Og tó, var hetta so óvæntað kortini? Eg haldi at tað lá í luftini at nú var dagurin komin, yes sir! Tíðin er farin við vánaligari konditión, nervum og klossaríið. Tú kundi seta teg uppaftur á og njóta at okkara menn, veruliga d u g a at spæla fótbólt og veruliga eru cool sum tað eitur á Café Natúrnýføroyskum. Úrslitið móti Skotum er bert byrjanin til tey úrslit sum nú fara at koma og tann dagurin tá vit vinna á onkrum av teimum stóru londunum.
Eg hugsaði við mær sjálvum í sigursróminum á Svangaskarði at tað er ótrúligt, at ein pinktjóð sum okkara dittar sær til at spæla ímóti tjóðum sum Skotlandi, sum er eitt heimsnavn innan fótbólt. Úrslitið hjá okkara landsliðið ger okkara land størri og tú fær eina góða kenslu av at tað er gott at vera Føroyingur.
Úrslitið er komið av dirvi, ágrýtni, treysti og at tú trýr uppá teg sjálvan og á egnan mátt og megi. Vit Føroyingar kunna, hóast tað er »against all odds«.
Ella hygg at manningini á Eysturoyingi sum stóð seg sera væl í harðari altjóða kapping á Scilly Oyggjunum. Listarkvinnan Katrin Ottarsdóttir sum hevur dirvi at fara út altjóða filmsmarknaðin ella unga Rannvá Kunoy sum slapp ígjøgnum nálareyga til ein av heimsins fremstu listarskúlum í London.
Jú, her býr so sanniliga gott fólk í góðum landi.
Hesi fólk og nógv við teimum, kend sum ókend, eru framtíðar álitið hjá hesari Tjóð.
Ein vildi ynskt at hesi avrik gera at fleiri ungfólk í álvara fara at hugsa og at hava eina meining um Føroyar og framtíðina.
At tey koma sær burturúr tí tryggleika-narkomani og sundurlyndi sum eru Føroyskar fólkasjúkur og aktivt verða við til at byggja hetta land, nú tær mest álvarsligu politisku broytingar henda Tjóð hevur sæð standa fyri framman.
Vit skulu nokk klára tað saman.
»Cool Baby«, sum teir siga á Atlantic Radio.
Johan Mortensen