Umleið hálvhundrað vinfólk hjá Óla vóru komin alla ta longu leið av Tvøroyri inn á Svangaskarð at stuðla føroyska landsliðnum og einamest bygdamanninum.
Øll vóru tey íklødd eyðkendu T-troyggjuna, sum framman hevði eitt stórt tveytal og Óli skrivað á, meðan tað á baksíðuni var teknað eitt stórt hjarta við TB í, og so nøvnini hjá øllum teimum mongu limunum í persónliga fanklubbanum hjá aftasta manni føroyinga.
Tá ið føroyska landsliðið spældi ímóti skotum á Pittodrie Stadium í Aberdeen seinasta heyst, var Óli Johannesen helst besti leikarin á føroyska liðnum. Í dystinum leygardagin var Óli aftur millum teir bestu, og tað sæst ikki á honum, at hann spælir í næstbestu deildini her heima.
Eftir dystin var tað ein ógvuliga fegin Óli Johannesen, sum Sosialurin fekk eitt skjótt prát við.
Hvat heldur tú um dystin í dag?
? Hetta var ótrúligt, men eg haldi, at vit høvdu uppiborið tað. Hetta er ein tann besti dysturin, sum vit hava spælt á Svangaskarði. Spælið hjá okkum gekk væl, tá vit vóru komnir upp á pláss, og eg haldi, at vit spældu fult upp við teir, bæði tá teir vóru ellivu og tíggju og skaptu eins nógvar málmøguleikar og teir.
Hvussu sást tú skotska málið?
? Eg var farin út at bakka upp í høgru síðu, tá eitt høgur bóltur kom inn fyri, sum Jákup so boksaði burtur. Bólturin kom ógvuliga óvart á Øssur, sum ikki fekk stundir at beina hann burtur.
Hevði skotska útvísingin nógv at siga?
? Sjálvsagt fáa vit betur mót við at vera ein mann meiri, men vit tosaðu um tað í hálvleikinum, at vit ikki skuldu vænta, at vit uttan víðari fóru at vinna, tí teir høvdu ein mann minni. At skotin fekk reyða kortið beint fyri steðgin, var eisini gott fyri okkum. Tað vísir seg eisini, at spælið hjá okkum ofta gongur betur, sum dysturin líður, men tað vóru løtir í seinna hálvleiki, har eg helt, at vit sparkaðu ov nógv, tí at málið ikki kom
Hvussu upplivdi tú føroyska málið?
? Eg var beint framman fyri føroyska málið, og bólturin var langt oman fyri meg, so Hans Fróði hevur verið sera høgt uppi. Tá eg vendi mær við, var bólturin í netinum, og tað var ein ótrulig kensla ? tað størsta eg havi upplivað á landsliðnum.
Hvussu eru vónirnar nú til mikudagin?
? Vónirnar eru góðar, og eg vóni, at tað kom eins nógvir áskoðarar sum í dag, tí teir stuðlaðu okkum ótrúliga væl, og tað skulu teir hava tøkk fyri. Eisini vil eg fegin takka øllum teimum, sum vóru komin av Tvøroyri, og sum høvdu givið mær appelsinlittu T-troyggjuna. Eyðkendu troyggjuna bar Óli innan undir landsliðsbúnanum undir dystinum, og tað kann vera, at hetta hevur havt sína ávirkan hjá nýklakta læraranum?










