Ein virðiligur føroyskur virðisbrævamarknaður!

Í bløðunum 17. august 2001 hevur Kristina Háfoss (KH), løgtingskvinna fyri Tjóðveldisflokkin, grein um Virðisbrævamarknað Føroya (VMF). Nevndin fyri VMF metir tað vera neyðugt at koma við nøkrum rættleiðingum í sambandi við umrøddu grein.

Ein virðisbrævamarknaður - her-undir eisini tann ið VMF hevur í umbúnað, er saman-settur av nógvum ymiskum lutum, t.d.
- einari virðisbræva-mið-støð (her Værdi-papir-cen-tral-en í Danmark), har virðis-brøvini verða goymd elektroniskt, og har tey verða flutt millum seljara og keypara,
- einari "clearing" (her PBS í Danmark), har peningur verður fluttur frá keypara til seljara, í samstarvi við virðis-bræva-miðstøðina, soleiðis at virðisbrøv og peningur sam-stundis skiftir hendur
- einum handilsstaði (her eini deild av íslendska virðisbrævamarknaði-num ICEX), har kursir og handlaðar nøgdir av virðis--brøvum verða skrá--sett og alman-na--kunn--gjørd, og sum mót-tekur upplýsingar frá skrásettu fyri-tøkunum til at almanna-kunn-gera, soleiðis at allir íleggjarar fáa somu kun-ning samstundis, og sum eisini hevur eftirlit við, at handilin fer rætt fram,
- peningastovnum og øðrum meklarum (her føroyskir peninga-stov-nar og virðisbræva-mek-larafeløg), ið fremja handlar-nar vegna við-skifta-fólk umvegis oman--fyri-stan-dandi stov-nar, herundir keypa og selja, skráseta og flyta pening og virðisbrøv millum viðskiftafólkini
- fyritøkum og stovnum, ið lata síni partabrøv ella lánsbrøv skráseta hjá handilsstaðnum og virðisbræva-miðstøðini (her føroyskar fyritøkur og stovnar),
- íleggjarum (her fyrst og fremst føroyingum), sum um-vegis peninga-stov-nar og meklarar - ofta við ráðgeving frá hesum somu, og annars út frá teimum infor-mati-ónum ið handils-staðurin kunngerð - keypa og selja virðis-brøv.

Øll hesi lið eru neyðug, til tess at fáa ein nútímans virðisbrævamarknað at virka.

At t.d. Værdi-papir-cen-tralen og PBS í Danmark standa fyri goymslu av virðis--brøvunum og flyting av peningi í loysnini hjá VMF kemst av, at føroysku peningastovnarnir eiga í hesum stovnum, sum útinna m.a. hesar funktiónir fyri føroysku peninga-stov-nar-nar framman-undan - bæði tá tað kemur til útlendsk virðis-brøv, men eisini t.d. føroysku lands-kassa-láns-brøvini, sum land---sstýrið hevur latið skrásett á hesi miðstøð, og parta-brøvini í Føroya Banka og Føroya Sparikassa, sum eisini eru skrásett har.

At íslendski handils-staður-in ICEX er valdur at skráseta sjálvar handlarnar í kemst av, at hann, eftir hvat vit duga at meta, er tann best egnaða, bíligasta og mest fjøltáttaða og fram-tíðar-trygga loysnin.

Hini liðini í loysnini eru føroyskir peninga-stovnar og virðisbrævameklarar, føroysk--ar fyritøkur og stovnar, ið ynskja at skráseta partabrøv og lánsbrøv, og føroyskir íleggjarar, sum ynskja at keypa og selja hesi somu. Hesir føroysku part-ar-nir eru teir týd-ningar-mestu í loysnini - tað eru teir, ið koma at upparbeiða ta týdningarmiklu vitanina, - og eisini teir ið koma at mynda sjálvan marknaðin. Tøknin - og teir útlendsku aktørarnir, sum eru nevndir frammanfyri, eru at kalla eins anonymir fyri íleggjararnar, sum tekst-við-gerðin ið henda grein er skriva í, MS-Word, er fyri hesa grein.

