Fleiri føroyingar høvdu staðið seg í Skotlandi

Skotski venjarin rósti føroyska liðnum, men hann hevði fyrst og fremst útvísingina frammi

Á tíðindafundinum eftir dystin var tað sjón fyri søgn, hvørjar kenslur bylgdust í barminum á skotska venjaranum. Craig Brown er ein dámligur maður, og tá tú ert settur at røkja starv sum landsliðsvenjari hjá stórari fótbóltstjóð, so ert tú vanur við eitt sindur av hvørjum og tískil fyrireikaður uppá bæði eitt og annað.

Craig Brown var fattur, tá hann hitti skotsku og føroysku pressuna, men tað kundi ikki dyljast, at hann so at siga var knústur yvir, at tað ikki eydnaðist at sleppa úr Føroyum við øllum stigunum.

Tá hann skuldi siga sína hugsan, var tað fyrst og fremst útvísingin, sum hann festi seg við:

? Áðrenn eg sigi nakað annað, so ynski eg hervið at biðja um fyrigeving fyri tað, sum Matt Elliott gjørdi. Eg havi ikki orð fyri, hvussu harmur eg eri um hatta. Sovorðið hoyrir í hvussu so er ikki heima á einum fótbóltsvølli, staðfesti venjarin, og sunnudagin visti skotska pressan at siga, at Matt Eliott fer ikki at fáa landsliðsboð aftur, meðan Craig Brown er venjari. Venjarin segði við skotsku fjølmiðlarnar, at hann hevði ikki brúk fyri harðskapsmonnum, men fyri fótbóltsspælarum.

Á tíðindafundinum royndu skotsku tíðindamenninir at fáa Craig Brown at siga, hvussu hann hevði sæð tað, sum fór fram, og harvið kanska at dadla dómaran fyri avgerðina, sum tað í 2. hálvleiki hevði ljóðað millum tíðindafólkini, at venjarin var misnøgdur við. Hann skuldi hava sagt, at báðir spælararnir vóru eins nógv úti um tað, sum gekk fyri seg, og at Todi Jónsson tískil eisini átti at verði rikin av vøllinum.

Men á tíðindafundinum fingu skotsku fjølmiðlarnir ikki venjaran á glið, hvat hesum viðvíkur:

? Eg sá ikki, hvat gekk fyri seg, men eg havi skilt, at tað var nakað av orðadrátti teirra millum, og so hendi tað, ið hevði við sær, at vit mistu ein mann. Tað var harmuligt fyri okkum, men tað var fyrst og fremst ein stór skomm, sum eg vil biðja um fyrigeving fyri.


Høvdu tak á

Craig Brown helt ikki, at hansara lið hevði spælt nakran góðan dyst, men kortini metti hann, at sigurin var komin undir land, tá hann glapp teimum av hondum:

? Í síðsta enda var um reppið, at vit mistu alt. Tá vit skoraðu til 1-0, helt eg, at vit vóru á rættari leið, og hóast vit í 2. hálvleiki bara spældu við tíggju monnum, so vóru vit ikki undir nøkrum serligum trýsti, og eg hevði stórar vónir um, at tað skuldi eydnast at sleppa avstað aftur við trimum stigum. So lótu okkara menn ein av stóru verjuspælarum standa einsamallan í sambandi við eitt hornaspark, og tað vórðu vit sektaðir fyri, staðfesti skotski venjarin, sum hevði avskrivað allar vónir um at røkka fyrsta plássinum í bólkinum og nú savnar seg um at enda á næstovasta plássinum:

? Tað verður torført, men vit fara mikudagin til Prag fyri at fáa okkurt burturúr, og so rokna vit við, at Allan Simonsen og Føroyar mikudagin fáa eitt gott úrslit móti Bosnia-Hersegovina. Eg vóni tað, men tíverri haldi eg tað ikki vera veruleikanært at rokna við, at Føroyar skulu fáa stig móti Kekkia í oktober.


Eru nóg góðir

Craig Brown kennir væl føroysku spælararnar, og um venjararnir hjá bestu liðunum í Skotlandi spyra hann um ráð, so fer Craig Brown ikki at blunka við at vísa á møguleikan at keypa spælarar í Føroyum:

? Eg ivist onga løtu í, at fleiri av føroysku spælarunum kundu farið beinleiðis inn á lið í bestu deildini í Skotlandi. Eg havi leingi vitað, at tit hava fleiri góðar spælarar, og tað sá eg aftur í kvøld. T. d. Todi Jónsson, John Petersen, Óli Johannesen og ikki minst málverjin, Jákup Mikkelsen, høvdu staðið seg væl í Skotlandi, tað ivist eg onga løtu í, var ummælið hjá venjaranum, sum ikki dugdi at síggja, hvar hann skuldi fáa styrk frá til dystin í Prag í morgin:

? Eg veit ikki um tøkar spælarar, sum kunnu styrka um hópin hjá okkum. Um tit vita um nakran spælara, so eru tit væl komnir at boða mær frá, var svarið, sum venjarin hevði til skotsku pressuna, og tað tóktist ikki, sum um nakar hevði nakað at mótmæla. Tíðindamenninir skundaðu sær at skriva og senda, áðrenn teir fóru í bussarnar, men á orðaskiftinum teirra millum vóru ikki nógvar ábendingar um, at teir so at siga ætlaðu at skriva venjaran av landsliðnum.