Allan Mørkøre trý ár í Íslandi

Veteranurin á landsliðnum sær avbjóðingina í Vestmannaoyggjunum sum kærkomnar íblástur at halda fram við fótbóltsspælinum

Tað hevur leingi ligið á ljóði, og nú er tað ein veruleiki. Allan Mørkøre verður fríggjadagin í ferðalagið saman við Una Arge og Jens Martin Knudsen yvir til Íslands, og longu leygardagin verður hann at síggja á nýggja heimavøllinum, sum er í Vestmannaoyggjunum.

Venjarin og stjórin í ÍBV vóru á Svangaskarði leygardagin, og tá Allan Mørkøre hitti landsliðsfelagarnar aftur sunnudagin var tað greitt, at hann fyri síðstu ferð í hesum umfarinum hevur spælt fyri HB. Allan og felagið í Vestmannaoyggjunum hava undirskrivað sáttmála, sum sigur, at landsliðsveteranurin í ár og tvey tey næstu árini verður á lønarlistanum hjá íslendsku meistarunum og steypavinnarunum.

Leygardagin skal ÍBV spæla á heimavølli móti Fram úr Reykjavík, og um øll formalia vera komin upp á pláss, so er eingin ivi um, at Allan verður á liðnum. ÍBV heldur seg mangla ein framrættaðan miðvallara í høgru, og tað er tí, at teir hava keypt føroyska landsliðsmannin.

Men hóast ÍBV spælir heimadystirnar í Vestmannaoyggjunum, so verður tað ikki har, at Allan Mørkøre fer at búgva. Umleið helmingurin av spælarunum hjá ÍBV búgva í Reykjavík, har venja teir eisini, og so flúgva teir út í oyggjarnar til einstakar venjingar og til heimadystirnar. Flúgvitíðin er umleið tjúgu minuttir.


Dreymur og veruleiki

Sáttmálin, sum Allan Mørkøre hevur havt við HB, var galdandi inntil árslok ár 2000, men HB hevur móti einari samsýning, sum sambært Poul Michelsen er undir eina fjórðings millión latið ein av týdningarmiklastu spælarunum hjá sær fara til Íslands.

Allan Mørkøre fær ongar pengar í sambandi við sáttmálan, men hann fær eina góða mánaðarløn í Íslandi, eisini tá skattur og avgjøld eru farin av.

Umframt at spæla fótbólt við HB hevur Allan Mørkøre tey bæði síðstu árini gingið á pedagogskúla. Allan hevur verið sera fegin um útbúgvingina, men nú barnadreymurin um yrkisfótbólt er vorðin veruleiki, ætlar hann í fyrsta umfari at halda frí frá skúlanum í eitt ár. Hetta árið fer hann at kanna, um tað ber til at halda fram við útbúgvingini í Íslandi ella um tað ber til at búgva í Íslandi og halda fram við lestrinum á læraraskúlanum á Frælsinum.


Íblásturin

Í serblaðnum, sum Sosialurin undan kappingarbyrjan gav út, segði Allan Mørkøre, sum er 27 ára gamal, at hann ætlaði at halda fram við at spæla fótbólt, inntil hann var liðugur við útbúgvingina, og tað vil siga, at hann hevði gjørt upp við seg sjálvan, at fótbóltsspælið á hægsta støði skuldi leggjast upp á hillina, tá ár 2000 var liðugt.

Men nú verður hetta øðrvísi hjá einasta manninum, sum bæði var við í Landskrona í tiltikna sigrinum móti Eysturríki og sum var á vøllinum leygardagin:

? Eg síggi skiftið til íslendskan fótbólt sum eitt kærkomið høvi at fáa nýggjan íblástur til fótbóltsspælið hjá mær. Frá føroyingunum í Leiftri havi eg frætt, at talan er um eitt felag, sum er sera professionelt. Vit skulu taka lut í Europa Cup í summar, og felagið er á hvørjum ári á tveimum venjingarlegum í útlandinum. Í ár hava teir verið í Spania og í Florida, so talan verður um stóra avbjóðing, sigur Allan Mørkøre, sum rósar HB leiðsluni fyri at hava spælt væl við í samráðingunum við íslendska felagið.