Øll virðisbrøv og allur handil í loysnini, sum VMF leggur upp til, fer fram í donskum krónum, og møguleiki verður fyri at hava eigara-av-marking-ar mótvegis út-lendskum eigar-um, eins og vit kenna tær í fiski- og alivinnuni!

Uppgávan hjá VMF í hesum høpi verður, at standa fyri og samskipa samlaðu loysnina, herundir at gera avtalu við ICEX um eina deild í Íslandi, serliga tilogna føroysku virðis-brøvunum, at vera umboð fyri ICEX í Føroyum og føroyskt umboð yvir fyri ICEX, at ráðgeva føroysk-um fyritøkum um treytir og krøv í sambandi við skrá-setanina, at ráðgeva ICEX um føroyskar fyritøkur, at hava eftirlit við tí upp-lýsingar--skyldu, sum álig-gur skrásettu fyri-tøkunum og at midla tíðin-di og dagføra heimasíðu við børs-upp-lýsingum um føroysku virðis-brøvini.

VMF hevur lagt ynski inn um, at VMF gerst partaeigari í ICEX, á jøvnum føti við íslendingar, men enn er ikki greitt, hvørt hetta verður møguligt.

So til sjálva greinina hjá Kristinu Háfoss: "Føroyski virðisbrævamarknaðurin verður íslendskur".

Viðtøkubroytingar í VMF
KH skrivar m.a. at: "Við-tøkur-nar fyri partafelagið vórðu ... broyttar soleiðis, at tað ikki varð neyðugt fyri partafelagið (VMF) at seta á stovn føroyskan virðis-bræva-mark-nað, men kundi partafelagið (VMF) eitt nú heldur skipa fyri sam-starvs-avtalu við útlendskan virðis-bræva--marknað" (citat enda).
Hertil er at siga, at síðan stovnanina á heysti í 2000 hevur nevndin fyri VMF arbeitt við at finna eina loysn, sum hóskaði til føroyska samfelagið, bæði við atliti til búskaparlig, tøknilig og trygdarlig viðurskifti. Hetta merkir, at loysnin skal vera bílig at seta í verk og reka fyri føroysku partarnar, at krøvini til skráseting skuldu vera hóskandi til føroyskar fyritøkur, at møguligt skal vera at taka neyðug atlit til føroysk politisk ynski um eitt nú avmarking av útlendskum eigaraskapi í ávísum vinnugreinum - sum vit kenna tað frá fiskiskapi og aling, og annars, at fyritøkur, íleggjarar og onnur skulu kunna kenna seg trygg við at nýta marknaðin.
Ymisk uppskot vóru á borðinum, harímillum eisini at skipa ein føroyskan virðis--bræva-marknað frá grundini av.
Nevndin umrøddi og kannaði ymiskar møgu-leikar, og út frá hesum kom nevndin til ta niðurstøðu, at tað ið tænti partaeigarunum og føroyska samfelagnum best var, at skapa karmarnar um ein marknað fyri føroysk virðisbrøv, heldur enn í sjálvum sær at byggja upp eina serføroyska tøkniliga loysn. Henda niður-støða byggir á, at tað gjørdist greitt, at tað gjøgnum samstarv við út-lendskar virðisbræva-mark-naðir ber til at skipa ein mark-nað, sum tekur neyðugu bú-skapar-ligu og politisku atlitini, sam-stun-dis sum vit fáa eina trygga og fjøltáttaða loysn á altjóða støði, sum hóskar til bæði stórar og smáar fyritøkur.
Íslendski virðis-bræva--marknaðurin bleiv valdur, sum samstarvsfelagi, m.a. tí hann yvir eitt fimm ára skeið var umleið 50% bíligari at samstarva við enn Københavns Fondsbørs, svarandi til uml. 5 mió. kr.

