Á Norwegian Wood í Oslo Jógvan Hugo Gardar
Norwegian Wood hevur seinastu árini bygt seg upp til at gerast tað best umtókta tónleikatiltakið innan rútmiskan tónleik í Oslo-økinum. Tað hava fleiri kend nøvn vitjað, millum annað Bob Dylan, Neil Young, Lou Reed og Van Morrison.
Á hesum úrvalinum síggja vit, at tey yvirhøvur hava brúkt gomul og kend nøvn. Í ár var túrurin komin til James Taylor, ein amerikumaður, ið øll kanska ikki beinanvegin vita hvør er, men vit hava øll hoyrt tey kendastu løgini hjá honum.
Tónarnir frá Taylor eru í country-rock-stíli, og áhoyrararnir á Norwegian Wood lurtaðu í andakt. Tá tey kendu løgini komu, kundu tey um 50 ára aldur ikki lata vera við at syngja við. Á skránni stóðu kendir sangir sum »Carolina on my mind«, »Everyday«, »You?ve Got A Friend«, »Fire and Rain« og »Country Road«. Teir 3500 áskoðararnir kundu njóta tónarnar hjá hesum amerikumanni, sum kanska mest av øllum minnir um ein skúlalærarar, heldur enn eina country-stjørnu.
Á einum síðuspori
Føroyski bólkurin »Taxi« fekk James Taylor sum sín upphitara á tí stóra pallinum. Sjálvir vóru teir settir at spæla á einum lítlum palli við síðuna av høvuðspallinum.
Tað var týðuligt, at hesin pallurin als ikki var egnaður til tónleikin frá føroyska bólkinum. Men Taxi-manningin gjørdi sítt besta teir 20 minuttirnar teir sluppu at spæla.
Á skránni høvdu teir bert nýgjørd løg. Einki av teimum er frammanundan spælt fyri føroyskum áhoyrarum. Taxi fekk góða móttøku, men tað var dekan ov stutt at geva teimum 20 minuttir. Og tá seinastu tónarnir frá bólkinum hvurvu út í Oslo-náttina, so kendist hetta bert sum ein lítil byrjan. Hetta váttaðu limirnir í bólkinum eisini aftaná.
? Vit høvdu nógv meiri í okkum og hava eitt programm uppá 50 minuttir, sum vit høvdu vónað at vit sloppu at framføra, sigur Kaj Johannesen í Taxi. Teir høvdu frammanundan roknað við at fáa 45 minuttir, minst, tí tað var tað fyrireikararnir høvdu sagt bólkinum og fjølmiðlunum, at bólkarnir á lítla pallinum fingu.
Fyri føroyskan tónleikaheim var hetta ein byrjan, men bæði tónleikabólkar, fyrireikarar av Prix Føroyar og onnur sum ætla at selja føroyskan tónleik uttan fyri landoddarnar noyðast at gera eitt munandi betri fyrireikingararbeiði. Neyðugt er at vera meir ágangandi yvirfyri til dømis fyrireikarunum av eini festival sum Norwegian Wood.
Taxi-tónleikararnir standa einki aftan fyri ein stóran part av teimum, sum fingu høvi at vísa seg á stóra pallinum, og høvdu uppiborið betri sømdir á Norwegian Wood. Fyri teir sum fyrireika Norwegian Wood er tað einki annað enn ein gøla, at teir bjóða einum bólki at ferðast í dagavís fyri síðani bert at sleppa á pallin í fátækar 20 minuttir.
Hvør sum hevur ábyrgdina fyri at tað gekk, sum tað gekk, er líka mikið, her noyðast tey í Føroyum, sum skipa fyri Prix Føroyar, av álvara at umhugsa, hvat meiningin er við at senda Taxi til Oslo. Pengarnir og tíðin hevði verið betri brúkt til eina venjingarlegu úti í Hattarvík og eina fløgu.
Væleydna vikuskifti
Hóast Taxi fekk eina heldur jánkasliga byrjan í síni roynd at vinna hoyrarar í Oslo, so gekk Norwegian Wood festivalurin hampuligt í ár. Leygardagin vóru um 3500 áskoðarar, meðan sunnudagin var talið um 6000 og útselt. Meðan James Taylor og Wilco vóru tey best kendu nøvnini leygardagin, vendi sunnudagurin sær til eitt sindur yngri áhoyrarar. Tá fóru Faithless og Suede á pallin.
Um Prix Føroyar vil royna at fáa vinnarin á Prix 2001 til Norwegian Wood er ikki greitt í løtuni, men hetta er uttan iva eitt stað, har føroyingar kunnu royna seg. Men tá er neyðugt at sømdirnar gerast betri. Serliga fyri tónleikararnar er tað ikki nokk at kunna siga, at teir hava spælt á Norwegian Wood. Málið má vera meir enn tað - og tað er tað eisini hjá okkara bestu tónleikarum.










