Sveiggini fara illa við búskapinum

Stóru sveiggini í føroyska búskapinum eru bara til skaða fyri búskapin, og tí eiga politikararnir at bera so í bandi, at sveiggini ikki vera so stór í framtíðini, sigur Landsbankin í búskaparfrágreiðing síni fyri 1999

Mangan verður tikið til, at føroyski búskapurin er so sárbarur av tí at hann hongur uppi av fiskivinnuni eina.

Stendur fiskivinnan seg illa, so stendur restin av búskapinum seg eisini illa, og tað merkir niðurgongd í samfelagsbúskapinum.

Soleiðis hevur vanliga uppfatanin verið av føroyska búskapinum - og er tað fyri so vítt enn.

Men verður hugt í búskaparfrágreiðingina hjá Landsbankanum, so verður stórt spurnartekin við hvussu rætt hetta er.

Landsbankin heldur í hvussu er ikki, at tað er bara fiskivinnan, sum er orsøkin til, at føroyski búskapurin er so viðbrekin.

Landsbankin hevur kannað føroyska búskapin árini 1985 til 1998 við støði í lønarútgjaldingunum.

Við hesum sum grundarlag er niðurstøðan, at sveiggini í lønarútgjaldingunum eru nógv størri í eftirspurningsvinnuni enn í framleiðsluvinnuni.

Niðurstøðan er bygd á tey hagtøl, sum føroyska skattaskipanin gevur møguleika til.


Hava skundað

ov nógv undir

Niðurstøðan hjá Landsbankanum er tann, at førdi búskaparpolitikkurin hevur ikki havt ta ávirkan hann átti at hat.

Í árunum 1981 til 1998 hava politikararnir sskunda undir gongdina í búskapinum soleiðis at ov nógv ferð er komin á, bæði tá framgongd og tá afturgongd hava verið.

Landsbankin sigur tó, at politikararnir hava roynt við inntrivum fyri at forða fyru ovurupphitan, men inntrivini hava so at siga onga ávirkan havt.


Skuldarsaneringin

setti ferð á

Landsbankin er heldur ikki fegin um tær studningsskipanir sum vinnan hevur fingið. Hesar skipanir hava ikki havt við sær, at tillagingarevnini hava verið styrkt, men tað hava bankabjargingin og skuldarsaneringin harafturímóti gjørt.

Virkini vóru so kroyst tá harðast leikaði á, at nógv teirr seinni fóru á húsagang.

Tey, sum ikki fóru, fingu skuldarsanering og tað er í grundini hon, sum er høvuðsorsøkin til betraða kappingarførið.

Eisini skal havast í huga, at samstundis lækkaðu politikararnir skattin, og skattalækkingin hevði við sær, at eftirspurningurin vaks. Tað var ikki bara tað, at fiskurin kom aftur á grunnarnar.


Mugu vera sera varin

Tí leggur Landsbankin okkum øllum eina við, at skulu vit ikki seta ov nógva ferð á búskapin, so mugu vit vera ógvuliga varin.

Sum tað sær út í løtuin, so vaksa lønirnar um 10 prosent um árið, og verður tann vøksturin størri, so er vandi á ferð.

Tí er uppskot bankans, at politikararnir framyvir fara at hugsa meira um hvørja ávirkan tann førdi politikkurin fær, heldur enn at hugsa um at gleða borgaran.

Vit fara í morgin at gera meira við frágreiðingina frá Landsbankanum.