Føroysk "mini-útgáva" er í veruleikanum ein "maxi-útgáva til mini-prís"!
KH rør uppundir at skipa føroyskt løggilt mark-naðar--pláss, sum er: "ein miniútgáva av einum stórum virðis-bræva-mark-naði. Eitt nú verða minni krøv sett til fyritøkur, ið ynskja at skráseta seg á tílíkum virðis-bræva-marknaði enn á einum stórum virðis-bræva-marknaði, og er hetta neyðugt, um fleiri føroyskar fyritøkur skulu verða skrásettar á virðis-bræva-marknaðinum" (citat enda).
Vert er her at geva gætur, at um føroysku virðisbrøvini "bert" vórðu skrásett á einum lóggildum marknaði, hevði sambært galdandi fyriskipanum ikki verið møguligt í størri mun at sett tann partin av føroysku lang-tíðar upp-sparing-ini, sum stovns-ligir íleggjarar sum t.d. tryg-gin-gar-feløg og eftirlønar--grun-nar umsita, í føroysk virðis-brøv - og tí hevði føroyski kapitalurin, sum hesi ráða yvir ikki "vakna í føroyskum høpi og verið nýttur sum íløga í føroyskt vinnulív" - fyri at nýta KH?sa málburð. Til tess krevst nevniliga ein "fondsbørs-notering". Hetta er fylgja av teimum pla-serings--reglum, sum galda fyri hesar íleggjarar.
Samstarvið, sum VMF hevur lagt upp til við íslendska virðisbræva-mark-naðin ICEX, gevur atgongd til báðar skrásetingar-møgu-leikarnar á føroysku deildini. Í fyrsta lagi ber til at skráseta stóru fyri-tøkurnar sum vanligar fonds-børsskrásetingar, og í øðrum lagi at skráseta minnu fyri-tøkurnar á løggildum marknaði - alt í somu loysn. Treytirnar fyri at skrásetast á føroysku deildini verða helst meinlíkar teimum, ið galda fyri íslendsk - og harvið norðurlendsk virðisbrøv, men VMF hevur tryggja sær, at møguligt er í rímuliga stóran mun at víkja frá íslendsku ásetingunum, tá tað kemur til lóggilda marknaðin fyri føroysk virðisbrøv.
Fyri at skrásetast á verandi lóggilda marknaði-num í Íslandi krevst m.a., at fyritøkan hevur minst 2 roknskaparár aftanfyri seg, hevur minst 25 parta-eigarar, og eitt marknaðar-virði uppá uml. 3 mió. kr.
Til tess at skráseta fyri-tøkuna á íslendska fonds-børsi-num krevst, at fyri-tøkan hevur minst 3 rokn-skaparár at vísa á, hevur minst 300 partaeigarar og eitt marknaðarvirði uppá minst uml. 10 mió. kr.
Hartil er tann munur, at fonds-børs-skrásettar fyri-tøkur skulu lata inn kvar-tals-roknskapir, meðan fyri-tøkur, skrásettar á lóggilda marknaðinum, bert nýtast at lata inn hálvársroknskapir.
Nevndin er ikki í iva um, at tær føroysku fyri-tøkur-nar, sum fyrstu árini verða skrásettar á virðisbræva-marknaði-num megna at liva upp til altjóða krøv um skrá-seting.

