kanónkúlur uppi á loftinum, sum vóru skotnar inn á Havnina fyri einum tvey hundrað árum síðani, sigur Richard, glaður fyri at fortelja, og hann bíðar tolin eftir næsta spurningi. Vit hugsa við okkum sjálvum [...] fer Richard, við sínum 93 árum, hóvliga til gongu upp á loftið eftir tí, sum vit eru komnir fyri at práta um. Tað gongur ikki meir enn ein løta, so er Richard aftur í stovuni, hesuferð við eini kanónkúlu [...] Tað vita nólsoyingar ikki á standandi fóti, men teir halda, at hetta er vert hjá blaðmanninum at kanna. Blaðmaðurin hevur longu tikið støðu til, at her mann okkurt vera við áhuga fyri allar føroyingar
fingust við at bóka kassaseðlarnar frá hvørjum degi inn. Hetta gekk fyri seg við blýanti og pergamentpappíri, minnist Malena afturá, meðan hon hyggur yvir á telduna, sum hon hevur arbeitt við síðani miðskeiðis [...] dugir at fáast við teldu. Hon vísir á, at øll tey, ið í dag skriva endurminningar ella hvat tað nú skal vera, arbeiða við teldu. Hon lærdi seg mest, meðan hon sjálv sat og arbeiddi við telduni. Malena [...] og so fáa vit at síggja. Men tað góða við, at eg eri við hús, er, at eg geri jú sjálv av, hvussu mín arbeiðsdagur sær út, sigur Malena, sum fer at halda jól saman við onkrum av børnunum og teirra familjum
gomlu Mortensenmenninar á Argjum. Men Mourentius við Stein hevði í 1949 í Dagblaðnum eina samrøðu við Daniel Paula Mortensen, kallaður Palli, son Mortan á Argjum, í samband við, at hann fylti 95 ár. Vit [...] dúgligir menn, teir á Trappuni. Eitt skipið var »Gardar«, Hans Petur í Garði á Eiði førdi tað, Petur Bertelsen úr Kaldbak var stýrimaður á tí.« »Hvat hildu tygum serliga seta dám á lívið og arbeiðið í [...] er óivað tann, ið stendur í sambandi við fiskivinnuna. T.d. var einki fiskiveiðuskip í Føroyum fyrst ið eg minnist. Men so komu tey fyrstu skipini so við og við. Vágsbotnur hevði »Lerkin«, sum var
í fyritøkum sínum við at lýsa tey til sølu. Nakað annað er, at landsstýrið hevur møgu-leika til, í sambandi við handilin at skráseta, ella binda keyparan til at skráseta partabrøvini á einum børsi ella [...] eisini hevur eftirlit við, at handilin fer rætt fram, - peningastovnum og øðrum meklarum (her føroyskir peninga-stov-nar og virðisbræva-mek-larafeløg), ið fremja handlar-nar vegna við-skifta-fólk umvegis [...] sambandi við skrá-setanina, at ráðgeva ICEX um føroyskar fyritøkur, at hava eftirlit við tí upp-lýsingar--skyldu, sum álig-gur skrásettu fyri-tøkunum og at midla tíðin-di og dagføra heimasíðu við børs-u
góðan mun, at prísirnir á bunkringarolju eru falnir við nærmast trimum krónum fyri liturin í mun til, tá prísurin var hægstur í fjør summar. - Hetta kemur væl við, men eingin veit við vissu, hvønn veg oljan [...] sigur reiðarin, at hetta ikki endaliga er komið upp á pláss enn. - Men tá loyst verður í Frederikshavn, eru nýggj nøvn á skipunum, tí siglt verður ikki við ongum nøvnum, sum hann skemtandi tekur til. Sosialurin [...] sum rekur fiskavirkið í Hvalba, er eisini við, og um hetta felag er Delta Seafood á Tvøroyri partur í keypinum. Talið av partaeigarum í nýggja felagnum er út við fimmti.
