Tað er sum áður nevnt ikki funnið nógv skrivligt um teir gomlu Mortensenmenninar á Argjum.
Men Mourentius við Stein hevði í 1949 í Dagblaðnum eina samrøðu við Daniel Paula Mortensen, kallaður Palli, son Mortan á Argjum, í samband við, at hann fylti 95 ár.
Vit taka brot burtur úr hesi grein:
Dámdi væl Jóannes bónda
Palli ber síni ár sjáldsama væl, er týdligur enn sum altíð og hevur javnt og samt okkurt forvitnisligt at greiða frá. Palli málber seg á so góðum føroyskum máli sum fáur, og lýsir tað kanska meira enn annað tann tokka, ið hann allar dagar hevur havt til sítt kæra móðurmál.
Áðrenn vit reiðiliga hava fingið samrøðu okkara millum í gongd, spyr Palli:
»Hvussu dámdu tygum Jóannes bónda?«
Tað var eins og hann við hesum spurningi vildi tryggja seg og vita, hvønn ið hann hevði fyri sær.
»Allir framfúsnir og fosturlandskærir føroyingar bóru og bera Jóannesi bónda alt gott,« svaraðu vit.
»Ja, ja, havnarmenn og aðrir við royndu at halda Jóannes fyri gjøldur, tá ið hann talaði um at fáa vegir gjørdar og havnir bygdar, og nú rópa teir um allar Føroyar eftir vegum og havnum. Jú, nógv er broytt,« sigur Palli.
Mintist fyrstu fiskiskipini
»Tað man so mangt vera broytt í tygara tíð, Palli?«
»Ja, og ein hin størsta broytingin er óivað tann, ið stendur í sambandi við fiskivinnuna. T.d. var einki fiskiveiðuskip í Føroyum fyrst ið eg minnist. Men so komu tey fyrstu skipini so við og við. Vágsbotnur hevði »Lerkin«, sum var langbummari, og Trappubrøðurnir keyptu »Fox«, eitt vakurt trýmastrað skip. Teir vóru dúgligir menn, teir á Trappuni. Eitt skipið var »Gardar«, Hans Petur í Garði á Eiði førdi tað, Petur Bertelsen úr Kaldbak var stýrimaður á tí.«
»Hvat hildu tygum serliga seta dám á lívið og arbeiðið í Havn, tá ið tygum vóru ungur?«
»Oestrøms-tíðin man ivaleyst vera tann tíð, sum mest setti sín dám á bæði lívið og virksemið í Havn – aftrat fiskiskapinum. T.d. var tað eitt árið meðan eg arbeiddi hjá Oestrøm, at Pól Niklái í Nólsoy var tvær ferðir við Rokkin við »Delphinuni«, fyrru ferðina fingu teir 20.000 fiskar og seinru ferðina høvdu teir 10.000 – tilsamans eini 6-700 skpd. Tað var óført.«
»Hava tygum onnur skip í huganum frá teirri fyrstu skipstíðini?«
»Ájú, tað var t.d. »Enigheden«, ið sigldi fyri Oestrøm, og so royndi Andrias Restorff eisini at útgera skip til døglingaveiðu, tað var »Betzy«, men tað vildi ikki reiðiliga bera til. Í hvussu so var, so noyddust teir at gevast. Og so var tað »Nancy«. Ja, og »Sønderjylland«, ið kaptajn Faun førdi, tað sigldi fyri handilin hjá Skibsted.«
Fýra hús á Argjum
»Argja bygd er nógv vaksin í tygara tíð?«
”Ja, tað má ein siga. Her vóru 4 hús fyrst ið eg minnist, og nú líður væl at vera 50 hús á Argjum. Her eru um 250 íbúgvarar í bygdini nú, so her hevur gingið framá síðani abbi mín, Andrass á Hólalagnum úr Hvalba setti búgv her fyri stórthundrað árum síðani.
Útróður
Eg róði nógv út við Gjáarmonnum, teir hava altíð verið tiltiknir útróðrarmenn. Har var ikki altíð líka tespuligt á Norðhavinum tá, heldur enn nú. Men dúgliga var rógvið út. Tá var tað ikki so sjáldan at bátar, ið vórðu soleiðis fyri at teir fyri at hava lívd á landi, løgdu á Kellingasund bæði eystur og vestur. Men har hevur verið tílíkt omanlop hesi seinru árini, at har verður ikki rógvið longur.
Bátasmíð
Faðir Palla’sar var bátasmiður, men Palli segði, at mann yvirhøvur dámdu best bátarnar hjá Jóhann í Garði og teir royndust altíð líka væl.
Jóhann í Garði í Nólsoy hevði seinast ið eg talaði við hann, tá var hann longu nakað gamal, gjørt 600 bátar, stórar og smáar. Eina Ólavsøku stóðu á sandinum í Vágsbotni 2 bátar, eitt áttamannafarið, ið gjørt varð í Mikladali og eitt tíggjumannafarið, sum Jóhann í Garði hevði smíðað. Tað varð nógv talað um hesar báðar bátar, ið báðir skuldu til Vágs. Seinri hitti eg vágbingar og spurdi, hvat ið teimum líktust á bátarnar. Jú, søgdu teir, tá ið farast skuldi vandaferðir ella neyðsendaørindi, so tóku teir altíð bátin, ið Jóhann í Garði hevði smíðað – tílíkur úrvalingur var hann.
Kr. 400 í stuðul til molan
»Tit fingu tó í lag at byggja hitt fyrsta føroyska havnarlagið her á Argjum?«
”Molan? Ja, tað varð ofta havt á munni at gera heilt fyri sundinum. So einaferð játtaði løgtingið 400 kr. í studningi, og so gjørdu vit molan – hann hevur verið okkum ein góður stuðul. Sjálv lendingin er eisini betri útbygd hesa seinru tíðina. Men soleiðis má lagið vera, har ið fólkið skal taka alla føði sína av sjónum.
Fingu bert eitt barn men kortini nógvar eftirkomarar
Palli giftist við Marionnu Berg frá Gjógv. Tey fingu Mortan føddur í 1884. Í fólkateljingini 1890 vóru tey trý í húsi saman við 13 ára gamla Johan Pauli Berg frá Gjógv, sum stendur fyri at vera »tyende«. Hann mann hava verið skyldmaður hjá Marionnu.
Men í fólkateljingini í 1928 er nógv broytt. Nú eru tey heili 15 fólk í húsi. Tá búgva Mortan og Rakul inni við 11 av teirra 12 børnum.
Heima hjá Andreas hjá Mortani er eisini í 1890 Pauline Sophie Berg, 23 ár, arbeiðsgenta frá Gjógv. Hon man sambært eftirnavninum eisini hava verið ættarfólk, so sambandið til Gjáar hevur verið tætt.
Palli upplivdi at missa sonin. Hann var skipari á Nýggjaberg, sum gekk burtur við mann og mús í 1942, helst torpederaður av týskum kavbáti.
Tveir synir eru á lívi av øllum hesum 12. Tað er Johannes, kendur sum trúboðari, og so Sverri, sum er ein kelda til hesa greinir um Mortensenættina, eins og hann var ein góð kelda eisini hjá FF-blaðnum í síni tíð.
Gravirnar í hesi grein eru hjá Marionnu og Joen Jacobsen Mortensen og teirra børn, umrødd í seinasta parti.
Í komandi parti verður greitt frá Marin Malenu Thomsen úr Sumba og lagnusøguna hjá hennara ætt. Hon doyði á Sanatoriinum 29 ára gomul og varð jarðað í Havn