heimaliðnum. Jonhard og málmaðurin runnu um kapp, málmaðurin var fyrri á honum, men bólturin kom í aftur leirvíkingin, sum so hevði tómt mál fyri sær.
EB/Streymur trýsti fyri at koma inn aftur í dystin, men tað var langt millum málmøguleikarnar. Johnny Samuelsen fekk pyntað um úrslitið móti endanum, tá hann var fyrstur á einum innleggi, men tað var ov seint til av álvara at hótta LÍF sigurin.