Ein urtagarður so fagur

Fuglfirðingar noyðast

nú ikki av bygdini

longur, um teir ætla

sær at keypa okkurt

at fríðka urtagarðin

við. – Eg havi selt

munandi meiri enn

eg hevði væntað, sigur

urtagarðskvinnan

Rita Larsen, sum

leggur seg eftir at geva

kundunum góð ráð

– Tað er týdn­ingarmikið, at ein fer

rætt fram, tá tú skalt planta

blómur í ein blómukassa

ella hvat tað skal vera. Gert

tú tað, fært tú tað besta og

vakrasta úrslitið, sigur Rita.

Ein maður er komin inn í

urtagarðin og plantusøluna,

tí hann ætlar at keypa sær

nakrar blómur at seta niður

í eina gamla mjólkaspann

heima við hús. Spannin er

snøggað upp, men blómurnar

vanta.

Hann hevur ikki roynt at

planta soleiðis áður, men

Rita er hent í ráðum, eisini

tá talan er um hetta økið.

– Hygg. Tað er best at tú

borar eitt hol í botnin á

spannini.

Síðani fyllir tú skerv í, soleiðis at vatnið

kann renna burtur. Ovast

uppi leggur tú eitt lítið lag

av mold, og so kanst tú

planta tað sum tú vilt, greiðir

Rita frá.

Maðurin takkar fyri ráðini,

og keypir eina blómu til

mjólkaspannina. Hann er

ikki meiri enn farin, fyrrenn ein kona av Skálafjørðinum

kemur í garðin henda seinnapartin

í Fuglafirði. Hon skal eisini keypa blómur til

urtagarðin.

Her er lív í urtagarðinum

hjá Ritu. Umframt hana

sjálva, hevur hon fólk í

arbeiði, sum gera ymiskt

viðlíkahald í urtagørðum

hjá fólki ella hjá kommunum.

– Beint nú eru tey í ferð

við at sláa grasið kring kirkjuna

í Gøtu. Har skulu tey eisini seta fleiri summarblómur

niður, sigur Rita við Sosialin.


Fór í gongd

Áhugin hjá Ritu fyri urtagørðum

er gamal, men hon

ynskti at fáa størri kunnleika

til plantuheimin.

Tí avgjørdi hon at læra til

gartnara, tað tey kalla anlegsgartnara.

Hesin lesnaðurin

tekur fýra ár, og var

hon trý tey fyrstu árini í

Danmark.

– Tað seinasta árið lærdi

eg hjá Hans Hjalta Skaale,

sum er býargartnari í Klaksvík.

Tað var ein góð tíð, sigur

Rita.

So við og við skaptist ein

áhugi hjá henni at gera uppaftur

meiri við arbeiðið sum

gartnari. Spurningurin var:

»Hví ikki byrja fyri meg

sjálva sum gartnari?!«

Sum hugsað, so gjørt.

Tey seinastu tvey árini

hevur Rita arbeitt fyri seg

sjálva, og lat í farna mánaði

upp eina plantusølu í heimi

sínum mitt í býnum.


Meiri enn væntað

Í plantusøluni finst eitt ótal

av blómum, og tað koma

allatíðina nýggjar og frískar

plantur í uttandura sølubúðina.

Her finnast bæði trø,

runnar, stavdir, mold, gødningur

og sjálvandi summarblómur

av alskyns slagi. Nú

Varmakelda stendur fyri

framman er lítil ivi um, at

nógv fólk fara at støkka inn

í urtagarðin hjá Ritu.

Hon hevur sjálv ikki lýst

nakað serligt við hesum,

men líkt er til, at hon hevur

funnið eina vøru sum nógvum

dáma og sum tørvur

hevur verið á.

Sum støðan er í dag eru

ongar slíkar plantusølur í

Klaksvík ella í Eysturoynni,

og tí mugu fólk í Fuglafirði

heilt til Havnar ella vestur í

Vágar um tey ætla at keypa

plantur frá eini plantusølu.

– Jú, tað er tørvur á eini

slíkari í Fuglafirði eisini.

Tað síggi eg bara á teimum

mongu, sum longu hava verið

og keypt frá mær.

– Eg havi selt nógv meiri

enn eg hevði væntað frammanundan,

sigur Rita við einum

brosi.


Góð í ráðum

Samstundis sum hon hevur

handilin, er hon eisini úti á

markini - ella í urtagørðum

hjá fólki og kommunum til

arbeiðis.

Tað eru tey, sum hava hug

at gera ein urtagarð kring

húsini. Spurningurin er

altíð, hvussu ein ber seg at

og hvørji hensyn ein skal

taka.

Hetta veit Rita at svara

teimum, og tí er hon nógv

eftirspurd í slíkum førum,

ella tá kommunur ætla undir

at fríðka um í bygdini ella

býnum.

– Tað er ringt hjá mær at

siga og ráðgeva teimum,

hvat slag av garðum er best

umtókt millum fólk. Tað

kann vera nógv ymisk

sløg.

– Hjá mær er uppgávan at

vegleiða tey, út frá teim

ynskjum sum tey sjálvi

hava. Soleiðis finna vit saman

fram til tað besta úrslitið,

sigur Rita.

Henni dámar best, tá fólk

velja at gera eitt petti av

urtagarðinum ísenn. Hon

kann byrja eitt arbeiði, sum

fólkini síðani sjálvi halda

fram við.

Soleiðis læra fólkini sjálvi mest um urtagarðinagarðar 


Rundir steinar

Í arbeiði sínum at skipa urtagarðarnar hjá fólki

hevur Rita Larsen nøkur mál fyri virksemið.

Eitt av hesum er, at ætla fólk at hava grót í

urtagarðinum, so er best at brúka teir rundu

steinarnar, heldur enn teir meiri ferhyrntu.

- Brúkar ein teir fýrakantaður, so verður

garðurin sjálvandi merktur av tí. Hinvegin, -

brúkar ein rundar steinar, so gerst garðurin

beinanvegin meiri livandi, slær hon fast.

Urtagarðarnir og ynskini hjá fólki eru so ymisk,

og tí krevur tað, at Rita og viðskiftafólkini fáa eitt

gott prát saman frammanundan.

Nógv fólk vilja helst hava ein so litríkan og

fjølbroyttan urtagarð sum gjørligt. Men tað er ikki

altíð, at júst tað er tann besta loysnin. Kann vera,

at talið á plantum ikki nýtist at verða so

ovurhonds stórt fyri at fáa ein vakran urtagarð.

- Ein urtagarður skal helst fanga eyguni hjá

fólki. Og tí anbefali eg eisini fólki, at tey ikki

brúka ov nógv sløg av plantum. Tá skulu tey

heldur planta soleiðis, at liturin og tann ávísa

plantan koma aftur fleiri ferðir í garðinum.

- So tú skilir, at hetta er eitt spennandi arbeiði,

sum eg havi. Ein hevur faktiskt eitt hav av