Tær nýtist ikki at ganga í einum plaggi fyri 30.000 krónur fyri at síggja gott út

– Alt ber til, um tú veruliga vilt. Baklandið hevur sjálvandi stóran týdning, men annars liggja avmarkingarnar serliga í huganum, sigur Gekka-vertinnan, Petrina Berg, sum satsaði alt: Í fimm ár hevur hon átt sín egna mótahandil í Havn

37 ára gamla Petrina Maria Berg eigur handilin Júniik í Havn. Tí hava vit biðið hana koma oman á Hvonn til eitt prát. Hon kemur smílandi inn við leysum, síðum hári og líkist avgjørt ikki einari 37 ára gamlari kvinnu, sum fyri bert tíggju mánaðum síðani átti eina dóttur. Akkurát sum tá vit síggja hana taka ímóti spentum gekkavinnarum í sjónvarpinum fríggjakvøld, líkist hon eisini í dag einari millión, við ljósa hárinum og vakra, svarta dressinum. Vit sessast, bíleggja okkum kaffe latté og appelsindjús, og beinanvegin gongur prátið um mótaheimin, handilslív og at vera sjálvstøðugt vinnurekandi kvinna í Føroyum í dag.

– Tú kanst gera alt, sum tú hevur hug til, um tú veruliga vilt. Tað hevur sjálvandi nógv at siga, at tú hevur eitt gott bakland. Men alt ber til, tí avmarkingarnar eru bara í huganum. Hetta er greiði boðskapurin frá Petrinu Berg, sum tordi at taka stigið fult út: At lata sín egna mótahandil upp.


Hóska til kroppin

Klæðir og móti hava altíð verið ein partur av lívinum hjá Petrina Berg, sum búði í Keypmannahavn í nógv ár, áðrenn hon flutti heim og lat mótahandilin upp. Hon visti frammanundan, hvønn handil hon vildi hava, so hon leyp út í tað: Fyrst at finna sær eitt høli, og síðani at fara niður at keypa inn.

– Eg hevði ætlað mær at lata ein handil upp í Danmark, men umstøðurnar vóru ikki ordiliga til tað. So tað bleiv til Júnikk, ið selur merkjavørur, sum ikki vóru at fáa í Føroyum frammanundan. Fyrstu tíðina vóru vit ofta eitt sindur aftanfyri rákið á meginlandinum. Tá kundi eg risikera at koma at liggja inni við einari vøru, sum ikki seldi fyrr enn árið eftir – og tað er dýrt. Men nú hava kundarnir vant seg við klæðini, so teir keypa so skjótt sum vøran kemur, greiðir Petrina Berg frá.

– Eg fylgi væl við í, hvat fólk vilja hava, og við tíðini broytist hugsanarhátturin hjá kundunum eisini. Summar kvinnur eru upptiknir av, hvussu gamlar tær eru, og hvat fólk hava sagt við tær frammanundan. Men eg haldi, at fólk eru ungdommiligari nú enn fyrr, sigur Petrina Berg, sum heldur, at klæðini skulu passa til kropsformin og ikki til aldurin.


Einsamøll røkkur tú ongum

Petrina Berg hevur trý føst starvsfólk at hjálpa sær í handlinum, og tey eru ikki tilvildarliga útvald.

– Tey eru vald út frá hvønn stíl, tey hava, og hvørja vitan tey hava um móta. Millum annað hevur seinast setta starvsfólkið lært í handli. Og avloysararnir eru gentur, sum fylgja væl við innan móta.

– Tá mann hevur handil, skal mann hava eygu og oyru í nakkanum. Ofta henda feilir, skeivar vørur koma heim, ella passa fylgiseðlarnir ikki, sigur Petrina Berg, sum hevur havt egnan bókhaldara og grannskoðara til pappírsarbeiðið longu frá byrjan.

– Men eg geri alt forarbeiðið sjálv. Bókhaldarin ger so mvg-roknskapin, og grannskoðarin ársroknskapin. Eg kundi sjálvandi gjørt hetta sjálv, men eg havi ikki tíð, sigur hon.


10.000 krónur um mánaðin

Men hvussu mennir Petrina seg sjálva í yrkinum?

– Eg havi ikki pappír upp á, at eg eri stylistur, tí eg eri sjálvlærd. Men eg havi ætlanir um at fáa pappírini við at luttaka á skeiðum og líknandi. Hetta hevur stóran týdning fyri meg, tí um eg ikki mennist og fylgi væl við, so doyr øll drívmegin eisini.


Hevur tú nøkur ráð til tey, sum umhugsa at lata handil upp?

– At tey skulu vera til reiðar at arbeiða alt samdøgrið og til tað nógva pappírsarbeiðið. Tú skalt vera tolin og áhaldandi, og ofta noyðist tú eisini at seta alt møguligt annað til viks. Tey bæði fyrstu árini arbeiddi eg einar 70 tímar um vikuna fyri góðar 10.000 krónur um mánaðin. Hetta kláraði eg, tí eg eisini arbeiddi hjá Atlantsflog. Tað tekur tíð at fáa ein handil á føtur; serliga tá mann hevur ein lítlan handil sum mín, og hann skal byggjast upp frá grundini, sigur Petrina.


Mixa dýrt og bíligt

Eins og í fleiri øðrum vinnugreinum, merkja tey eisini innan handilsvinnuna minkandi fíggjarorkuna.

– Hetta ger millum annað, at eg eisini fari eftir bíligari merkjum nú. Fyrr kappaðust merkini um kundarnar, men nú kunnu bíligari merkjuni vera akkurát líka góð, og tað ber saktans til at mixa dýr og bílig merkir, sigur Petrina, ið ætlar sær at selja bæði bílig og dýr merki í handlinum framyvir.

– Tær nýtist yvirhøvur ikki at ganga í einum plaggi fyri 30.000 krónur fyri at síggja gott út, staðfestir hon.


Børn og bakland

Petrina Maria Berg var bara 18 ára gomul, tá hon átti elstu dóttrina. Næsta barnið átti hon, sum nevnt, fyri einum knøppum ári síðani. Men hetta heldur hon ikki vera nakra forðing fyri tí, sum hon hevur gjørt.

– Eg havi eisini so ótrúliga góð foreldur her í Havn. Mamma mín tekur sær millum annað av didduni, nú eg fari niður á messu í morgin, so eg fái ótrúliga góðan stuðul frá mínum foreldrum. Eg arbeiði nógv heimanífrá, so eg eri so nógv sum gjørligt heima hjá dóttrini. Eg royni at halda frí, tá ið hon er vakin, og at arbeiða, tá ið hon svevur, hóast tað ikki altíð eydnast. Tað er eitt kynstur at vera karrierufólk og hava børn. Eg haldi, at tað, sum er avgerðandi, er, at mann hevur kvalitetstíð saman við børnunum. Eingin er perfektur, men eg royni sum frægast.