Virðisbrævamarknaður og einskiljing
KH skrivar somuleiðis: "at samgongan hevur ynskt at nýta ein virðisbrævamarknað til at einskilja eitt nú Føroya Fiskavirking?"
Nevndin í VMF fegnast sjálvsagt um, at landsstýrið ynskir at nýta ein føroyskan virðisbrævamarknað í sam-bandi við einskiljingar. Men ein einskiljing kann - eins og víst er á av øðrum fyrr - í roynd og veru gerast óheft av, um føroyskur virðis-bræva-marknaður finst ella ikki. Landsstýrið kann til hvørja tíð - heilt ella partvís, selja partabrøv í fyritøkum sínum við at lýsa tey til sølu.
Nakað annað er, at landsstýrið hevur møgu-leika til, í sambandi við handilin at skráseta, ella binda keyparan til at skráseta partabrøvini á einum børsi ella løggildum marknaðar-plássi - verið seg í Føroyum, Reykjavík, Keyp-ma-nna-havn ella aðrastaðir.
Skrásetingin tryggjar væl-skipaðan handil og gevur landsstýrinum virðismiklar upplýsingar um marknaðin.
Ofta verður ført fram, at hetta tryggjar land-sstýrinum "rættan" prís fyri partabrøvini. Við stigvísari sølu av ávísari fyritøku kann lands-stýrið sjónliggera fyri eitt nú skattgjaldarum, hvørt selt verður til marknaðarprís. Verður selt ov bíligt, fer kursurin upp aftaná handilin, og øvugt, um selt verður ov dýrt. Á hendan hátt kann gjøgnum-skygni tryggjast, og skatt-gjaldarin kann kenna seg tryg-gan við, at hann fær "rættan" prís fyri fyritøkur sínar, er hugsanin. Og er prísurin eftir skatt-gjaldarans hugsan ov lágur, ber til hjá skattgjaldaranum at keypa partabrøv á marknaðinum, og harvið tryggja seg sjálvan móti tapi.
Men spurningurin um ?rættan" prís er ikki heilt so einfaldur. Tað kann t.d. hugsast, at ein ella nakrir heilt fáir strategiskir íleggja-rar vilja geva hægri prís, fyri at hava ræði á fyri-tøkuni - altso keypa hana í einum, og harvið kunna stýra henni á tí kós, ið teir ynskja, enn um teir komu inn sum smáir minni-luta-parta-eigarar. Í so fall er ein skrá-seting á einum virðis-bræva--marknaði ofta ikki neyðug - og hon gevur ikki neyðturviliga hægri prís.
Men eru nógvir íleggjarar, er støðan ein onnur. Skrá-seting á einum virðis-bræva-marknað, ið tryggjar íleggjaru-num, at teir kunnu sleppa av aftur við partabrøvini á skipaðan hátt (?exit") - herundir at teir kunnu staðfesta, hvat onnur handla partabrøvini til - ger helst, at íleggjararnir tá vilja geva ein hægri prís, enn um partabrøvini ikki vórðu skrásett. Hetta er helst serliga galdandi, um talan er um nógvar smáar íleggjarar.
Tí ber ikki til, einvíst at siga hvat er best - skráseting ella ikki í sambandi við einskiljing. Tað veldst um viðurskiftini í hvørjum einstøkum føri - herundir um talan er um sølu til ein breiðan skara av íleggjar-um, og eisini hvat ætlanin er við fyritøkuni í framtíðini.
Men at ein føroyskur virðisbrævamarknaður sum so, er týdningarmikil fyri menningina av føroyskum búskapi - og harvið virðisskapandi - er nevndin ikki í iva um. Og tí er hann avgjørt verdur at stuðla av landsins myndugleikum.