37 ára gamla Petrina Maria Berg eigur handilin Júniik í Havn. Tí hava vit biðið hana koma oman á Hvonn til eitt prát. Hon kemur smílandi inn við leysum, síðum hári og líkist avgjørt ikki einari 37 ára [...] sindur aftanfyri rákið á meginlandinum. Tá kundi eg risikera at koma at liggja inni við einari vøru, sum ikki seldi fyrr enn árið eftir – og tað er dýrt. Men nú hava kundarnir vant seg við klæðini, so teir keypa [...] – Eg fylgi væl við í, hvat fólk vilja hava, og við tíðini broytist hugsanarhátturin hjá kundunum eisini. Summar kvinnur eru upptiknir av, hvussu gamlar tær eru, og hvat fólk hava sagt við tær frammanundan
verða greiddar á staðnum. Hetta minkaði um mistar útróðrardagar. Jógvan var til lands á sumri, og so arbeiddi hann í smiðjuni um veturin. Í 1901 giftist Jógvan við Magdalenu dóttir Poul á Dalinum í Uppsølum [...] at fáa el til bygdina. Saman við øðrum góðum monnum kom hetta í lag í 1930. Áhugavert var at koma á tal við ein slíkan mann, fullur av vitan um tær ymisku rembingarnar her á landi, i vinnu so væl sum til [...] , ið komu til lands á Eysturlandinum, sum lærdu íslendingar á hesum leiðum at fiska og at virka fiskin. Men sjálvsagt hava føroyingar eisini lært nógv av sínum sambandi við Ísland. Eitt av hesum
handlinum hjá sær, eg var glað við og fór oman, men tá eg kom inn í handilin var tað so ørkimlandi at vita sær, at eg átti ikki so frætt sum undurklæðir ella sokkar. Kend sum ókend komu á dyr og eingin orð vóru [...] vilja vera um ein tá lívið gerst allar mest torført at liva. Við hesum vilja vit ynskja tykkum øllum, sum á ein hvønn hátt stóðu okkum nær á jólum í fjør, eini gleðilig jól og eitt eydnuríkt nýggjár. Kærastu [...] eg gekk tí og pyntaði til jóla inntil seint á nátt. Ætlanin var at yvirraska børnini, tá tey vaknadu, og bilsin gjørdust tey tá tey vaknadu, men tíverri ikki á tann hátt, sum ætlanin var hjá mær. Tey flestu
sum er býargartnari í Klaksvík. Tað var ein góð tíð, sigur Rita. So við og við skaptist ein áhugi hjá henni at gera uppaftur meiri við arbeiðið sum gartnari. Spurningurin var: »Hví ikki byrja fyri meg sjálva [...] er tørvur á eini slíkari í Fuglafirði eisini. Tað síggi eg bara á teimum mongu, sum longu hava verið og keypt frá mær. – Eg havi selt nógv meiri enn eg hevði væntað frammanundan, sigur Rita við einum brosi [...] ella hjá kommunum. – Beint nú eru tey í ferð við at sláa grasið kring kirkjuna í Gøtu. Har skulu tey eisini seta fleiri summarblómur niður, sigur Rita við Sosialin. Fór í gongd Áhugin hjá Ritu fyri urtagørðum
sonin, Damien, við. Tey bæði hava eisini verið á skíferiu í St. Moritz, og har sóu tey út til at vera nógv meira enn bara vinir. Nicole Kidman vann Golden Globe Nicole Kidman streyk avstað við heiðrinum sum [...] øllum førum hava hildið jól saman við Chis og hansara foreldrum í Exeter í Onglandi. Síðani hava tey bæði verið heima hjá Paltrow, har tey hava fingið tíðina at ganga við millum annað at fara í januarútsølu [...] Hon sigur, at tað verður gjørdur týðiligur munur á henni, tí hon er meksikansk og so øðrum, sum ikki eru av øðrum uppruna. - Í Hollywood hyggja øll niður á teg, um tú ert av meksikanskum uppruna. Ein kann