Eigur kanónkúlur hjá Brillumanninum

93-ára gamli Richard Jacobsen er helst tann mest áhugaverdi maðurin, sum eg nakrantíð havi møtt.
So greiður er ein nólsoyarbúgvi á máli, tá Sosialurin kemur út til Nólsoyar henda frálíka várdag, nú talan fellur Richard Jacobsen, bónda í Nólsoy

Men hví siga nólsoyingar, at hesin maðurin er ein tann mest áhugaverdi, teir hava møtt?
- Hann eigur tvær kanónkúlur, sum Brillumaðurin skeyt inn á Tinganes fyri tvey hundrað árum síðani, fortelja nólsoyingar.
Næsti spurningurin hjá blaðmanninum er uppflygjandi og leitandi eftir møguligari stórsøgu:
- Eru hesar kanónkúlurnar tær einastu í Føroyum?
Tað vita nólsoyingar ikki á standandi fóti, men teir halda, at hetta er vert hjá blaðmanninum at kanna. Blaðmaðurin hevur longu tikið støðu til, at her mann okkurt vera við áhuga fyri allar føroyingar.
Klokkan er fimm seinnapartin, og vit hava verið í Nólsoy í minni enn ein tíma. Ein samrøða við tann áhugaverda Richard Jacobsen er fingin í lag, men áðrenn tað fara vit at eta nátturða og ein túr á ta kendu Kaffistovuna.
Seinni um kvøldið, klokkan níggju, eru vit bodnir inn í Kongsstovuna. Her býr tann 93-ára gamli Richard Jacobsen, sum sambært nólsoyingum liggur inni við áhugaverdum skatti.
Vit banka upp á dyrnar, og Richard Jacobsen tekur ímóti. Hann er bæði blíður, róligur, og vælgongdur maður, glaður fyri at fáa vitjan.
Vit seta okkum inn í stovuna, har eitt stórt og stásiligt bornholmara-ur stendur í krókinum. Richard býður okkum sess, og vit seta bandupptakaran í gongd og fregnast um kanónkúlurnar.
- Eg havi tvær kanónkúlur uppi á loftinum, sum vóru skotnar inn á Havnina fyri einum tvey hundrað árum síðani, sigur Richard, glaður fyri at fortelja, og hann bíðar tolin eftir næsta spurningi.
Vit hugsa við okkum sjálvum, at tað hevði ikki verið av vegnum at sloppið at sæð hesar kanónkúlurnar.
- Skal eg fara eftir teimum, spyr Richard eftir at tað hevði verið tøgn eina løtu, meðan menn hugsaðu um hesar góðu kúlur.
Og so fer Richard, við sínum 93 árum, hóvliga til gongu upp á loftið eftir tí, sum vit eru komnir fyri at práta um. Tað gongur ikki meir enn ein løta, so er Richard aftur í stovuni, hesuferð við eini kanónkúlu í hvør síni hond.
- Hetta eru tær. Hesar báðar kanónkúlurnar skeyt tann tiltikni Brillumaðurin inn ímóti Tinganes, tá hann í 1808 rændi Havnina, sigur Richard um hesar søguligu kúlur, sum hann hevur liggjandi.
Spurningurin er so, hví kúlurnar eru endaðar úti í Nólsoy í Kongsstovu hjá Richard Jacobsen. Tá sigur Richard, meðan hann peikar á eina kistu aftanfyri okkum, at kúlurnar komu til oynna í hasi kistuni.
- Men fólkini vistu ikki av, at tvær kanónkúlur vóru í kistuni, tá tey silgdu til Nólsoyar við henni, sigur Richard flennandi.
- Tað bar soleiðis til, at ein kista stóð a loftinum í Tinganesi í 1808, tá Brillumaðurin leyp á Havnina. Kanónkúlur vóru skotnar inn ímóti Tinganesi, og ikki minni enn tvær av hesum kanónkúlunum eru dotnar niður ígjøgnum takið og ígjøgnum lokið á kistuni, har tær síðani vóru liggjandi, sigur Richard.
- Seinni í árinum hendi so tað, at ein Atoniusdatter úr Nólsoy skuldi giftast. Mamman og hon fóru tískil til Havnar at keypa klæði til brúðleypið. Tær keypa eina kistu við brotnum loki at leggja klæðini í og fóru so aftur til Nólsoyar, spentar upp á brúðleypið, fortelur Richard, um hvussu kistan kom út til oynna.
- Fólk sóu sjálvandi, at lokið var brotið, men tað sum tey ikki vistu, var, at tvær kanónkúlur lógu á botni í kistuni, sigur Richard smílandi.
Komin út til Nólsoyar verður kistan førd til familjuhúsini, Kongsstovuna, og har hevur kistan so staðið hesi seinastu knapt tvey hundrað árini síðani 1808. Kistan hevur verið í familjuni hjá Richard Jacobsen alla hesa tíðina, og tískil eru kistan og kanónkúlurnar ein partur av familjusøguni hjá Richard.
93-ára gamli Richard dylir ikki fyri, at hann er errin av kistuni og kanónkúlunum hjá Brillumanninum. Hann sigur seg ikki vita, hvussu nógv tær eru verdar, men sigur bert í hesum sambandi, at tær verða verandi í familjuni.
- Nei, eg fari ikki at selja kanónkúlurnar, tað ætlaði eg so vist ikki, svarar Richard læandi til spurningin um prís og sølu.
Spurdur um fólk ikki hava undrast á hesar kanónkúlurnar fyrr, og um tær ikki hava verið nevndar í fjølmiðlunum, sigur Richard Jacobsen, at onki tílíkt hóvasták hevur verið burturúr kistuni og kúlunum.
- Hetta hevur ikki verið í bløðunum fyrr. Ongin tíðindamaður hevur verið og fregnast. Tað var ikki fyrr enn tú komst út til Nólsoyar at práta, sigur Richard.
Tað er óvist, um hesar kanónkúlurnar hjá Brillumanninum eru tær einastu í Føroyum, ella um fleiri av slagnum finnast onkustaðni. Brillumaðurin var bretskur kapari, sum rændi handilin í Havnini í árinum 1808, og sum eisini legði ymsar slóðir eftir sær, millum annað kanónkúlurnar.
Onkur nólsoyingur er tó bráður á máli, tá spurgt verður, um hetta munnu vera tær einastu í Føroyum.
- Hetta eru helst tær einastu í allari verðini, siga teir við einum smíli.
Tað kann hugsast, at onkur føroyingur, sum situr har úti, hevur onkrar rundar loyvdir frá Brillumanninum liggjandi á loftinum, sum viðkomandi hevur hug at vísa fram. Ella kanska er onkur serkønur har úti, sum hevur fingið íblástur til eitt fitt petti av gransking um tvey hundrað ára gamlar kanónkúlur.
Men inntil tá eru tað kanónkúlurnar hjá Richard Jacobsen úti í Nólsoy, sum eiga heiðurin sum tær einastu, ið menn vita um.