Íslendsk vs. føroysk loysn
KH nevnir eisini, at "Á komandi føroyska virðis-bræva-marknaðinum fara føroyskar fyritøkur at kunna skráseta seg á íslendska virðisbrævamarknaðinum, eins og føroyingar fáa høvi til at keypa og selja partabrøv á íslendska marknaðinum. Hetta hava føroyingar og føroyskar fyritøkur eisini møgulieika fyri í dag, men munurin er, at tað í næstum verður møguligt umvegis eina føroyska heimasíðu.
Tað einasta ið verður føroyskt við "føroyska virðisbrævamarknaðinum" verður sostatt heimasíðan."
Henda útsøgn lýsir ikki veruleikan. Ongin føroysk fyritøka er í dag skrásett á nøkrum børsi (ella løggildum marknaði), hóast møguleiki hevur verið fyri hesum í mong harrans ár. Fleiri orsøkir eru til tess. Eitt nú skundaði gamla rentuskattalógin ikki júst undir íløgur í virðisbrøv, og m.a. tí hava vit ikki nakra virðisbrævamentan í føroyum í dag. Men hartil kemur, at føroyskar fyri-tøkur - sum tær flestu eru lutfallsliga sera smáar í altjóða høpi - helst høvdu "drukna" á útlendskum fondsbørsum. Handil við partabrøvum krevur nevni-liga kunnleika til einstøku fyritøkuna, hennara virk-semi og ta geografiska, búskaparliga og politiska umhvørvið, hon virkar í. Tann kunnleikin til føroyskar fyritøkur er og verður einamest í Føroyum - uttan mun til hvar fyritøkan verður skrásett. Tí eru tað sera fáar føroyskar fyritøkur - um nøkur, ið eru so mikið áhugaverdar í altjóða høpi, at útlendingar vildu sýnt serligan áhuga fyri teimum - heldur enn at keypa partabrøv í líknandi fyri-tøkum í egnum landi. Tí er tað eisini sannlýkt, at størsti eftirspurningurin eftir partabrøvum í føroyskum fyritøkum verður frá føroyingum sjálvum - uttan mun til hvar tær verða skrásettar.
Men skal handil við føroyskum partabrøvum veruliga byggjast upp krevst, at onkur skapar áhuga, kunnar og samskipar, soleiðis at marknaðurin kemur í gongd - herundir tryggjar at talan verður um eitt lutfallsliga fjølltáttað útboð av føroyskum partabrøvum savnaði á sama marknaði, ið kunnu skrásetast, handlast og goymast til kappingar-føran kostnað.
VMF sær tað í hesum viðfangi sum sína uppgávu at vera við til at nútímansgera fíggjarliga undirstøðukervið í Føroyum við at fáa ein marknað fyri føroysk virðisbrøv at virka; har føroysk virðisbrøv finna kapital, og kapitalur finnur føroysk virðisbrøv. Í hesum liggur eisini ein stór kunningar- og samskipanar-uppgáva, bæði mótvegis fyri-tøkum, íleggjarum og politisku skipanini - ein uppgáva sum ikki hevur verið lyft áður í føroyskum høpi.
Marknaðurin, sæð sum tøknin, regluverkið v.m. er útlendskur, eftir EU-leisti; ongin ivi um tað! Sama leisti sum eitt nú svenski, danski, norski og íslendski marknaðurin eru skipaðir eftir. Men marknaðurin, sæð sum tey, ið mynda kursin á føroysku virðis-brøvunum, verður føroysk-ur. Tað vera føroyingar, ið kenna skrásettu fyri-tøkur-nar, og tí eisini teir, sum koma at mynda sjálvan mark-naðin. Marknaðurin verður tí ikki meira íslendskur, enn eitt føroyskt bræv skrivað í tekst-við-gerðini MS-Word er amerikanskt.

Føroyska Heimasíðan
Viðvíkjandi heimasíðuni er at siga, at allir virðis-bræva-marknaðir í dag - bæði stórir og smáir - hava eina heimasíðu, har børs-kursir, handlaðar nøgdir, upplýsingar um skrásettu fyritøkurnar og kursávirkandi tíðindi frá fyritøkunum verða al-manna--kunngjørd. Hesin miðil letur allar brúkarar fáa upplýsingar samstundis - enntá heima við hús, og er hartil nógv bíligari í rakstri enn tær skipanir, sum fyri bert fáum árum síðani vóru tengdar at virðisbræva-mark-naðum.
Men sum grundgivið í inn-gangi-num, so er ein virðis-bræva-marknaður nógv meira enn ein heimasíða - og loysnin hjá VMF fevnir um øll hesi lið!
Føroyingar fara ikki at gera íløgur umvegis heima-síðuna hjá VMF, men um-vegis føroyskar peninga-stov-nar og meklarar.



Kostnaður av tøkniliga kervinum
Sum skilst á greinini, so hevur KH ynski um tøkniligt kervi á føroyskum hondum "... fyri at byggja upp vitan og førleika á økinum, soleiðis at Føroyar - eins og onnur framkomin lond - kunnu vera skipaðar og fram-komnar eisini á virðisbrævaøkinum...". Hetta vil gerast kostnaðarmikið. Virðisbræva-handilslógin setur minstu-krøv við-víkjandi kapi-tal--grundarlagi hjá teimum stovnum, sum mynda undir-støðu-kervið.
Ein lóggildur marknaður skal hava ein eginpening uppá minst 8 mió kr og ein fondsbørsur ein eginpening uppá minst 40 mió kr.
Ein virðisbrævamiðstøð, sum somuleiðis er neyðug, skal eftir lógini umframt eginpeningin eisini hava tilbúgvingarkapital uppá minst 1.000 mió kr. (1 mia kr.). Sum fyrr nevnt, hevur alla tíðina verið uppá tal, at nýta danska Værdi-papir-centralen til hesa uppgávu.
Afturat kapital-grundar-lag-num koma útreiðslur til edv-skipanir v.m. At menna skipanir, sum í dag verða nýttar í samband við handil á norðurlendskum børsum og løggildum marknaðum kostar ikki smávegis.
Men spurningurin er so, hvørt tað er týðandi fyri okkum, at hava vitan um hvussu ein í smálutum tøkniliga skrúvar ein virðisbræva-marknað saman. Íslendingum tørvar t.d. ikki hesa vitan - tí teirra marknaður koyrir í roynd og veru í Stockholm, og regluverkið sum teir nýta er úr EU. Er tað ikki forrætnings-vitanin ið er týðandi, og sum skal gagna Føroyum? Vitanin um hvussu virðirbrøv verða útgivin, handlaði osfr., sum skal skapa okkum í Føroyum eitt meirvirði. Hesa vitan fáa vit, við tí loysn sum VMF hevur í umbúna, og hetta er væl tað ið hevur týdning, fyri at Føroyar "kunnu vera skipaðar og framkomnar eisini á virðisbrævaøkinum".
Nevndin í VMF metir ikki, at tað er áhugi ella grundarlag í Føroyum fyri at fíggja ein slíkan kostnað, ið væl einans skapar "national monu-ment" uttan meir-virði fyri føroyska samfelagið, serliga tá ið betri úrslit kunnu røkkast við samstarvi, til nógv minni kostnað.



Ein virðilig loysn
Nevndin fyri VMF metir, at samstarvið við íslendska virðisbrævamarknaðin er ein virðilig loysn, tí hon er fjølbroytt við bæði lóggildum marknaði og fondsbørsi, hon er bílig fyri teir føroysku partarnar, sum koma at virka á marknaðinum, samstundis sum hon tekur tey politisku og trygdarligu fyrilit, sum slíkur marknaður krevur.
Tískil metir nevndin, at fyriliggjandi loysn, um at skipa ein marknað fyri føroysk virðisbrøv í samstarvi við íslendska virðisbrævamarknaðin ICEX, er í samsvar við endamálið hjá P/F Virðisbrævamarknaði Føroya.
Eitt annað er so, at nevndin helst ikki í nóg stóran mun hevur kunnað politikkarar og onnur áhugaði um gongdina í málinum og loysnina, sum hon fyriliggur í dag, eins og greinin hjá KH ber boð um. Hetta ætlar nevndin at bøta um.


Virðingarmest

Nevndin fyri p/f Virðisbrævamarknað Føroya
Sigurð Poulsen